Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mars 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 63 - 29. mars 2006 Tær 20 høvuðsupp­ gávurnar hjá næm­ ingum á 2 HF, ið eru raktar av ósemjuni millum Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara og Menta­ málaráðið verða væntandi rættaðar, sigur formaðurin í Yrkisfelagnum Ósemjan í Hoydølum Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Landstýrismaðurin í Menta­ málum segði í tinginum fríggja­dagin, at hann ætlar sær ikki at takað aftur ávar­ ing­arnar, ið hann hev­ur giv­ið 12 lærarum á Før­ oya Stundentaskúla og HF-Skeiðið fyri at hava lut­tik­ið í arbeiðssteðgi, ið fak­felagið hjá lærarunum hevði lýst. Hann sigur, at málið liggur hjá Løgtingsins umboðsmanni, og áðrenn av­gerð er tikin í hesum máli, verða ávaringarnar ikki tiknar aftur. Hans Andrias Sølvará for­­maður í Yrkisfelag Stu­ denta­­skúla- og HF-lær­­ara, sig­ur støðan hjá felag­­num eisini er óbroytt. Høv­uðs­ upp­gáv­urnar, ið 20 næm­ing­ ar á HF skeiðnum lótu inn verða ikki rættaðar fyrr enn ávaringarnar verða tikn­ar aftur. Eisini hevur fe­­lagið fyrr boða frá, at lim­­ir felag­­sins ikki fara at lut­taka í ar­beið­ inum í uppgávunevndunum, ið gera uppgávurnar til próv­ tøkurnar. Støðan tykist læst. Men so er ikki sambært Hans Andrias Sølvará, ið hev­ur góðar vónir um, at mál­ið verður loyst við sam­ ráðingum. Samband er í mill­um partarnar, og vit vóna og vænta, at ein loysn verður funnin skjótt, sigur for­maðurin. Eisini úr Mentamálaráð­ num verður sagt, at Menta­ málaráðið og Yrkisfelag Studentaskúla og HF-lærara arbeiða við at finna eina loysn, soleiðis at tað ikki kemur at nerva próvtøkurnar í summar, og at næmingarnir tískil fáa prógv til tíðina. Vararektarin á Føroya Studentaskúla og HF-skeið­ ið Jákup P. Strøm, sigur, at sum er, verða tær 10 upp­ gávurnar, ið vóru lætnar inn, áðrenn arbeiðssteðgurin varð lýstur, rættaðar. Hinar 20 uppgávurnar verða í løt­uni ikki rættaðar. Hann ynskir annars ikki at úttala seg um málið og vísir til, at málið liggur hjá Menta­ málaráðnum. Spurningurin um, hvør støða kann met­ ast at vera eitt und­an­ tak, er høvuðsorsøkin til, at Mentamálaráðið og Studentaskúla og HF-lærara enn ikki hava skrivað undir nýggjan sáttmála Ósemjan í Hoydølum Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Orsøkin til ósemjuna mill­ um Mentamálaráðið og Yrkis­felag Studentaskúla og HF-lærara er at finna í upptøkuni í fjør summar. Tá vórðu 77 næmingar tikn­ir upp á málsligu deild á Føroya Studentaskúla og HF-skeiðið. Tá hægsta mark fyri næmingatal er 24 næmingar, var talið ov høgt til tríggjar flokkar. Menta­málaráðið metti hetta vera eina undantaksstøðu og kundi tí sambært proto­ kollati frá 14. mai 2001, fara upp um vanliga næminga­ hámarkið í hvørjum flokki. Áðrenn myndugleikin tek­ ur avgerð um hetta, skal málið verða sent Yrkisfelag Studentaskúla og HF-lær­ ara til ummælis. Men í hes­ um føri var Yrkisfelagið ikki samt í, at talan var um undantak, men heldur um eina skipaða ætlan. Menta­ málaráðið valdi, tó at halda fast í síni avgerð, og tók stig til at 3 flokkar vóru á málsligudeild. Tá vit spurdu í Menta­ málaráðnum í morgun, var henda sama orsøk førd fram. Vit fingu innlit í bræv, ið varð sent til Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara 2. oktober í fjør. Her stendur: “Tað, at felagið leggur ar­beið­ ið niður, tí felagið er ikki samt í tulkingini hjá arbeiðs­ gevaranum, tað er ikki tað sama, sum at leggja arbeiðið niður, tí sáttmálaloysi er. Sáttmálasamráðingar hava ikki verið millum Fíggjar­ málaráðið og Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara um nýggjan sáttmála.” NUD Á tingfundi fríggja­ dagin heittu ting­limir í samgongu og andstøðu á lands­stýrismannin í