Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-31, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. mars 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 65 - 31. mars 2006 25 Leys størv Samskiparar Vit sóknast eftir fólki við viðkomandi náms- ella heilsufrøðiligari útbúgving, ella sum hava serliga førleikagevandi royndir. Samskipararnir koma at fáa ein týðandi leiklut í arbeiðinum at skapa og menna nýggju Stuðulsfólkaskipanina. Samskipararnir koma at virka sum stuðlar, men fáa tillutað eitt ávíst tímatal til sam- skipanaruppgávur. Tímatalið til samskipan verður lagað til tørvin í hvørjum øki sær. Samskipararnir koma, afturat stuðulsupp- gávuni, at hava ta beinleiðis samskipanina í stuðulsøkinum um hendi í tøttum sam- starvi við ráðgevaratoymið og fyrisitingina í Stuðulsfólkaskipanini. Samskipararnir skulu vera við til at gera samstarvsavtalur við foreldur um stuðulsuppgávurnar, eftirmeta stuðulsarbeiðið og hava umsjón við, at stuðulsarbeiðið fer fram sum ætlað. Tí verður eisini dentur lagdur á, at samskip- ararnir hava evni at orða seg skrivliga og munnliga, og at teir hava telduførleika á brúkarastøði. Stuðlar Vit sóknast eftir stuðlum at ansa, stuðla og menna børn, ið bera brek, heima hjá familjunum og í stuðulsstovum hjá Stuðulsfólkaskipanini. Søkt verður í fyrsta lagi eftir fólki við námsfrøðiligari-, heilsu- frøðiligari ella aðrari hóskandi útbúgving, og eftir hjálparfólkum við royndum innan økið. Stuðulsfólk koma at arbeiða sera tætt við familjunum, og arbeiðið fer í mongum førum fram í heimunum hjá børnunum. Evni at tillaga seg, at hava tol og at sam- starva eru tí av alstórum týdningi, og eisini evnini at seta neyðug og hóskandi mørk. Søkt verður eftir stuðulsfólkum til føst størv, summi við føstum tíðum, og onnur í skiftivaktum. Umlættingarstuðlar Søkt verður eftir umlættingarstuðlum at ansa børnum ávís kvøld og vikuskifti. Umlættingarstørvini verða tímalønt og tíðaravmarkað eftir avtalu. Eingi formlig krøv verða sett, men royndir úr líknandi starvi er ein fyrimunur. Persónligu krøvini eru eins og fyri hini stuðulsstørvini. Avloysarar Eisini verður søkt eftir tímaløntum stuðl- um til avloysarauppgávur, hesir verða van- liga settir í minni enn 15 tímar um vikuna. Umsóknarfreistin er 19. apríl 2006 Størvini verða sett so líðandi í tíðarskeiðinum frá 1. mai til 1. september 2006. Skrivlig umsókn, prógv og viðmæli skulu sendast til: Stuðulsfólkaskipanina fyri børn, Almannastovan, Smyrilsvegur 20, Postboks 3096, 110 Tórshavn. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Oyvind av Skarði, deildarleiðara, ella Ragnhild Dahl, stuðulsráðgeva, tel 35 35 10. Suðurstreymoyar øki Stuðulstoymi fyri fjølbrekað Søkt verður eftir samskipara, stuðlum til dag- vaktir, skiftivaktir og/ella fastar náttarvaktir umframt eftir avloysarum. Umsøkjarar við út- búgving og royndum við fjølbrekaðum, og sum hava hug at menna seg innan økið, hava fyrimum. Arbeiðið verður samskipað um stuðulsstovuna í Ovaragøtu í Hoyvík, og fer fram í stuðulsstovuni og heima hjá børnun- um. Talan er bæði um námsfrøðiligar- og røktaruppgávur. Toymi fyri autistar Søkt verður eftir einum samskipara, stuðlum og hjálparfólki at stimbra og menna børn við autismu eftir skúlatíð. Umsøkjarar við út- búgving og royndum innan autismu, og sum hava hug at menna seg innan økið, hava fyrimum. Skúlatoymi Søkt verður eftir einum samskipara, stuðlum og hjálparfólki at stimbra og menna menn- ingartarnaðum børnum eftir skúlatíð. Talan er burturav um námsfrøðiligar uppgávur, at fylgja børnunum