Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 61 - 27. mars 2006 Barnasjúkan kikhosti hevur aftur fingið festi í Føroyum. ‒ Eg havi ongantíð verið vitandi um at so nógv eru smittaði sum nú, sigur kommunulæknin í Vágum, Marius Dam Sjúka Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Seinastu tíðina hava fleiri børn í Føroyum, og serliga Vágoynni fingið staðfest barnasjúkuna kikhosta. Kikhosti hevur meir ella minni verið útruddaður úr Kikhosti herjar í Føroyum Føroyum, men hevur nú rættuliga fingið fótafesti aftur. ‒ Kikhosti er ein sjúka, sum smittar sera illa. Umleið 90 prosent av teimum, sum hava verið í samband við fólk, sum hava kikhosta, verða smittaði, sigur Marius Dam. Tí er ógvuliga umráðandi at børn og vaksin, sum eru forkølað og hosta halda seg burtur frá smáum børnum. – Kikhosti byrjar sum eitt vanligt forkølilsi, og tí er torført at vita at tað er tað ein hevur. Eisini smittar kikhosti undir tí sokallaðu inkubatiónstíðini, tá ein følir seg heilt frískan, sigur Marius Dam. Ikki somu styrki Orsøkin til hví kikhosti kann gerast álvarsligur hjá pinkubørnum er, at tey ikki hava ta styrki, sum vaksin og eldri børn hava at hosta. Hjá Landslæknanum siga tey, at tey higartil bara hava fingið tríggjar fráboðanir um kikhosta í ár, men at tey vita at fleiri eru á veg. Tey fáa fráboðanir um øll børn, sum hava kikhosta undir eitt ár. Marius Dam sigur, at í gomlu vaccinatiónsplanini blivu børn vaccinerað, tá tey vóru tríggjar og fimm vikur. Tá var ógvuliga óvanligt at børn fingu kikhosta. Nú verða børnini vaccinerað móti kikhosta, tá tey eru tríggjar, fimm og tólv mánaðir. Tá kikhosti er staðfestur verður ein viðgjørdur við antibiotika, íð virkar upp á kikhosta bakteriuna. Hostin kann fortseta í upp til seks vikur, men smittar ikki alla tíðina. – Vaksin fólk og eldri børn kunnu eisini fáa kikhosta, sigur Marius Dam. Og hóast ein hevur havt kikhosta, so kann hann koma aftur seinni í lívinum. – Vaksin fólk kunnu eisini fáa ein harðligan kikhosta, men nógv fáa ein lættari variant. Marius Dam ræður øllum foreldrum at pinku- børnum at halda seg til vaccinatiónsprogrammið og at ikki umgangast fólk sum eru forkølað ella hosta. Kikhosti Kikhosti byrjar sum eitt forkølilsi við hosta og eitt sindur av fepuri. Hostin verður alt verri og kemur meiri og meiri í herindum. Aftan á nakrar vikur kann hostin gerast so ringur, at barnið missir andan og blívur blátt í andlitinum. Hostianføllinu enda ofta við at barnið spýr ella hostar upp slím. Eftir eini seks vikum gevst hostin. FAKTA Fleiri børn enn vanligt hava barnasjúkuna kikhosta Modellmynd Diefenbach er ein av teimum mest spennandi bólkunum á danska tónleikapallinum, við sínum ravmagns- kenda popprokki og fangandi melodium, nú sleppa føroyingar at upplivað bólkin á tveimum konsertum. Konsert Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Danski popp/rokk bólkurin Diefenbach kemur til Føroyar at spæla tvær konsertir 7. og 8. apríl. Konsertirnar verða í Rex og í TB-Húsinum. Hetta er fyrstu ferð, at hesin yndisbólkur hjá donskum ummælarum vitjar í Føroyum, og teir siga á sínum myspace profili, at teir gleðast um møguleikan. Diefenbach gjørdust veruliga kendir bæði í Danmark og kring heimin í 2004 við fløguni Run, Trip, Fall, ið var skýrd eitt meistaraverk av ummælarum í Danmark, Bretlandi og Amerika. Eisini nýggjasta fløgan, ið kom út í fjør, Set & Drift hevur fingið góða móttøku. Serliga lagið Gloria hevur verið nógv at hoyrt. Diefenbach er ein av bólkunum, ið danski tónleikaídnaðurin sýndi fram á stóru Poppkomm messuni í Berlin í fjør. Her valdi ídnaðurin og danska mentamálaráðið bestu og mest útflutningsbaru bólkarnir at umboða Danmark. M.a. vóru Nephew og Carpark North við. Tónlistarliga kann Diefenbach í ein ávísan mun bólkast við júst Carpark North, hóast teir eru væl friðarligari. Til ber at hoyra tónleikin hjá Diefenbach á teirra Myspace síðu. www.myspace.com/ diefenbachmusic Diefenbach kemur til Føroyar