hósdagur 23. mars 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 59 - 23. mars 2006
Hann hevur flogið
túsundtals tímar og
túsundtals tímar
millum Føroyar
og Danmark. Men
nú fellur hann fyri
aldursmarkinum.
Kendi flogskiparin
hjá Atlantsflogi,
Hans Hansen fylti í
gjár 65 ár, og lendi
fyri seinastu ferð við
ferðafólkum kl. 13:56
Flogsøga
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
Vágar: Hetta var sum ein
hvør annar mikudagur.
Klokkan er farin at nærkast
13:56 og har eysturi hóma
vit flogfarið.
Tað ger klárt at seta seg,
ella ...? Nei, tað kemur onga
tíð so langt niður sum til at
seta seg.
Ístaðin fyri heldur tað leið
ina út móti Sørvágsfirði og
hvørvur síðani í luftbrúnni.
Ein løta gongur, og nú sæst
frogfarið aftur har eysturi.
Hesaferð í rættari hædd.
Løtu seinni hevur tað sett
seg. Ferðafólkini koma út
aftanfyri, men har frammi
verður stigin settur fram til
starvsfólkini umborð. Og
tað er ikki uttan orsøk.
Flogskipari henda túrin er
eingin annar enn Mr. Pilot,
alias Hans Hansen, sum
seinnapartin í gjár fleyg sín
seinasta túr úr Danmark til
Føroyar við Atlantsflogi.
Hetta var eisini dagurin,
tá hann fór um tey 65 árini.
Hesin merkisdagurin merkir
eisini, at hann ikki longur
hevur loyvi til at flúgva við
ferðafólki.
Tí var talan um eina ser
staka løtu hjá Hansi, Atlants
flogi og føroysku flogsøguni
í síni heild. Hans hevur sum
nakar verið við til at mynda
føroyska flogfelagið, síðani
tað fór til verka fyri eini 18
árum síðani.
Hesi árini hevur hann
flutt túsund og aftur túsund
ferðafólk. Og hann hevur
haraftrat eisini havt eitt stórt
tal av starvsfelagum við sína
lið í cockpittinum.
– Eg havi mangan flogið
saman við honum millum
Føroyar og Danmark. Og tað
hevur verið sera góðar løtur
har frammi í cockpittinum,
sigur ein av flogskiparunum
hjá Atlantsflogi, Jákup
Winther Lauritsen.
Hesin var sjálvandi eisini
á vøllinum, tá Hans lendi á
seinasta sinni fyri Atlants
flog.
Offraði seg fyri felagið
Seinnapartin í gjár var
ein hópur av fólki savnaði
saman á flogvøllinum fyri
at heiðra aldursforsetan í
Atlantsflogi.
Millum hesar var Jákup
sjálvur, og sum hevur verið
flogskipari í sjey ár.
Og fyri hann er eingin
ivi um, at Hans hevur havt
sera stóran týdning fyri flog
felagið, flogskipararnar og
starvsfólkið annars.
– Hans hevur sjálvandi ver
ið við til at lagt lunnar undir
Atlantsflog. Og hann hevur
eisini offrað ótrúliga nógv
fyri felagið.
– Hann hevur lagt bæði lív
og sál í sítt arbeiði. Ja, tað
hevur hann gjørt allan vegin
ígjøgnum, sigur Jákup.
Ábyrgd og ídni
Jákup Winther Lauritsen hev
ur somuleiðis flogið mang
an túrin saman við Hansi á
Føroyaleiðini.
Fyri hann og hinar flog
skipararnir hevur Hans verið
líkasum ein fyrimynd fyri
ábyrgdarfulla arbeiðið sum
flogskipari.
– At flúgva saman við
honum er fínasta slag, sigur
Jákup.
Onnur starvsfólk á flog
vøllinum siga tað sama:
Hans er fryntligur, profesjo
nellur og sera íðin í arbeiði
sínum.
Tí er tað ein royndur og
vælumtóktur flogskipari,
sum nú gevst at flúgva við
ferðafólkum.
Men skal ein trúgva honum
sjálvum, so ætlar hann ikki
at leggja stýripinnin til flog
farið frá sær í bræði.
Í einum hangari stendur
hansara egna Cessna-flog
far.
Mr. Pilot fleyg sín seinasta túr
Hans Hansen hevur frá byrjan verið ein av ímyndunum av føroyskari flúgving á egnum veingjum. Mikudagin fleyg hann fyri seinastu ferð sum flogskipari hjá Atlantic Airways