menta­málum um at taka aftur ávaringarnar til 12 lærarar á Før­ oya Studentaskúla og HF-skeiði. Javn­ aðartingmaðurin John Johannesen ivaðist í, um lands­stýrismaðurin ikki mundi vera farin út um sínar heimildir Ósemjan í Hoydølum Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Á tingfundinum fríggjadag­ in spurdi tingmaður javn­aðar­ flokksins, John Johannesen, landstýrismannin í menta­ málum Jógvan á Lakjuni um politiskar og løgfrøðisligar grundgevingar fyri at geva 12 lærarum á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði ávaringar fyri at luttakað í arbeiðssteðgi í fakfelagið hjá lærarunum hevði lýst. John Johannesen segði m.a., at hann helt, at í hesum málinum var landstýrimaðurin farin útum sínar heimildir, og átti at tikið stig til at tikið ávaringarnar aftur ongantíð ov skjótt. Svarið hjá landsstýris­mann­ inum var sera langt og lýsti alla málsgongdina. Hetta fekk løgtingsmenn bæði í andstøðu og samgongu at finnast at landstýrismannium fyri at grugga málið. Metingar hjá løgfrøðingum Landstýrismaðurin greiddi frá, at grundgevingin fyri ávaringarnar var ein løg­ frøðilig meting gjørd av løgfrøðingum í Fíggj­ar­ mála­ráðnum og Menta­mála­ ráðnum, um at arbeiðs­steðg­ urin var ólógligur. John Joannesen var ikki nøgdur við svarið, og metti ikki at landstýrismaðurin hevði greitt frá, hvørjar hesar løgfrøðiligu grundgevingar vóru. Landstýrismaðurin vísti tó í svari sínum á, at orsøkin var, at løgfrøðingarnir ikki mettu, at talan var um sáttmálaloysi, sum Yrkisfelagið annars hevði sum orsøk fyri ar­beiðs­ steðginum. Tí samráð­ing­ arnar um nýggjan sáttmála ikki vóru farnar í gongd, og tá er siðvenja at fari verður undir sáttmálasamráðingar, tá ein sáttmáli gongur út. Men landstýrismaðurin við­ gekk, at avgerðin at geva lærarunum eina ávaring, var hansara. Skuldu boða limunum frá ávaringini Landstýrismaðurin segði í svari sínum til John Johanne­ sen, at Mentamálaráðið dagin fyri verkfallið boðaði Yrkisfelagnum frá. At um lærarar niðurløgdu und­ir­vís­ ing­ina, var talan um fráveru uttan lógliga grund, og at hetta fór at fáa avleiðingar fyri teir. Mentamálaráðið gav Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara boð um at boða avvarðandi lærarum frá, at arbeiðsgevarin ætl­ aði at geva ávaring fyri ólóg­liga fráveru, og at um ólóglig frávera endurtekur seg, so verða stig tikin til at burturvísa læraranum úr starvinum. Hesum funnust eitt nú Høgni Hoydal og Annita á Fríðriksmørk hvassliga at, og kallaðu tað eina roynd at sáa split millum fakfeløg og limir, tey mettu, at hetta var ein partur av eini røð av átøkum hjá samgonguni at leggja eftir og ikki virða fakfeløg. Hvar er løgmaður Bæði Annita á Fríðríksmørk og Høgni Hoydal spurdu eisini um, hví løgmaður, ið hevur eftirlit við lands­ stýris­monnunum, helt seg burtur frá málinum. Tey vístu á, at vit hava ráð­harra­ ábyrgd og løgmaður átti at kannað málið, heldur enn, at tað skuldi verið neyð­ugt, at tað endaði hjá um­boðs­ manninum. HF næmingar fáa væntandi prógvini Ósemjan er eitt stríð um undantøk Tingmenn vilja hava Landstýrismannin at taka ávaringar aftur Sleppið frá fótsoppi Fótasoppur er ein tann mest vanliga soppa­ ígerðin, sum trívist best í hita. Hósdagin Fríggjadagin Súrlig nátt í Keyp­manna­ havn Tað kendist sum um, at Kári P. var komin heim, tá hann skapti bíðirøð uttan fyri Skarv. Sosialurin var við tá útisetatrubadururin fylti føroyska vertshúsið í Keypmannahvn. Lesi frásøgn frá gandakendu veitlsuni. Mítt dreyma­ landslið Jóannes Jakobsen og Óli Johannesen hava ver­ið verjuálitini, tá Før­ oy­ar hava spælt í al­tjóða fótbólti. Vit hava biðið liðskipararnar báð­ar seta saman sítt dreyma­ landslið, mannað við spæl­arum frá 1988- 2006. Fótbóltur 06 er partur av VikuskiftisSosialinum Fríggjadagin