Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 - 23. mars 2006  Løgtingið og Landsstýrið vildi ikki vita av Arbeiðsoysiskipanini, tá ið hon var í stórum trupulleikum, men nú hon eigur pengar, eru hon knappliga áhugaverd, sigur Jan Mortensen, stjóri í vinnuhúsinum Arbeiðsloysis­ skipanin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta líkist bæði talibanismu og manipulatión. Eru fakfeløgini hvass­ orð­að um ætlanina hjá pol­itiska valdinum at taka Arbeiðsloysisskipanina frá pørtunum á arbeiðs­ marknaðinum og leggja hana beinleiðis á fíggjarlógina, er stjórin í vinnuhúsinum ikki mildari í sínum dómi. – Hann sigur, at ætlanin byggir á eina tulking av stýris­skipanina, sum minnir um talibanismu. Jan Mortensen vísir á, at ALS varð sett á stovn eftir eina semju ímillum fakfeløg og arbeiðsgevarar, samstundis sum lønarhækkingin ta ferðina varð sett í skipanina sum stovnsfæ. Síðani hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum um­sitið skipanina. – Vit hava umsitið skip­ an­ina í góðum tíðum, men serliga hava vit umsitið hana í ringum tíðum, sigur stjórin í Vinnuhúsinum. Hann vísir á, at í ringastu kreppuni var skipanin í al­stórum trupulleikum, men tá vístu politikararnir skipanini frá sær og vildu onki hava við hana at gera, júst tí at tað vóru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum eiga hana. – Tá sluppu vit at eiga skip­anina og máttu loysa trupulleikarnar sjálvi. Men nú eigur skipanin pening og tí er hon knappliga vorðin áhugaverd, staðfestir Jan Mortensen. Talibanisma og manipulatión Hann sigur, at ætlanin hjá politiska valdinum at leggja ALS undir fíggjarlógina, byggir á eina tulking av stýrisskipanarlógini, sum minnir um talibanismu. – Í londunum rundanum okkum eru skipanir, sum ALS og Samhaldsfasti heilt vanligar og tí er tað ómetaliga torført at skilja tað, sum nú fer fram. Hann heldur, at spurn­ing­ urin um ALS-gjaldið kann metast sum ein skattur, er ein akademiskt kjak og eg dugi ikki at síggja, hvussu tað skal vera avgerðandi fyri, hvussu vit skipa samfelagið. – Hjá okkum snýr tað seg bara um at finna eina loysn, sum riggar væl. Jan Mortensen vísir eisini á, at ein serfrøðingabólkur av løgfrøðingum hevur kann­ að og útgreinað, um ALS er skattur ella ikki og meirilutin kom til ta niðurstøðu, at talan var ikki um skatt. – Men tað vísir seg sum um at embætisverkið ikki klárar at góðtaka hesa niður­ støðu og tí verður kortini gjøgnumtrumfað, at talan er um skatt. – Til at hjálpa sær við hes­ um, varð ein nýggjur bólkur settur niður, men tá varð syrgt verður fyri, at bara tey rætttrúgvandi vórðu vald í bólkin og tey koma sjálvsagt til eina aðra niðurstøðu, sum hóvar til endamálið. – Men tá ið fylgibólkurin, sum skal fylgja við arbeið­ num, at kalla bara er mann­ aður við fíggjar­nevnd­ar­ limum, sum nú einaferð skal viðgerða uppskotið, líkist tað beinleiðis manipulatión. Fara á glið Jan Mortensen sigur, at ætl­anin er nú at fáa ser­frøð­ ingar at útgreina, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa, verður ALS og aðrar skipanir tiknar av, og lagdar undir ALS. Men hann ivast ikki í, at verður ALS lagt á fíggj­ar­ lógina, fer skipanin á glið og so veit ongin, hvar tað endar. – Hvørja trygd hava vit fyri, at inngjaldið í veru­ leikanum