hósdagur 30. mars 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 64 - 30. mars 2006
27
Ergoterapeutur
til Føroya Blindastovn
Á Føroya Blindastovni verður søkt eftir ergoterapeuti
í fast starv frá 15. mai 2006 ella skjótast til ber.
Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv
við møguleika fyri ávirkan og mennan av
arbeiðsuppgávunum, sum eru:
•
Frálæra í ADL og mobility
•
Roynd av hjálpartólum
•
Heimavitjan og frálæra í nærumhvørvinum
•
Frálæra í sambandi við skeið og kunnandi
virksemi
•
Luttøka/frálæra í skapandi virksemi
•
Vegleiðing av øðrum fakbólkum
Vit sóknast eftir einum starvsfelaga, sum
•
hevur góð samstarvsevni
•
kann arbeiða sjálvstøðug/ur
•
er skapandi og hevur hugflog
•
hevur teldukunnleika á byrjunarstøði
•
hevur koyrikort og helst egnan bil
•
tekur ábyrgd
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum
Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Skrivlig umsókn við prógvum og CV skal vera
okkum í hendi seinast mánadagin 10. apríl 2006.
Eru fyrispurningar til starvið, ert tú vælkomin at
ringja á tlf. 31 82 22 og tosa við leiðaran.
Føroya
Blindastovnur er
sjálvsognarstovnur
Við endamálsorð-
ingini:
„Hjálp til
sjálvhjálp“ verður
virksemið á
stovninum lagt til
rættis eftir ynski og
tørvi hjá einstaka
brúkaranum, sum
søkir ráðgeving
orsakað av
sjónbreki.
Stovnurin hevur
verkstøð til
ymiskt handaligt
arbeiði. Eisini
hevur stovnurin
ráðgeving, sum
vegleiðir í brúki
av hjálpartólum
og gevur frálæru í
almennari dagligari
lívsførðslu.
Frálæran kann vera
einsæris ella í bólki,
skipað sum skeið.
Íslandsvegur 10A
Boks 2074
FO-165 Argir