hósdagur 30. mars 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 64 - 30. mars 2006
[2]
Hvussu man gangast í Japan?
Nógv gjørdust ov sein, tá Føroya Banki fyrr
í ár beyð viðskiftafólkum at gera íløgur fyri
100 milliónir krónur í lánsbræv við trygd
ímóti at missa ílagda peningin. Men nú
kunnu íleggjarar aftur halda seg framat í
Føroya Banka.
Frá 20. mars til 7. apríl 2006 ber til at
gera íløgur í nýtt lánsbræv, sum fylgir
gongdini
á
japanska
partabræva-
marknaðinum. Íleggjarar fáa við vissu 1% í
rentu um árið. Í mesta lagi kann rentan
gerast heili 30% árliga í fimm ára
gildistíðini.
Kommuninvest í Svøríki útgevur nýggja
lánsbrævið, og Føroya Banki samstarvar
við Nordea um útgávuna. Teknast kunnu
200 milliónir krónur hesaferð.
Vilt tú vita meira um nýggja lánsbrævið,
set teg so í samband við íløguráðgevarar
bankans.
Tað er av stórum
týdningi, at viðgerðir-
nar kunnu gerast í
Føroyum, so vit eisini
kunnu menna og
styrkja tað heilsufak-
liga umhvørvið í før-
oyska heilsuverki-
num, segði Hans
Pauli Strøm, tá hann
svaraði fyrispurningi
frá Annitu á
Fríðksmørk
HEILSUPOLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Á løgtingsfundi tann 22.
mars svaraði Hans Pauli
Strøm, landsstýrismaður,
fyrispurningi frá Annitu á
Fríðriksmørk,
løgtings-
kvinnu, um landsstýris-
maðurin fer at tryggja, at
nýggja slagið av skurðvið-
gerð, sum varð umrøddur í
fjølmiðlunum herfyri, fer at
verða gjørt í Føroyum.
Hetta snýr seg um eitt
nýtt slag av skurviðgerð
fyri bróstkrabba, sum sparir
sjúklingin fyri óneyðugan
skurð undir arminum. Við
nýggja viðgerðarháttinum
ber til at staðfesta undir
sjálvari skurviðgerðini, um
krabbameinið hevur breitt
seg til eitlarnar, og er tað
ikki tilfeldið, verða eitlarnir
ikki tiknir.
– Til henda fyrra spurn-
ingin er svar mítt, at sum
landsstýrismaðurin í heils-
umálum ætli eg mær at
tryggja, at nýggi skurðvið-
gerðarhátturin fyri bróst-
krabba (ið verður kallaður
»sential node«) verður sett-
ur í verk í Føroyum. Enn
hevur bert ein royndar- ella
»pilotskurðviðgerð« verið
framd á Landssjúkrahúsi-
num, og tí skal meira
fyrireiking til, áðrenn talan
kann gerast um eina reglu-
liga viðgerð í føroyska
sjúkrahúsverkinum, sigur
Hans Pauli Strøm.
Annita á Fríðriksmørk
vildi eisini hava landsstýr-
ismannin at vita, um tað er
rætt, at kostnaðurin fyri tól-
ið, sum skal brúkast til við-
gerðina, fór at kosta einar
200 túsund krónur. Harum-
framt kemur so viðgerðin,
hvørs førleika vit hava á
landssjúkrahúsinum. Men
spurningurin er, um tað
loysir seg at senda sjúkling-
arnar av landinum av fíggj-
arligum orsøkum, tí er
spurningurin: Hvat kostar
sama viðgerð umframt kost
og logi, um valt verður at
senda somu kvinnur til
Danmarkar fyri at fáa við-
gerðina framda?
– Til henda seinna spurn-
ingin er svarið: Talið av
kvinnum, sum eiga at fáa
boðið hesa skurðviðgerð-
ina, og sum higartil hava
verið sendar til Danmarkar,
er einar 10-12 árliga.
– Kostnaðurin fyri hesar
skurðviðgerðir í Danmark
er tengdur at, hvussu um-
fatandi
skurðviðgerðin
verður, og liggur ímillum
25.000–41.000
kr.
fyri
hvørja skurðviðgerð. Og
haraftrat kemur kostnaður
fyri ferðing og uppihald,
umframt møguligan fylgj-
ara, sigur landsstýrismað-
urin.
– Eg havi fingið at vita
frá Landssjúkrahúsinum, at
kostnaðurin her verður
mettur at gerast áleið tann
sami sum fyri viðgerðina í
Danmark. Men tá skal so
ikki roknast útreiðslur til
ferðing og uppihald. Har-
umframt kemur íløgukostn-
aðurin
upp
á
umleið
200.000 kr. til ein sokallað-
an
»gamma-scannara«.
Ringt er tó heilt greitt at
gera upp, hvat faktiski
kostnaðurin verður, við tað
at hetta virksemið verður
lagt oman á verandi rakstur
á Landssjúkrahúsinum. Ein
partur av kostnaðinum fer
at liggja í at styrkja pato-
logi-tænastuna á Lands-
sjúkrahúsinum, m. a. við at
fáa
tað
telepatologiska
sambandið við Ríkissjúkra-
húsið virkið.
Í løtuni kannar Almanna-
og heilsumálaráðið meira
nágreiniliga tey fíggjarligu
og praktisku viðurskiftini í
sambandi við at taka hesa
viðgerðina heim.
Hans Pauli Strøm upp-
lýsir, at undir orðaskifti-
num varð eisini spurt,
hvussu vit kunnu tryggja, at
kvinnurnar fáa eina rætta
viðgerð, nú tað hevur verið
so nógv at hoyrt um kvinn-
ur á ávísum plássum í Dan-
mark, sum hava fingið
skeiva viðgerð. Til hetta er
at siga, at tað er júst fyri at
tryggja tað røttu og bestu
viðgerðina, at henda roynd-
ar- ella pilotviðgerðin hev-
ur verið gjørd í Føroyum.
Út frá hesum verður gjørd
ein heilsufaklig eftirmeting
av hesi royndini, og ein
ætlan fyri, hvussu farast
skal fram, um viðgerðin
skal setast í verk í Føroy-
um. Landssjúkrahúsið ger
so eina tilráðing til lands-
stýrismannin og Almanna-
og heilsumálaráðið, hesum
viðvíkjandi.
Eisini varð undir orða-
skiftinum víst á, at tað er
fyrst og fremst av atliti til
sjúklingin, at tað er so
neyðugt, at henda viðgerð-
in kann fara fram í Føroy-
um, tí ein sjúklingur í hesi
støðu hevur serliga stóran
tørv fyri at kunna kenna seg
í tryggum og heimligum
umhvørvi.
– Haraftrat er tað av stór-
um týdningi, at viðgerðir-
nar kunnu gerast í Føroy-
um, so vit eisini kunnu
menna og styrkja tað
heilsufakliga umhvørvið í
føroyska heilsuverkinum,
sigur Hans Pauli Strøm.
Viðgerð fyri bróstkrabba skal veitast í Føroyum
– Sum landsstýrismaðurin í heilsumálum ætli eg mær at
tryggja, at nýggi skurðviðgerðarhátturin fyri bróstkrabba
verður settur í verk í Føroyum, sigur Hans Pauli Strøm