Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 59 - 23. mars 2006 – Vit taka hetta í størsta álvara og royna at loysa trupulleikan í tøttum samstarvi við lokalu myndugleikarnar á staðnum, arbeiðs­ eftirlitið og nærmastu grannarnar, sigur Niels Juel Nattestad, stjóri í Statoil Oljuroykur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo ”Statoil-støðin er fyribils stongd, víst verður til støð­ irnar í Skálabotni og á Toft­ um, Statoil”. Hetta er fráboðanin, ið møtir tær, um tú ætlar tær inn á økið hjá Statoil-støðini í Saltangará at keypa olju, bensin ella annað. Á skeltinum stendur einki um, hví støðin fyribils er stongd og hjá tí, sum einki veit, verður gitt um ymiskt. Økið frammfyri støðina er eisini sperrað av við bandi, sum merkir, at óviðkomandi ikki skulu koyra inn á økið. Onkur pumpa er loyst og stendur niðari á økinum, enn hon stóð áður. Tá ið Sosialurin frætti, at talan helst er um olju­ leka, vendu vit okkum hós­ morgunin til løgregluna í Runa­vík fyri at fregnast um hetta. Men á løgreglustøðini segði vakthavandi, at Stat­oil í Saltangará helst er far­ið undir eina ætlaða um­bygging! Vit spurdu, um teir vistu, hví handlar høvdu verið stongdir í nærmasta bygningi hinumegin vegin, men tá helt vakthavandi, at talan hevði verið um oljuleka í hesum bygningi. Líkt er tí ikki til, at løg­ reglan hevur verið partur av hesum máli. Oljuroykur Niels Juel Nattestad, stjóri í Statoil, sigur, at orsøkin til, at støðin nú er stongd, í hesum førinum ikki er um­bygging. – Vit eru í holt við at leita eftir einum møguligum olju­leka her hjá okkum. Á støðini hava vit staðfest, at ávísur roykur í eina tíð hevur verið á summum ættum, og somuleiðis hava grannar gjørt vart við, at teir eisini hava havt trupulleikar av royki. Niels Juel sigur, at teir hava verið í samband við lok­alu myndugleikarnar á staðnum, sum hava kannað kloakkir og annað, sum eru á leiðini, og teir hava eisini havt IRF til hjálpar fyri at finna út av, hvaðani roykurin stavar. At enda hevur felagið eisini verið í sambandi við Arbeiðseftirlitið. – Menn hjá kommununi hava luktað í hvønn brunn, og IRF hevur spulað og reins­ að bæði brunnar og ristir, bæði her hjá okkum og í grannalagnum. Stjórin sigur, at tá ið tað vísti seg, at roykurin fram­ vegis ikki var burtur, serliga á ávísari ætt, gjørdu teir av at lata støðina aftur og kanna tangarnar, sum felagið hevur í jørðini, bæði norðari og syðri á økinum. – Hetta er orsøkin til, at støðin nú er stongd, og vit lata ikki uppaftur, fyrr enn staðfest er, at allir tangar og allar leiðingar úr tangunum eru í lagi, sigur Niels Juel. Tøma tangarnar Stjórin sigur, at Statoil at enda avgjørdi at tøma allar tangarnar, sum eru einir fýra ella fimm í tali. – Vit hava nú tømt allar tangarnar og trýstroynt teir við vatni. Hann sigur, at tá ið teir tømdu seinasta tangan, hildu teir seg í fyrstu syfti kunna staðfesta eitt ávíst fall í trýstinum. – Vit hava í øðrum umfari sett trýst á henda seinasta tangan, men nú er líkt til, at hann kortini er í lagi. Tó kann hugsast, at okkurt rør úr tanganum kanska ikki er púrasta tætt, og hetta royna vit nú at finna út av. Niels Juel Nattestad sig­ ur, at Statoil tekur trupul­ leikarnar, sum teir sjálvir hava havt við royki – og ikki minst trupulleikarnar, sum nærmastu grannarnir hava havt, í størsta álvara. – Á Statoil-støðini hava vit av og á merkt royk, men eg vil ikki siga, at hetta hevur verið nakar stórur trupulleiki – og eingin er farin til hús, tí hetta hevur gingið útyvir høvdið ella heilsuna annars, sigur stjórin. Umfatandi arbeiði Tangarnir, sum Statoil í Saltangará hevur, taka einar 20.000-30.000 litrar hvør, so tað er ikki smávegis arbeiði av at tøma og trýstroyna teir. Sum skilst á stjóranum, verður nú helst eisini neyð­ ugt at grava niður á onkra av rørleiðingunum. Enn er soleiðis ikki enda­ liga staðfest, hvaðani roykurin á Statoil og í grannalagnum í Saltangará stavar. Lesið eisini á bls. 11. Umfatandi leiting eftir oljuleka – Enn vita vit ikki, nær støðin letur uppaftur, men tað verður so ikki, fyrr enn vit vita, um tað er hjá okkum, at trupul­leikarnir við royki stava, sigur Niels Juel Nattestad, stjóri Mynd: Vilmund Jacobsen Tangarnir, sum Statoil í Saltangará hevur, taka einar 20.000-30.000 litrar hvør, so tað er ikki smávegis arbeiði av at tøma og trýstroyna teir Mynd: Vilmund Jacobsen