hósdagur 23. mars 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 59 - 23. mars 2006
Løgtingsmaðurin
Johan Dahl, ið
hevur bjóðað Kaj
Leo Johannesen av
um formanssessin í
Sambandsflokkinum,
heldur, at hann hevur
neyðugt slagkraftina
til at menna og
leiða flokkin aftur í
fremstu røð
Formansval
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í annaðkvøld byrjar árligi
landsfundurin hjá Sam
bandsflokkinum í Lærara
skúlahøllini. Mest spennandi
evnið á fundinum er ivaleyst
valið av formanni flokksins.
Suðuroyartingmaðurin
Johan Dahl hevur bjóðað
sitandi formanni, Kaj Leo
Johannesen, av, og í annað
kvøld skulu sambandsfólk
so gera av, um tey vilja
hava Johan Dahl ella Kaj
Leo Johannesen til formann
næsta árið.
Brúk fyri einum
sterkum profili
Johan Dahl sigur, at hann
hevur valt at stilla upp
eftir áheitan frá fleiri lim
um í lokalfelgunum hjá
Sambandsflokkinum kring
landið, sum hava víst sína
ónøgd við verandi leiðslu,
og sum halda, at flokkurin
hevur brúk fyri einum sterk
um profili.
– Teir, sum hava heitt á
meg um at stilla upp, halda,
at eg havi tað neyðugu slag
kraftina og tann profil, sum
skal til. Sjálvur haldi eg
eisini, at eg havi styrkina
og visjónirnar, ið skulu til
fyri at styrkja flokkin og
fáa hann víðari, sigur Johan
Dahl.
Tingmaðurin heldur, at
sum er, hevur flokkurin alt
ov lítla ávirkan í mun til
støddina.
– Vit sita í samgongu
sum størsti flokkur uttan at
hava løgmann. Vit hava áður
havt leiðsluna í samgongum
við millum annað Edmund
Joensen og Paula Ellefsen,
og tá hava vit víst góð úrslit.
Edmund sat sum løgmaður
í ivaleyst størstu kreppuna í
Føroya søgu, og tað kláraði
hann ótrúliga væl. Tað ræður
um hjá okkum at koma aftur
í landsins ovasta sess. Men
seinastu veljarakanningarnar
vísa tíverri ikki, at útlit eru
fyri, at vit fáa leiðsluna aftur,
sigur tingmaðurin.
– Eg eri øgiliga góður við
Sambandsflokkin og havi
altíð stuðla honum. Men
hesa seinastu tíðina havi eg
saknað power, strategi og
dynamikk aftan fyri flokkin.
At tað verður stungið út í
kortið, hvat tað er, sum vit
vilja. Tann parturin av flokk
inum haldi eg ikki virkar
nóg væl í løtuni, sigur for
mansvalevnið.
Flokkurin er eitt
gott alternativ
Johan Dahl heldur, at Sam
bandsflokkurin hevur eina
bjarta framtíð, og at flokkurin
hevur allar møguleikar at
vinna seg heilt fram aftur.
– Vit eru eitt gott alterna
tiv, tí í dag er bert ein sam
bandsflokkur í Føroyum,
meðan restin av flokkunum
á tingi eru loysingarflokkar.
Vit eru einasti flokkur,
sum burturav vil verja ríkis
felagsskapin. Eg haldi eisini,
at nógv fólk ikki skilja ríkis
felagsskapin. Nógv hugsa
bert um blokkin, men tað
eru so nógvir aðrir ágóðar,
ið vit fáa í sambandi við
ríkisfelagsskapin, so sum
atgongd til danska heilsu
verkið, føroyskir ungdómar
kunnu fara á hægri læru
stovnar í Danmark, og so
kunnu vit eisini gera gagn
av donskum sendistovum
kring allan knøttin, greiðir
Johan Dahl frá.
Ikki persónsstríð
Formansvalevnið úr Suð
uroynni leggur stóran dent
á, at formansvalið í Sam
bandsflokkinum ikki er nak
að perssónsstríð.
