týsdagur 4. apríl 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 4. apríl 2006
Halldór Ásgrímsson
Forsætismálaráðharrin hevur orðið
Í bók sínari Oyggjarnar átjan sigur Hannes Pétursson,
skald, at ongastaðni er ein Íslendingur minni útlendin-
gur enn i Føroyum. Hjartalagið og lyndið eru so átök og
samfelogini í mangar mátar lík, men tað ið mest um
ræður er tó, at eingin Íslendingur kann vera i iva um,
at í Føroyum gistir hann eina vinatjóð.
Illa ber annað til enn at taka undir við skaldinum.
Ísland og Foroyar eru sannar vinatjóðir og ongum so
nær skyld í máli, mentan og siðvenju sum hvorjum
oðrum. Hesi seinastu árini eru samskiftini millum
londini vaksin í stórum, serliga tá ið um handil og
vinnu ræður. Íslendskar fyritökur hava merkt sær spor í
vøll í Foroyum og landnámið, sum Jákup Jacobsen
gjordi, tá ið fyrsti Skemmuhandilin læt upp í Íslandi í
1987, er alkent.
Frá 1993 hevur ein sáttmáli verið gildi millum Ísland og
Føroyar, sum loyvir fríhandil við ídnaðarvarum og
fiskaframleiðslu. Tætta sambandið millum londini og
góður vilji til at menna handilssamstarvið víðari
gjørdi, at ein víðtökur handilssáttmáli varð undir-
skrivaður í Hoyvík í august mánaði í fjor.
Endamálið við Hoyvíkssáttmálanum er at fáa í lag eitt
felags búskapargki í umveldinum hjá Íslandi og
Foroyum, og sáttmálin fevnir millum annað um handil
við vörum og tænastu, um pengaflutning, ílagur og
frælsið hjá fólki at fara ímillum. Eisini ásetur sáttmálin,
at Íslendingar og íslendskar fyritökur skulu hava somu
rættindi í Fgroyum sum føroyingar og foroyskar
fyritøkur - og øvut. Líkt er til, at sáttmálin fær fult gildi,
áðrenn langt um líður. Hetta er vidtøkasti handilssátt-
máli, sum Ísland nakrantíð hevur gjort og tí hóskar tað
seg eisini, at sáttmálin er gjordur millum Ísland og
Føroyar.
At fara á odda fyri eini handilssendinevnd til
Foroya nú samskiftini millum londini standa í einum
tíðarskifti hovir tískil væl og er mær bæði ein heiður
og ein gleði. Tær fyritökurnar, sum eru við í ferðini,
eru avymsum slag, men hava tað allar felags, at tær
vilja kunna seg betur um fgroyskt vinnulív og teir
möguleikar, sum har kunnu vísa seg.
Tað er tí vón mín og mitt álit, at vitjan okkara í
oyggjunum átjan fer at menna samskiftini og vinar-
lagið millum Føroyar og Ísland nú og framtíðini.