Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mars 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 63 - 29. mars 2006 19 Café Krókur (2x3) Kaffi krúss 12 krónur Búffburgari 35 krónur Franskur hotdog 20 krónur Salatskál 25 krónur Grillmatur, køkur, góðgæti Nei Einkult innrættað. Ljóst og frítt í inngongini til Timburhandilin og Panduro. Linoleum gólv. Vit keyptu búffburgara, franskan hotdog og kaffi. Kipsini til búffburgarin smakkaðu ikki av nógvum. Burgarin og hotdoggurin smakkaðu fínt. Gott kaffi. Góð. Vinarlig kvinna hevur café’ina. Einasta café’in í hesum krókinum av býnum. Deiligt at hava eitt stað at seta seg niður, tá ein hevur keypt. Reint og nossligt. Tó er tað ikki serliga hugnaligt umhvørvi. I I I Borðkrókur (Norðurlandahúsið) Kaffikopp 15 krónur Smurt breyð 28 krónur Toast 20 krónur Dessertir 25 krónir Suppir, smurt breyð og pitabreyð. Ymisk sløg av kaffi. Ja Norðurlandahúsið er eitt fantastiskt hús og café’in er ein stórur partur av hesum. Ljóst og barnavinarligt. Ongin roykur. Vit keyptu ein café lattte, ein cappoccino og tvær dessertir. Kaffi er úr einari maskinu og merkist tað eisini á smakkinum. Dessertirnar smakkaðu gott. Súrrómin var eitt sindur ov súrur til hindberini í einari av dessertunum. Okej. Sum tað skal verða á eini slíkari café. Eitt deiligt friðskjól í Havnini. Børnini hugna sær við tey sergjørdu borðini og tey vaksnu tosa í frið. Eg sakni tó eina matskrá. Tey hava eina á internetinum, so hví ikki hava hana hangandi uppi á sjálvari café’ini? I I I I Café A Kaffikoppur 8 krónur Salat 35 krónur Smyrjibreyð úr 22 krónum Rísalamang 20 krónur Smyrjibreyð og salat. Nøkur sløg av lagkaku. Rundstykkir. Nei Í nýggju Miðlon. Modernað og ljóst, fantasisk útsýni. Perfekt stað at hava eina café. Vit keyptu hvør sín kopp kaffi og ein stykki av sjokulátakaku. Var eittt sindur turt, men væl. Rokni ikki við at kakan var nýbakað. Okej. Ikki alt ov góð. Fínt við eini café í einum handilskjarna. Og eitt stórt pluss at øll Miðlon er roykfrí. Haldi tey kundu haft størri úrval. Og hví reklamera við, at man hevur eina heimasíðu, tá hon ikki er til? I I I Café Natúr Kaffi (stóð ikki um krúss ella koppur) 15 krónur Sandwich úr 49 krónum Tortilla 65 krónir Pitabreyð 59 krónur Lættari rættir. Ís og nógv ymisk sløg av kaffi – sum cappoccino og café latte. Ja Minnur ov nógv um eina barr. Møblarnir eru myrkir og gólvið er myrkt. Vindeygaplássini eru best. Vit keyptu okkum hvør sín Natúr burgara og hann smakkaði fantastiskt. Frískar og lekrar rávørur. Okej. Einki útyvir tað vanliga. Umhvørvi er kanska ikki tað stuttligasta, men uppvigast av fantastiskum mati. Hevði eg átt Café Natúr, hevði eg lagt meg eftir at gera eina café heldur enn barr. I I I I Soleiðis er kanningin gjørd Kanningin er gjørd uttan at café’irnar vita av, at vit hava verið har. Tað eri eg, Inna Tørnroos, sum havi verið á øllum støðum og við mær havi eg havt ymisk fólk, ið hava hjálpt mær at døma staðið. Vit hava hugsað nógv um umhvørvið, prísin og smakkin, tá vit hava sett stjørnurnar.