hósdagur 30. mars 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 64 - 30. mars 2006
– Eitt nýtt skip hevði
kostað 30 milliónir at
bygt, men nú hava vit
fingið eitt spildurnýtt
skip fyri ein fjórðing
av prísinum. Vit
mugu hava nakað
at bjóða fólki og tað
hava vit fingið nú,
sigur Marner Lisberg
Nýtt gamalt skip
ÁkiBertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Nú eru allir møguleikar fyri
at hetta verður eitt av teimum
góðu skipunum í flotanum.
Hetta var niðurstøðan
hjá Marner Lisberg, eftir
at hann hevði verið runt á
Hoyvíkingi og hugt.
Hoyvíkingur hevur verið
burtur í næstan eitt heilt ár,
har hann er umvældur í botn
og gjørdur av nýggjum.
So hóast pappírini siga,
at skipið er 46 ára gamal,
var í veruleikanum talan
um eitt spildurnýtt skip,
sum flaggskrýtt stevndi inn
eftir Trongisvágsfirði seinna
partin í gjár.
Og hann fekk eisini eina
móttøku, sum sømdi seg
einum nýggjum skipið, táið
hann stevndi flaggskrýddur
inn á fjørðin. Nógv fólk varð
komið saman á bryggjuni og
hóast illfýsið veður, møtir
hornorkestrið trúliga upp tá
ið merkisdagar eru
Alt spildurnýtt
Tað er nú meiri enn eitt
ár síðani, at Hoyvíkingur
varð sendur til Litava til
umvælingar og har varð hann
tikin í botn.
– Nú er tað bara sjálvur
skrokkurin sum er eftir av
upprunaliga skipinum. Alt
hitt er nýtt, sigur Marner
Lisberg, reiðari.
Men hann sigur, at hetta var
eitt neyðugt stig at taka.
– Hoyvíkingur varð bygdur
í 1960 og umstøðurnar um
borð vóru ikki av slíkum
slagi, sum vit kunnu bjóða
eini skipsmanning nú á døg
um, sigur hann.
Hann nevnir sum dømi, at
tað var bara eitt wc og ein brúsa
umborð til alla manningina og
slíkar umstøður ber ikki til at
bjóða fólki.
Hann sigur, at kappingin
um sjófólkið er stór og skal
eitt skip standa seg í kapp
ingini og fáa fólk, er tað
neyðugt at manningin hevur
góðar umstøður umborð.
Og Marner Lisberg sigur,
at tað hevur manningin fing
ið nú.
Hann sigur, at hesa
tíðina, Hóyvíkingur hevur
verið í Litava, er allur yvir
bygningurin skorin omanav.
Bæði hekkan og síðurnar
eru lagdar út og tað hevur
gjørt skipið eitt sindur størri.
Nýggjur motur er settur í hann
og øll manningarrúmini eru
nýggj og manningin hev
ur fingið fleiri wc. Lastin
er gjørd eitt sindur størri,
nýggj verksmiðja er sett í og
stýrhúsið er nýtt. Ella stutt sagt,
so er alt gjørt av nýggjum, so
tað er bara skrokkurin eftir av
upprunaliga skipinum.
Motorurin er 525 hestar
og hann lastar 1000 kassar.
Tað vera 14 mans við skip
inum.
– Samstundis er skrokkurin
kannaður og hann er eisini í
sera góðum standi og er sum
nýggjur.
Alt hetta ger, at Hoyvík
ingur er í dag klassaður sum
eitt nýtt skip, sigur reiðarin,
og hann heldur, at teir hava
fingið nógv fyri íløguna.
Allir møguleikar
til staðar
Hann sigur, at nú hevur
Hoyvíkingur eisini allar
møguleikar fyri at vera eitt
av teimum góðu skipunum
í flotanum.
– Vit seta stórar vónir til
skipið nú og verður fiskarí
og prísir eftir vild, skuldi
hann havt allar møguleikar.
Marner Lisberg sigur, at
gongst sum ætlað, fer Hoy
víkingur at fiska fyri eina
góða millión um mánaðin og
tað heldur hann at øll útlit
eru fyri. Men hvar hann fer
at avreiða, veldst nógv um
prís.
Vit mugu hava nakað at
Hoyvíkingur fekk eina móttøku sum eitt nýbygningur, tá ið hann flaggskrýddur stevndi inn á Tvøroyri í gjárkvøldið. Og tað er ikki nógv galið, tí nú er bara sjálvur
skrokkurin eftir av tí gamla skipinum
Trý ættarlið á brúnni á Hoyvíkingi. Í miðjuni er Jóin Ellingsgaard, skipari, vinstrumegin er sonur
hansara, Rói og høgrumegin stendur pápi hansara, Eivind
Eisini hjá Torbirni, pápa reiðaran, var hetta ein stórur dagur