Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mars 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 64 - 30. mars 2006 7 Børn og ung hava allar leiklutirnar, tá Klaksvíkar Sjónleikarafelag fer á pall í kvøld við skemtiliga familjuleikinum “Hvør vann í dag?” Sjónleikur Tað er Adelborg Linklett, sum hevur sett upp leikin, “Hvør vann í dag?”, har allir leikararnir eru millum 10 og 15 ára gamlir. – Tey hava vant dúgliga nú í tveir mánaðir, so nú vóna vit at síggja nógv fólk til framførslurnar, sig­ ur Adelborg, sum lovar, at áskoðararnir fara at stutt­ leika sær. Leikurin er um eina gentu, sum skal ansast av fastir síni, tá foreldrini fara at ferðast. Men fastirin er so strang, og vil sleppa at orðna alla tíðina. Tíbetur eigur gentan eina bamsu og eina dukku, og tá gentan sovnar kemur lív í tey trý í dreyminum Og tá verður ikki stuttligt hjá strongu fastrini. “Hvør vann í dag?” verð­ ur at síggja í Mentanar­ húsinum Atlantis í kvøld kl. 19. Nærri fæst at vita um næstu sýningarnar á heimasíðuni www.atlantis.fo. Atgongumerkið kunnu keyp­ast á Shell Støðini í Klaksvík og í Atlantis hálvan tíma undan sýning­ unum. anna Virkishúsið í Klaks­ vík læt í gjár upp listaframsýning, har ungi lista­maðurin Jan Nystrøm sýnir fram tekningar og málningar Listaframsýning Skapandi kreftirnar millum ung í Klaksvík smæðast ikki burtur, og eisini her hevur nýggja Virkishúsið fyri ung í býnum ein fing­ur við á pulsinum. Í løtuni leggja tey so fyri fyrstu ferð høli til eina myndlistaframýning, har ungi listamaðurin Jan Ny­strøm sýnir fram. Listarligi stílurin hja Jan Nystrøm er rættiliga dramatiskur ofta út í tað surrealistiska. Millum annað er listamaðurin sera hug­tikin av, hvussu ein ein­ føld linja kann fáa málingin at flyta seg á óvæntaðar mátar, so tú nærum fært eina nýggja mynd. Einfaldi men dramatiski stílurin gevur samstundis summum av myndunum okk­urt stumfilmakent yvir sær. Og Jan dylur held­ur ikki yvir, at týsku ekspressionistisku film­ arnir frá 1920unum, so sum Nosferato og Metropolis ofta geva honum íblástur og hugskot. Listaframsýningini hjá Jan Nystrøm er at síggja í vanligu upplatingar­tíð­ unum hjá Virkishúsinum frá kl. 15 til 18 og 18.30 til 22 gerandisdagar. anna Áhoyrararnir kunnu vænta sær nakrar rættiliga øðrvísi og lívligar kórupplivingar, tá kvinnukórið Suð og rútmiski sangbólkurin Vokal­kompagniet í næstum fara at hava dupultkonsertir kring landið Konsert Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo “Tvey kór í rørslu tvørtur um Atlantshavið”, kalla tey tað, tá kvinnukórið Suð og rútmiski sangbólkurin Vokalkompagniet úr Keyp­ mannahavn fara á pall sam­ an í næstum ymsa staðni í Føroyum. Forvitnisliga sam­starvið er komið í lag umvegis hugskotsfólk í Norð­ urlandahúsinum, sum hildu seg hóma eina heilt serliga tónleikauppliving við at seta hesi bæði kórini saman. Syngja saman ... Eisini kórleiðarin hjá Suð, Steinvør Fonn, heldur hug­ skotið vera frálíkt og serliga avbjóðandi, hóast kórini ongantíð hava sungið saman fyrr. Men stutt fyri jól var Steinvør á eini konsert hjá Vokalkompagniet, og hon lovar, at áhoyrarnir fara at uppliva eitt kór, sum er rættililiga nógv øðrvísi, enn vit eru von við. – Til dømis hava tey koreo­ grafi til allar sangirnar, har tey við rørslum, fetum og eygnakøstum dramatisera sang­in, uttan at tað tó verð­ ur til sjónleik. Tað var týði­ ligt, at hetta eru sera royndir sangarar, sum eisini hava nakað heilt serligt at bjóða, tá tað ræður um sjálva fram­ førsluna. Tú keðir teg í øllum førum ikki eina einastu