hósdagur 30. mars 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 64 - 30. mars 2006
Lýsing úr Sosialinum 28 mars
Lýsing í Sosialinum ímorgin
Nýggja føroyska
flogfelagið FaroeJet
fer í nýggjum
lýsingum at hava
heildarprísin á
flogseðlunum.
Kappingarráðið
hevur kontaktað tey,
og álagt teimum at
broyta prísin so at tað
verður týðilligari fyri
kundan
Flogferðir
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Mánadagin hevði nýggja
føroyska
flogfelagið
FaroeJet tíðindafund, har
kunngjørt var fyri prísum
og viðurskiftunum hjá
flogfelagnum. Sama dag
vóru lýsingar í bløðunum,
har felagið hevur einvegis
prísir fyri 500 og 695
krónur pluss avgjøld, sum
var skrivað við lítlari skrivt
longri niðri á síðuni. Rætti
prísurin verður tá fyri
695 krónur ferðaseðillin
– 1.085 millum Vágar og
Keypmannahavn og 925
millum Keypmannahavn
og Vágar. Tað vil siga
2.010 krónur tilsamans fyri
ein ferð aftur og fram til
Keypmannahavnar.
Hetta
heldur
Kapp-
ingarráðið er at villleiða
kundan.
–Kundin er áhugaður í
endaprísinum, tey eru ikki
áhugað at vita, hvussu
prísurin er samansettur,
sigur Terje Sigurðsson á
Kappingarráðnum.
Hann
váttar,
at
Kappingarráðið hevur sett
seg í samband við FaroeJet,
tí at teir ikki meina, at
príssetingin hjá teimum
fylgir teimum reglugerðum,
sum eru um prísmerking.
Í
reglunum
um
prísmerking stendur
millum annað hetta:
»Prísmerking skal vera
týðulig, so at skilligt
er, til hvørja vøru
prísmerkingin vísir. Tað
skal vera lætt at síggja
prís á vøru og tænastu á
sølustaðnum. Eru fleiri
enn ein prísmerking á
einari vøru, skal tað
vera sjónskt hvønn
prís, ið brúkarin skal
gjalda. Tann uppgivni
søluprísurin
skal
vera endaligur og
meirvirðisgjald íroknað.
Um aðrar útreiðslur
leggjast
afturat
søluprísinum, skal tað
tilskilast serliga.«
Trupult at fylgja
Terje Sigurðsson meinar tó at
tað er trupult hjá flogfeløgum
at fylgja hesi reglugerð til
punkt og prikka eftirsum at
prísurin er ymiskur alt eftir
hvørjum flogvølli ein flýgur
frá.
Tí verður eisini viðhvørt
tikið til undantakið, sum er í
reglugerðini fyri prísseting.
– Vit hava havt samskifti
við Atlantic Airways um
hetta í fjør, tá teir gjørdu
sama feil sum FaroeJet, og
tí eru teirra lýsingar nú við
rætta prísinum, sigur Terje
Sigurðsson.
Atlantic Airways hevði
ígjár lýsingar í bløðunum
við Føðingardagstilboði -
1560 krónur aftur og fram
við øllum. Hetta tilboð er 60
krónur bíligari enn tilboðið
hjá FaroeJet, sum er 1000
ferðaseðlar fyri 500 krónur
- men sum eftir røttum, tá alt
er við er 1620 krónur.
– Nú fara vit at upplýsa
heildarprísin. Tað verður
ein prísur úr Vágum til
Keypmannahavn og ein
annar úr Keypmannhavn til
Vágar. Nógv meiri innviklað
meina vit, sigur Jóhan E.
Simonsen, stjóri á FaroeJet.
Orsøkin til, hví FaroeJet
lýsti sum tey gjørdu í
byrjanini var, at tað er hesin
háttur, íð verður brúktur
allastaðni uttanlands, siga
tey á FaroeJet.
Allar sjey ferða-
skrivstovur, sum selja
FaroeJet lata sera væl
at søluni.
–Vit hava sitið aftan á
arbeiðstíð og roynt at
tikið okkum av øllum
bíleggingum, sigur
Steinvør Fonn á Fonn
Flog
Flogferðir
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Nú hevur verið gjørligt
at keypa ferðaseðlar hjá
FaroeJet í tríggjar dagar og
higartil gongur tað sera væl.
Tær sjey ferðaskrivstovurnar,
Alpha Travel, Green Gate
Incoming, Faroe Travel,
Flogfelag Føroya, Fonn Flog
og VikuTur, sum í løtuni
selja FaroeJet, eru á einum
málið um at sølan hevur
fingið eina góða byrjan.
– Tað plagar at ringja nógv
hesa tíðina á árinum, men nú
ringir tað eyka nógv, sigur
Dánial Poulsen á Faroe
Travel.
Tað
eru
ikki
bara
tilboðsferðirnar,
sum
verða seldar uttan fólk
bíleggja eisini ferðir til alt
summarið.
– Summi biðja útilukkandi
um FaroeJet, tá tey bíleggja
sína ferð, siga tey á Flogfelag
Føroya.
Barnasjúkur
Men
eitt
sindur
av
barnasjúkum hava eisini
verið. Nakrar av ferða-
skrivstovunum siga, at
fyrsta dagin var ógjørligt at
koma inn á heimasíðuna at
bíleggja. Og mikudagin, tá
Sosialurin var í sambandi
við ferðaskrivstovurnar,
klagaðu nakrar av teimum
um at trupulleikar enn vóru
við at bíleggja ferðir.
– Tað er eitt sindur av
roksi við heimasíðuni, og
tá mugu vit skriva upp fyri
hond, siga tey á Fonn Flog í
Klaksvík.
Tey sum bíleggja eina
flogferð við FaroeJet fáa ikki
ein vanligan ferðaseðil, uttan
eitt nummar sum verður
víst, tá ein chekkar inn á
flogvøllinum.
FaroeJet broytir lýsingar
Sølan av FaroeJet gongur strálandi
Atlantic Airways lýsur við
prísum har alt er íroknað.