týsdagur 28. mars 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 62 - 28. mars 2006
Høg góðska tykist
at vera tað, ið tey
trý nøvnini, ið
Asfalt avdúkar hava
til felags. All That
Rain, Tarira og The
Story Ends eru
tríggir sera ymiskir
tónleikabólkar, ið á
hvør sín hátt borga
fyri høgari góðsku
ASFALT
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Risatónleikatiltakið Asfalt
avdúkar í hesum døgum
trý tónleikanøvn afturat, ið
eru við til at gera hetta til
eitt tað mest fjøllbroytta
tónleikatiltak í Føroyum
nakrantíð.
Popprokkur,
progressivur rokkur og kór
sangur í heimsflokki verður
at hoyra, tá All That Rain,
The Story Ends og Tarira
fara at framføra.
Tarira er kanska besta
kórið í Føroyum, All That
Rain er ein framúrskarandi
popprokkbólkur og The
Story Ends eru eitt tað mest
spennandi nýggja navnið á
føroyska rokkpallinum.
Regn í Tórsgøtu
All That Rain hava síðan
fyrsta dagin verið millum
bestu dansibólkar í Føroyum.
Bólkurin byggir á herðarnar
hjá stóra 90’ára bólkinum
Kjølar. Teir tríggir Kjølarnir
Jens Marni, Jens Tummas
og Henning stovnaðu All
That Rain. Síðan Jens
Marni fór úr bólkinum og
gjørdist Showmaður hava
skiftandi oddamenn mynd
að bólkin, umframt at gitt
arleikararnir hava verið
fleiri. Seinasta hálvt annað
árið hevur ein av sterkastu
føroysku oddamonnunum
tangzið Rókur Jakobsen
staðið á odda. Við honum
flutti All That Rain seg frá
at vera ein fantastiska góður
dansibólkur til ein veruligan
góðsku konsertbólk. Laga
skriving fekk nýtt lív, og
heildarmyndin broyttist. Í
Prix Føroyar hálvfinaluni
á Tvøroyri í fjør, gjørdist
All That Rain ein tann jalig
asta upplivingin.Seinastu
mánaðarnar hevur fyrrver
andi Mark No Limits gittar
leikarin Jóhan Ziskason
spælt í All That Rain. Við
hesum eru tríggir av sterkastu
melidiøsu poppbólkunum úr
seinhálvfemsunum: Kjølar,
Tangz og Mark no Limits
runnir saman.
Inniligur kórsangur
Inniligt og andaligt eru
bestu orðini at lýsa Tariru.
Hetta er føði fyri sálina av
tí góða slagnum. Tá kór hjá
Sunleifi Rasmussen syngja,
veitst tú, at tú kanst vænta
høga góðsku, men eisini
okkurt forkunnugt, og ofta
avbjóðandi kórsang. Tarira
er eitt kór við ótrúliga dugna
ligum sangarum. Sangarar
sum eru kendir úr føroyska
kórheiminum, og sum saman
borga fyri framførslum í
serflokki. Kórið hevur altíð
eina spennandi sangskrá, við
verkum hjá kórleiðaranum,
øðrum føroyskum tónasmiðj
um, útlendsk verk. Her er
talan um bæði nýggj og
gomul.
Tarira hevur sungið nógv
seinastu árini bæði heima
og úti. Herfyri hevur kórið
fingist við renesansutónleik,
við hesum tónleiki var kórið
m.a. í Íslandi á sangferð. Tað
verður spennandi at hoyra,
hvat kórið fer at borðreiða
við á Asfalt. Men eingin ivi
er um, at hetta verður av
høgari góðsku.
The Story Ends
The Story Ends er ein pro
gressivur rokkbólkur sum
ongantíð skuffar áhoyrarar
nar.
Í vetur luttók The Story
Ends í GBOB kappingini,
og har stóð bólkurin seg sera
væl. The Story Ends spældi
seg í tjóðarfinaluna og vann
nógv hjørtu á vegnum.
Bólkurin er tiltikin fyri at
flippa totalt út á pallinum.
Sostatt fær áhoyrarin bæði
nakað til eygu og oyru.
Løgini hjá The Story Ends
eru rættiliga “skeiv” men
tó løtt at fanga. Um tú vilt
hava ein forsmakk uppá
teirra tónleik, so kanst tú
klikkja teg á teirra profil á
www.myspace.com/storyends.
Her kanst tú umframt at lurta
eftir tónleiki síggja myndir
av gørpunum í The Story
Ends. Har eru fýra løg, sum
tú kanst taka niður, og av
teimum er tað kanska ser
liga “The Ballad Of A Four
headed Monster” sum skarar
framúr.
Góðskutónleikur á Asfalt
Progressivi rokkurin hjá The Story Ends gevur nakað til bæði oyru og eygu
Andalig
øsing
Stór samrøða við Eyðun
Joensen, sálarfrøðing,
um fyribrigdið: Andalig
øsing og ungdómar
Ímorgin
Café
kanning
Kanning av kaffistovum
í Tórshavn – hvar er
hugnaligast, bíligast og
lekrast.
Slepp frá
fótsoppi
Fótasoppur
er
ein
tann
mest
vanliga
soppaígerðin, sum trívist
best í hita.
Hósdagin
Fríggjadagin
Todi:
Hug-
burðurin
í Noreg er
øðrvísi
Fótbóltur 06 er partur av
VikuskiftisSosialinum