Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-30, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mars 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 64 - 30. mars 2006 33 Heilsa & lívsstílur Heilsa maggi@sosialurin.fo Fótsoppur er ein tann mest vanliga soppaígerðin, sum trívist best í hita, og har tað er vátligt. Trupulleikin er van­liga størstur, hjá teimum sum ganga í ov tøttum gummiskóm, sum ikki turka føturnar nøktandi aftaná bað ella sum ganga nógv til svimjing, ítrótt ella fimileik/fitness Heilsa Flest øllum dáma at fáa eitt gott fótabað, taka burtur harða húð, klippa neglirnar, fíla, smyrja og massera. Hørð húð og líktorn eru trupul­ leikar, sum koma av trýsti frá skóm, hørðum gólvum o.ø. Vit merkja eisini munin, um vit ganga á græsi ella á hørðum gøtum. Tað er heilt vanligt at fólk klippa fótneglirnar ov stuttar ella ov rundaðar. Hetta kann føra til niðurgróvnar negl og kann vera pínufult. Í slík­um førum má neglin ikki klipp­ ast enn meira, tí tað ger bara alt nógv verri. Apotekini hava baðsalt, krem, fílir, saksar, stuðuls­ sokkar o.a. at røkja føtur, bein og negl við. Fótsoppur Fótsoppur er ein tann mest vanliga soppaígerðin. Van­liga hava umleið 15 prosent av íbúgvunum fót­ sopp. Fótsoppur trívist best í hita, og har tað er vát­t­ligt. Trupulleikin er van­ liga størstur, hjá teimum sum ganga í ov tøttum gummiskóm, sum ikki turka føturnar nøktandi aftaná bað ella sum ganga nógv til svimj­ing, ítrótt ella fimileik/ fitness. Soppasmittan kemur ofta av sambandi við handklæði, fóttoy ella gólv. Soppur kann eisini spreiða seg til aðrar partar av kroppinum. Tað er tí av størsta týdningi at við­gera fyri fótsopp sum skjót­ast. Tekin um fótsopp eru skrið­andi og flusut útslett millum tærnar húðin verður reyð, og kanska síggjast smá­ ar vætufyltar bløðrur. Fótarøkt hjá diabetikarum Um tú hevur sukursjúku (diabetes), er tað av týdningi at passa føturnar væl. Í hes­ um sambandi eru serlig atlit at taka. Vaska føtur og leggir dag­ liga við lunkaðun vatni og mildari sápu. Turka væl og smyr síðani við vætukremi ella feitari kremi. Tað verður frámælt at sita í fótabaði, men um ein ynskir at sita í fótabaði, skal hetta verða í mesta lagi í 5 minuttir, og vatnið skal ikki vera meira enn 37 stig – brúka møguliga eitt termometur Sápa Nýtið milda sápu t.d. eucerin flótandi sápu,  Aderma sápu-bar, Apotekets baby- sápu ella Danatekt hår- og kropsshampo. Til dagliga pleygu av van­ligari húð verður smurt við t.d.: Eucerin lotión og Kosmea vætukrem. Til dagliga pleygu av turrari húð verður smurt við t.d.: Archiv, Exomega krem og Decubal. Um hælanir eru sera turrir og møguliga hava rivur er gott at brúka: Atrac-Tain krem.  Minnist til at turka væl ímillum tærnar og ikki at smyrja krem ímillum tærnar. Um tú fært líktorn, skal tú ikki nýta líktornsplástur, men fara til fótarøktara!  Skiftið sokkar hvønn dag, gott er at brúka sokkar úr ull ella bumull, sum ikki stramma og ikki hava seymir. www.apotek.fo Fótarøkt og fótsoppar Gott at vita um fótsopp ■ Vaska tær um føturnar dagliga og turka tær væl, áðrenn tú letur teg í hosur og skógvar.  ■ Nýtið sandalur í umklæðingar- og baðirúmun ■ Um tú hevur fótsopp, turka tá føturnar til seinast ■ Um handklæði hevur verið í  samband við  fótsopp, skal tað vaskast við í minsta lagi 6o hitastigum ■ Nýtið bummulls- ella ullintar hosir og skift dagliga ella oftari, um føturnar eru vátligar. ■ Latið vera við at nýta skógvar úr eftirgjørdum tilfari, brúka leður, ella sandalir soleiðis at hiti og væta sleppur burtur. ■ Til ber eisini at nýta deodorant. FAKTA