Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-31, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. mars 2006síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 65 - 31. mars 2006 37 Ergoterapeutur til Føroya Blindastovn Á Føroya Blindastovni verður søkt eftir ergoterapeuti í fast starv frá 15. mai 2006 ella skjótast til ber. Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv við møguleika fyri ávirkan og mennan av arbeiðsuppgávunum, sum eru: • Frálæra í ADL og mobility • Roynd av hjálpartólum • Heimavitjan og frálæra í nærumhvørvinum • Frálæra í sambandi við skeið og kunnandi virksemi • Luttøka/frálæra í skapandi virksemi • Vegleiðing av øðrum fakbólkum Vit sóknast eftir einum starvsfelaga, sum • hevur góð samstarvsevni • kann arbeiða sjálvstøðug/ur • er skapandi og hevur hugflog • hevur teldukunnleika á byrjunarstøði • hevur koyrikort og helst egnan bil • tekur ábyrgd Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið. Skrivlig umsókn við prógvum og CV skal vera okkum í hendi seinast mánadagin 10. apríl 2006. Eru fyrispurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja á tlf. 31 82 22 og tosa við leiðaran. Føroya Blindastovnur er sjálvsognarstovnur Við endamálsorð- ingini: „Hjálp til sjálvhjálp“ verður virksemið á stovninum lagt til rættis eftir ynski og tørvi hjá einstaka brúkaranum, sum søkir ráðgeving orsakað av sjónbreki. Stovnurin hevur verkstøð til ymiskt handaligt arbeiði. Eisini hevur stovnurin ráðgeving, sum vegleiðir í brúki av hjálpartólum og gevur frálæru í almennari dagligari lívsførðslu. Frálæran kann vera einsæris ella í bólki, skipað sum skeið. Íslandsvegur 10A Boks 2074 FO-165 Argir Søkt verður eftir lærara at byrja sum skjótast til 30. juni 2006. Talan er um eitt starv við niðrusettari tíð, 19 undirvísingartímar um vikuna. Starvið er tíðaravmarkað og verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjar- málaráðið. Viðkomandi skal undirvísa í 2. flokki. Í hesum starvi er neyðugt, at tú ert til reiðar at taka ímóti avbjóðingum í tøttum samstarvi við 2 aðrar lærarar. Tríggir lærarar arbeiða saman um teir 39 næmingarnar í 2. flokki. Umsóknirnar skulu vera Eysturskúlanum Postboks 3178 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi 12. apríl 2006. Meira fæst at vita um starvið frá skúlastjóranum Eyðdis Eidesgaard tlf. 214752. Eysturskúlin Starv sum havnameistari við Vágs havn Starvið sum havnameistari við Vágs havn verður hervið lýst leyst at seta tann 1. mai 2006 ella so skjótt sum til ber eftir hetta. Starvið: Tú kemur at hava leiðsluna av Vágs havn, somuleiðis sum tú eisini í starvinum kemur at átaka tær uppgávur viðv. Vágs havn í tøttum samstarvi við havnanevndina og býráðsleiðsluna. Førleikakrøv: Útbúgving sum navigatørur, viðkomandi førleika í enskum máli og teldukunnleika. Vit bjóða tær: Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú sum leiðari fær møguleika fyri at menna havnina. Setunarviðurskifti: Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgev- arafelag Føroya, somuleiðis sum skrivligur sáttmáli eisini verður partanna millum um arbeiðstreytir vm. Fyrsta árið verður at rokna sum royndarár. Hava tygum áhuga: So eru tygum vælkomin at senda skrivliga umsókn saman við prógvum og ummælum til Vágs kommunu Havnanevndina · Vágsvegur 22 Postsmoga 29 FO-900 Vágur og skal hendan vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 18. apríl 2006 kl. 12.00. Fleiri upplýsingar um starvið: Fáast við at venda sær til Kirstin Strøm Bech, borgarstjóra á telefon 373024 ella Svenning Borg, havnanevndarform. á telefon 573299. Býráðið skilar sær rætt til at velja millum umsóknirnar ella onga at taka. Vágur, tann 29. marts 2006 Vágs Býráð Fráboðan um loyvi til aftursøkkin Við hesum verður gjørt kunnugt, at Heilsu- frøðiliga starvsstovan tann 30. mars 2006, við heimild í kunngerð nr. 38 frá 8. mars 2001, um aftursøkking av tilfari, sum er tikið upp av havbotninum, hevur givið Vágs kommunu loyvi til aftursøkking av tilfari, sum ætlanin er at taka upp av botni í sambandi við røkt av dýpi í og rundan um Vágs havn. Tilfarið kann aftursøkkjast uttan fyri Vágsfjørð, á umleið 61o 28,0' N og 06o 41,1' W Loyvið liggur alment frammi á Heilsufrøðiligu starvs- stovuni. Avgerðin kann kærast til lands- stýrismannin í um- h v ø r v i s m á l u m . Møgulig kæra skal sendast Heilsufrøði- ligu starvsstovuni, Falkavegur 6, 2. hædd, FO-100 Tórshavn. Kærufreistin er úti fríggjadagin hin 28. apríl 2006. Loyvið kann somuleiðis síggjast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, www. hfs.fo Heilsufrøðiliga starvsstovan Starvsfólk søkist til arbeiði uttanlands 2006 Vit sóknast eftir nógvum dugnaligum fólkum til arbeiði uttanlands. Vit søkja eftir maskinmeistarum, maskinsmiðjum, rørleggjarum ella fólki við royndum innan nevndu fak. Upplýsing um arbeiði fáast við at venda sær til: 370 Miðvágur Tlf. 332 422 • Fax 333 222 Ella skriva ein teldupost til jakup@oilwind.fo Frá Havnar Róðrarfelag Aðalfundur felagsins verður í Drekaskálanum týs- dagin 25. apríl 2006 kl. 17.00 við hesi skrá: 1) Val av fundarstjóra 2) Frásøgn formansins frá farna ári 3) Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar 4) Val av nevndarlimum 5) Val av varalimum 6) Val av grannskoðara 7) Lógarbroytingar 8) Møgulig uppskot frá limum 9) Ymiskt Við róðrarkvøðu Nevndin veitst tú ikki tað?