– Kaj Leo og eg eru stak
væl, og vit standa saman
um politikkin. Tað snýr seg
um sambandspolitikk, og
hvussu vit fáa hann fram.
Hvørjar leiðir skal flokkurin
ganga, og hvussu kemur
flokkurin aftur at ganga á
odda í føroyskum politikki,
sigur Johan Dahl, ið heldur
tað verða umráðandi, at tal
an ikki gerst um eitt persóns
stríð.
Tingmaðurin heldur eis
ini, at tað er umráðandi
at fáa bæði lokalfeløgini
og ungmannafeløgini hjá
Sambandsflokkinum kring
landið meiri virkin.
– Sum nú er, hendir ikki
so nógv í feløgunum, men
tú kanst gera nógv meira í
flokkshøpi, og tað kann til
dømis verða við at skipa fyri
evnisdøgum kring landið,
har ikki bert sambandsfólk
men øll áhugað kunnu verða
við. Tað eru jú lokalfeløgini,
ið hava fingurin á pulsinum
og vita, hvat tað er, ið
rørir seg úti kring landið.
Tað er eisini umráðandi,
at Sambandsflokkurin fer
at leggja størri dent á at
menna útjaðaran. Gamaní
skal Havnin hava alt tað,
sum ein høvuðsstaður skal
hava, men samstundis er
neyðugt at menna útjaðaran,
soleiðis at vit fáa ungfólk
við útbúgving at støðast í
útjaðaranum, sigur Johan
Dahl.
Hann heldur somuleiðis,
at vit fyri at draga fólk við
serkunnleika til Føroya
kunnu gera serskattaskipanir,
ið geva eitt nú granskarum
og serkønum fyrimunir.
Slíkar skipanir kenna vit frá
eitt nú Danmark og Írlandi,
sigur tingmaðurin.
Hevur góðar vónir
Spurdur, hvørjar vónir hann
hevur fyri at verða valdur til
formann, sigur Johan Dahl,
at hann hevur góðar vónir.
– Eg haldi, at eg havi ein
rímuliga góðan møguleika
fyri at verða valdur til for
mann. Stillararnir hjá mær
arbeiða aktivt við at útvega
neyðugu atkvøðurnar, ið
skulu til fyri at fáa meiri
lutan. Eg trúgvi eisini, at
mítt arbeiði sum formaður í
uttanlandsnevndini hjá løg
tinginum kemur mær til góðar
í sambandi við formansvalið.
Uttanlandsnevndin er tann
mest politiska nevndin av
øllum løgtingsnevndunum,
og í arbeiðinum í henni havi
eg víst mítt støðufesti, og tað
fer vónandi at koma mær til
góðar í annaðkvøld, sigur
Johan Dahl.
Hann heldur tó, at tað sær
út til at gerast eitt sera tætt val,
men hann vónar tó, at talan
verður um greiðan sigur til
annað av valevnunum, so at
Sambandsflokkurin stendur
samlaður fram móti 100 ára
degnum hjá flokkinum, sum
verður í august mánað í ár.
– Um eg verði valdur, fara
sambandsfólk ikki beinan
vegin at merkja nakran
mun, men tey fara at merkja
mun. Í fyrstu atløgu fara vit
at endavenda flokkin fyri
at vita, hvat skal gerast fyri
at føra flokkin fram, sigur
Johan Dahl at enda.
Johan Dahl, formansvalevni:
– Eg havi neyðugu slagkraftina
– Teir, sum hava heitt á meg um at stilla upp, halda, at eg havi tað neyðugu slagkraftina og tann profil, sum skal til. Sjálvur haldi
eg eisini, at eg havi styrkina og visjónirnar, ið skulu til fyri at styrkja flokkin og fáa hann víðari, sigur Johan Dahl, ið bjóðar Kaj
Leo Johannesen av um formanssessin í Sambandsflokkinum.
Mynd: Jens Kr. Vang