hósdagur 23. mars 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 23. mars 2006
[2]
Hvussu man gangast í Japan?
Nógv gjørdust ov sein, tá Føroya Banki fyrr
í ár beyð viðskiftafólkum at gera íløgur fyri
100 milliónir krónur í lánsbræv við trygd
ímóti at missa ílagda peningin. Men nú
kunnu íleggjarar aftur halda seg framat í
Føroya Banka.
Frá 20. mars til 7. apríl 2006 ber til at
gera íløgur í nýtt lánsbræv, sum fylgir
gongdini
á
japanska
partabræva-
marknaðinum. Íleggjarar fáa við vissu 1% í
rentu um árið. Í mesta lagi kann rentan
gerast heili 30% árliga í fimm ára
gildistíðini.
Kommuninvest í Svøríki útgevur nýggja
lánsbrævið, og Føroya Banki samstarvar
við Nordea um útgávuna. Teknast kunnu
200 milliónir krónur hesaferð.
Vilt tú vita meira um nýggja lánsbrævið,
set teg so í samband við íløguráðgevarar
bankans.
Atlantic Airways hev
ur gjørt leiguavtalu
um eitt BA 146-200
flogfar. Magni Arge,
stjóri, sigur, at við
fimm flogførunum í
støðugari flúgving, er
tørvur á at hava eitt
eyka flogfar at taka til
Flogferðsla
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
– Hetta flogfarið er fyrst og
fremst roknað sum eitt back-
up hjá okkum. Flúgvingin
hjá okkum kemur í summar
at fevna um fimm flogfør, og
tí er neyðugt at hava ta trygd,
sum eitt eyka flogfar kann
geva okkum. Bæði at seta inn,
um talan verður um seinkanir
ella avlýsingar. Og sjálvandi
eisini, um okkurt av hinum
flogførunum ikki er tøkt av
einhvørjari orsøk.
Soleiðis sigur Magni Arge,
stjóri í Atlantic Airways, nú
felagið hevur gjørt avtalu
um at leiga eitt flogfar í
summarhálvuni.
Við hesum telur flotin
hjá føroyska flogfelagnum
nú seks flogfør. Eins og við
hinum fimm, so er talan
um eitt flogfar av slagnum,
British Aerospace. Flogfarið,
sum í løtuni stendur á
Prince Edward Island, er 20
ára gamalt. Í løtuni verður
flogfarið málað og riggað til í
aðrar mátar, og síðani verður
kósin sett móti flogvøllinum
í Vágum.
Sætta flogfarið í flotan
Atlantic Airways fær nú sætta flogfarið í flotan. Leiguavtala er gjørd um enn eitt BA 146-200 flogfar
Mánadagin 27. mars
06 kl. 16 letur upp
ein serlig framsýning
í skúlastovuni á
Føroya Fornminn
issavni undir heit
inum »... tað var
jómfrú Maria ... eitt
dømi um samstarv
millum skúla og
fornminnissavn«
Framsýning
tíðindaskriv
Í januar mánaði arbeiddu
næmingar í 1., 2. og 3.
flokki í Velbastaðar skúla
við evninum “miðøldini”.
Ein partur av arbeiðnum
fataði um kirkjubøstólarnar,
og í tí sambandi vitjaðu
næmingarnir tríggjar ferð
ir á framsýningini hjá
fornminnissavninum. Teir
fingu frágreiðing um gripir
úr miðøld og serliga varð
hugt at kirkjubøstólunum.
Hvør næmingur valdi
sær sín kirkjubøstól fyrst
at tekna og síðan at gera
stóran málning burtur úr.
Næmingarnir løgdu stóra
orku og neyvleika í hetta
verkætlanararbeiði, og
úrslitini vórðu eisini har
eftir.
Heitið á serframsýn
ingini, ... tað var jómfrú
Maria ... er fyrsta regla
úr eini Mariuvísu, sum
næmingarnir sungu, tá ið
kvøldseta var í kirkjuni í
Kirkjubø á kyndilsmessu,
meðan hesar vøkru mynd
irnar prýddu kirkjuna.
Framsýningin er úrslit
av samstarvi millum
Velbastaðar skúla og
skúlatænastuna á Føroya
Fornminnissavni og fatar
um 15 stórar málningar
av kirkjubøstólunum, sum
næmingarnir hava málað
upp á brúnt pappír í stórari
stødd (uml. 60x120 cm).
Eisini verða frágreiðingar
um mannagongdina í verk
ætlanararbeiðnum, upp
lestur, tær miðaldarligu
lyktirnar, og ljósmyndir frá
arbeiðnum, tilgongdini og
myndagerðini verða sýndar
á stóra løriftsskuggan.
Næmingar sýna
fornminni