til ymisk ítriv, at menna tey sosialt og yvirhøvur at skipa eitt innihaldsríkt frítíðartilboð. Vága/Norðstreymoyar øki Tvørfakligt stuðulstoymi Søkt verður eftir samskipara, stuðlum, av loysarum og umlættingarstuðlum. Talan er um bæði námsfrøðiligar- og røktaruppgávur. Eysturoyar øki Toymi fyri autistar Søkt verður eftir einum samskipara, stuðlum og hjálparfólki til børn við autismu eftir skúlatíð. Umsøkjarar við útbúgving og royndum innan autismu, og sum hava hug at menna seg innan økið, hava fyrimum. Skúlatoymi Søkt verður eftir einum samskipara, stuðlum og hjálparfólki at stimbra og menna menn- ingartarnaðum børnum eftir skúlatíð. Talan er um námsfrøðiligar og røktaruppgávur umframt fylgjarauppgávur. Norðoyar øki Tvørfakligt stuðulstoymi Søkt verður eftir samskipara, stuðlum, av- loysarum og umlættingarstuðlum. Talan er um bæði námsfrøðiligar- og røktaruppgávur. Sandoyar øki Tvørfakligt stuðulstoymi Søkt verður eftir samskipara, stuðlum, avloysarum og umlættingarstuðlum. Talan er um bæði námsfrøðiligar- og røktaruppgávur. Suðuroyar øki Tvørfakligt stuðulstoymi Søkt verður eftir stuðlum, umlættingar- stuðlum og avloysarum. Talan er um bæði námsfrøðiligar- og røktaruppgávur. Flestu stuðulsuppgávurnar eru seinna- partar, um kvøldið og um náttina, og vanligastu størvini eru tí 20 – 30 tímar um vikuna, tó eru eisini heildagsstørv. Umlættingarstuðlar hava sum oftast eitt vikuskifti um mánaðin. Øll størvini verða sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Samskiparar, stuðlar og umlættingar- stuðlar til Stuðulsfólkaskipanina fyri børn Vága/Norðstreymoyar øki Tvørfakligt stuðulstoymi Sandoyar øki Tvørfakligt stuðulstoymi Norðoyar øki Tvørfakligt stuðulstoymi Eysturoyar øki . Toymi fyri børn við autismu . Skúlatoymi Suðurstreymoyar øki . Toymi fyri børn við autismu . Toymi fyri fjølbrekað . Skúlatoymi Suðuroyar øki Tvørfakligt stuðulstoymi - Verður fyribils skipað beinleiðis av Stuðulsfólkaskipanini K R E A . F O . TEL 47 80 80 Stuðulsfólkaskipanin fyri børn søkir eftir námsfrøðingum, sjúkrarøktar- frøðingum, heilsustøðingum, ergo- og fysioterapeutum og fólki við øðrum viðkomandi útbúgvingum, umframt hjálparfólkum at manna stuðulsfólka- skipanina. Stuðulsfólkaskipanin fer í tvørfak- ligum samstarvi at virka fyri at skapa góðar heildarætlanir fyri tað einstaka barnið. Stórur dentur verður tí lagdur á sjálvstøðugt arbeiðslag og góð sam- starvsevni. Samstarvið fevnir eisini um brekdeildina og økisdeildirnar á Almannastovuni, sum veita heildar- ráðgeving til familjur við børnum ið bera brek. Talan er um nýggja skipan, sum skal mennast næstu árini. Neyðugt er tí, at umsøkjararnir tola broytingar í starvinum, bæði hvat viðvíkur innihaldi og arbeiðstíðum. Stuðulsfólkaskipanin virkar um alt landið. Stuðulsfólk fara í høvuðs- heitum at verða sett í einum ávís- um øki, men kunnu verða flutt í annað øki eftir tørvi. Stuðulsøkini kunnu eisini verða umskipað sam- svarandi broyttum tørvi í økinum. www.almannastovan.fo stuðulsfólkaskipanin fyri børn Stuðulsfólkaskipanin fyri børn er skipan á Almannastovuni, sum veitir stuðul til heimabúgvandi børn, ið bera brek. Stuðulsfólkaskipanin fevnir um alt landið. Í skipanini starvast í løtuni uml. 100 fólk. Játtanin í 2006 er uml. kr. 17 mió. Á Almannastovuni virka vit miðvíst fyri at lúka krøvini frá politiska myndugleikanum og viðskiftafólkunum. Dentur verður lagdur á høgt tænastustøði, rættartrygdina og virðingina fyri einstaklinginum, eins og virkað verður fyri áhaldandi at menna førleikan, trivnaðin og samstarvið á stovninum.