týsdagur 28. mars 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 62 - 28. mars 2006
Pedagogur/
stuðulsfólk
Søkt verður eftir einum stuðulspedagogi til
eina familju við tveimum børnum í Fuglafjarðar
kommunu, at byrja skjótast gjørligt.
Endamálið við stuðlinum er í samstarvi við barna-
verndarnevndina og foreldrini, at hjálpa í heimin-
um og at vera um børnini.
Arbeiðsstaðurin er í heiminum hjá familjuni.
Arbeiðstíðin er 25 tímar um vikuna og starvið
verður sett fram til 30. juni 2006.
Ynskiligt er at tann ið settur verður, hevur hóskandi
fakliga útbúgving ella royndir.
Setanin er sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Irenu
Olsen, sosialdeildarleiðara á tlf. 44 50 06/21 08 06.
Umsóknir við møguligum avritum av prógvi verða
at senda Barnaverndini í seinasta lagi mánadagin
tann 3. apríl.
Fuglafjarðar býráð
Barnaverndarnevndin
Norður í Gerði 10
530 Fuglafjørður
Vaskifólk
Hervið verður søkt eftir einum vaskifólki til
Vestmanna Skúla at byrja 1. mai 2006.
Arbeiðið er lønt sambært sáttmála ímillum
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya
Arbeiðarafelag.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
Vestmanna Kommunu, tlf. 470110.
Skrivlig umsókn skal vera kommunuskrivstovuni í
hendi í seinsta lagi 11. apríl 2006.
Vestmanna kommuna
Kunngerð
frá útskiftingarnevndini
á Skála
Útskiftingin uttangarðs av Skálafjalli, Miðjan og
Skálafjalli, Ytraparti, Skála bygd, varð endað við
úrskurði sagdur á fundi í Skálafirði 15. mars 2006.
Hesin úrskurður varð latin til ákæru frá sama degi
sbrt. kap. 9 í útskiftingarlógini frá 27. mars 1939.
Møguligar kærur skulu vera skrivligar og stílast
til Yvirútskiftingarnevndina, Sorinskrivarin, C.
Pløyensgøta 1, Tórshavn. Kærufreistin er 3 mánaðir
frá 15. mars 2006.
Útskiftingarskjølini liggja frammi hjá kommununi
í Runavík og á Matrikulstovuni í Tórshavn, til
kærufreistin er úti.
Øssur Á. Midjord,
útsk. form.
Lesið
-so eru tit við!