endar í ALS, tey árini, inngjaldið er størri enn útgjaldið, spyr hann. Hann stúrir sostatt fyri, at endar ALS í stórapotti á fíggjarlógini, er vandi fyri, at peningur, sum í veruleikanum eigur at verða goldin inn í ALS, fer at verða tikin til onnur endamál,. Undir øllum umstøðum metir hann at, at tað er sera ivingarsamt um partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava hug til at halda fram í stýrinum fyri skipanum, sum teir onga ávirkan hava á. Kundi valt aðra loysn Jan Mortensen heldur, at Bjarni Djurholm, lands­ stýrismaður í arbeiðs­markn­ að­armálum, hevur grein í sínum máli, tá ið hann av Løgtingsins røðarapalli ávar­ aði tingið ímóti at skapa sær óneyðugar trupulleikar og ávaraði ímóti, at politikarar stygdu arbeiðsmarknaðin frá sær og fingu hann ímóti sær. Hann heldur, at ístaðin fyri at velja hesar konfrontatións- kósina við arbeiðsmarknaðin, kundi landsstýrið heldur sæð tað skilagóða í at savna allar skipanir, sum partarnir á arbeiðsmarkaðinum umsita, í ein arbeiðsmarknaðarstovn, fyri at loyst tær enn meiri frá politisku skipanini. Hann hugsar her um ALS, Samhaldsfasta, Frítíðar­ grunnin og Barsilsskipanina og kanska aðrar skipanir við. Meiri á síðu 16. Góðtaka ikki ætlanina Tað, sum hevur fingið allan arbeiðsmarknaðinn á gos, er, at løgtingið í løtuni hevur eitt mál til viðgerðar, sum miðjar ímóti at staðfesta, at inngjaldini til ALS, er ein skattur. Men samstundis er ætlanin at staðfesta, at tað er bara Løgtingið, sum hevur heimild at krevja skatt inn. Samtykkir Løgtingið ætlanina, hevði tað borið í sær, at allur peningurin og øll inngjaldini í Ar­beiðsloysisskipanini, skulu takast úr skipanini og leggjast beinleiðis á fíggjarlógina. – Tað merkir í roynd og veru, at ALS verður av­tikið, sigur stýrið í ALS, har fakfeløg og ar­beiðsgevarar eru um­boðað. Og tað góðtaka tey ikki, tí tey siga, at ALS er ein skipan, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir hava stovnað og sjálvir gjalda allan pen­ ingin í og sostatt eisini sjálvir skulu umsita. Tað hevur eisini verið frammi, at hetta rakar ikki bara ALS, men bæði arbeiðsmarknaðar- eftirlønargrunnurin, barsils­skipanin og frí­tíðar­ grunnrin fáa somu lagnu. Frítíðargrunnurin er ein grunnur, har øll frí­ tíðarløn stendur, sum ikki er heintað. Jan Mortensen: Hetta líkist talibanismu og manipulatión – Tað vísir seg um um at embætisverkið vil ikki góðtaka eina løgfrøðiliga niðurstøðu og tað er ómetaliga torført at skilja tað, sum fer fram í løtuni, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum Anders Fogh Rasmussen hevur játtað at taka lut í kunningardegnum, sum Norðuratlantsbólkurin bólkurin á Fólkatingi skipar fyri tann 31. mars. Hetta verður fyrsta ferðin, at høvi verður hjá føroyskum lesandi at hitta Forsætisráðharran undir slíkum umstøðum. Umframt Anders Fogh Rasmussen, verða fleiri aðrar navnframir danskir politikkarar partur av tiltakinum. Eitt nú undir­ vísingarmálaráðharrin, Bertel Haarder, Um­hvørv­ is­­málaráðharrin, Connie Hedegaard, floks­for­mað­ ur­in hjá danska Javn­að­ar­ flokkinum, Helle Thorning- Smith og uttanríkispolitiski fram­søgumaðurin hjá Dansk Folkeparti, Søren Espersen. Seinasta freist at tekna seg til tiltakið er fríggjadagin 24. mars. -mørk Fogh hittur føroysk lesandi