løtu, sigur Steinvør og leggur afturat, at tónleikaliga fevnir bólkurin sera breitt, men syngja serliga jazz, gospel, pop og løg úr sangleikum. Og tað verður eisini innan hesar tónleikagreinarnar, at tey bæði kórini fara at syngja saman. Kórini hava sent hvørjum øðrum sang­ ir og útsetingar, sum tey í løtuni venja hvør sær, áðr­ enn tey fáa møguleika at venja saman, stutt áðrenn kon­sertferðin byrjar. ... og hvør sær Á konsertunum fara kórini eisini at syngja hvør sær, har Vokalkompagniet eigur størra partin. Har kunnu vit vænta okkum ymsar smakk­ royndir av breiðu sang­ skránni hjá bólkinum við kompositiónum eftir millum annað Eva Cassidy, Stephen Sondheim, Chick Corea við kvintettum, oktetttum og solo innsløgum. Suð ferð at framføra fleiri av sínum væl umtóktu sangum, eitt nú Lean on Me, Fly me to the Moon og Down by the Riverside umframt okkurt Kingo lag. Eisini verður dansur partur av onkrum lagi hjá Suð. Brúkt klæðir frá Blá­ krossbúðini eru ikki longur ein neyðloysn, tá pengarnir eru fáir. Serliga eru tað tey ungu, sum hava fingið eyguni upp fyri brúktu dýrgripunum, tá tey skulu skapa sær sín heilt egna og øðrvísi stíl Blákrossbúðin Elin Neshamar praktikantur Blákrossbúðin er kanska ikki tann handilin, sum ger mest vart við seg í lýsingum í fjølmiðlunum. Nú um dag­ arnar stukku vit tí inn á gólvið at fregnast eftir, hvat fólk kunnu vænta sær at finna í Blákrossbúðini. Bara hugflogið setur markið Johanna Midjord, sum starv­ast sum sjálvboðin í Blákrossbúðini, greiðir frá, at tey hava væl av kundum í øllum aldri, bæði ung og gomul. Serliga av teimum ungu, ið tora at klæða seg øðrvísi. – Summi eru eisini ófør at nýta hugflogið og gera okkurt serstakt við klæðini, sum tey keypa frá okkum, sigur Johanna. Tá ið Blákrossbúðin lat upp á fyrsta sinni fyri mongum árum síðani, vóru kundarnir serliga tey, ið ikki høvdu so góð peningalig ráð. Soleiðis er ikki longur, sigur Jóhanna. Nú hava tey kundar úr øllum samfelagsbólkum, og tað tykist sum, at tað bara er hugflogið, sum setur markið Veldst um rákið Til dømis eru tað fleiri, sum keypa pløgg at nýta til ymisk ítriv. Kanska eina føroyska troyggju, sum tey so tøva og síðani seyma okkurt annað burtur úr. Hetta verður m.a. ofta nýtt til undirvísing á skúlum. - Annars er ymiskt, hvat fólk leita eftir. Tað veldst um, hvat rákið er. Ta einu tíðina var var tað til dømis serliga væl umtókt at seyma taskur og annað burtur úr leðri. So tá fóru nógvir bíligir leðurjakkar yvir um diskin, sum fólk so kliptu sundir og seymaðu ymiskt burtur úr, sigur Jóhanna Ta løtuna, ið vit vitjaðu Blákrossbúðina, var keðiligt og grátt í veðrinum og heldur tómligt í handlinum. Johanna sigur tó, at her plagar at vera rættiliga nógv fólk, mest tá ið veðrið er gott og serliga seinnapartin. Eisini sigur hon, at serliga nógvir kundar eru, um tað mundið, tá ið fólk hava fingið løn. “Hvør vann í dag?” á pall í kvøld Í dreymum ber alt til, og tá er ikki gott at vera stranga fasturin í stuttliga leikinum “Hvør vann í dag?”, sum verður frumframførdur í Mentanarhúsinum Atlantis í kvøld Jan Nystrøm í Virkishúsinum Kroppurin hevur verið eitt afturvendandi myndevni í málningunum hjá Jan Nystrøm Lívligar dupultkonsertir Konsertská: Norðurlandahúsið: 11. apríl kl 19.30 Mentanarhúsið: 12. apríl kl. 19.30 Ósáskúlin: 13. apríl kl. 20.30 Sjálv framsførslan smæðist ikki burtur, tá kvinnukórið Suð og rútmiski sangbólkurin Vokalkompagniet fara á pall saman í næstum Blákrossbúðin skapar stíl Jóhanna Midjord, sum starvast sum sjálvboðin í Blákrossbúðini