týsdagur 4. apríl 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Nr. 67 - 4. apríl 2006
Jón Ásbergsson,
leiðari í Handils
ráðnum í Íslandi,
metur at túrurin
til Føroya verður
sera gevandi fyri
vinnulívið í Norður
atlantshavinum.
Hóast ferðalagið
hjá forsætismálaráð
harranum ikki er á
almennari ferð, so
roknar Jón við, at
nógv kann spyrjast
burturúr eini tílíkari
ferð. “Í eini verð sum
minkar í heilum, er
tað týdningarmikið,
at vit royna at fylgja
við”, sigur hann
Vinnuráðstevna
Jón Ásbergsson sigur í sam
røðu við Sosialin, at tað bara
er einaferð áður, at hann
hevur sæð tílíkan áhuga fyri
at sleppa við á eini tílíkari
handilsferð. Tað var tá ið
ein sendinevnd uppá 100
fólk fór til Kina at kunnað
seg um vinnumøguleikar
har. Á Føroyaferðini verða
65 fólk við, og hetta vitnar
um ein sera stóran áhuga í
tí vinnuliga sambandinum
landanna millum.
Eitt annað, sum Jón held
ur verða spennandi er, at so
stórur munur er á fólkatalin
um í londunum báðum. “Tað
er áhugavert at íslendingar
og føroyingar kunnu kappast
á jøvnum føti, hóast at tað
er rímiliga stórur munur á
fólkatalinum. Hetta, at vit
økja um heimamarknaðin,
er ein sunn menning sum vit
leingi hava bíða eftir.
Uppfinna ikki
djúpa tallerkin
Jón Ásbergsson sigur at vit
helst ikki skulu roknað við, at
alt fer at blóma beinanvegin.
“Tað er ikki so, at vit finna
eina spildurnýggja verð, tí
íslendingar og føroyingar
hava leingi samstarvað
vinnuliga”.
“Hetta er fyrst og fremst
eitt frálíkt høvi hjá okkum
øllum, at heilsa uppá hvønn
annan, og umgangast á
ein meiri persónligan hátt.
Soleiðis styrkja vit bondini
sum longu eru har, men tað
er sjálvandi eisini gott, um
vit finna nýggjar hættir at
samstarva”, sigur hann.
“Vit vóna, at onkrar fyri
tøkur finna saman, og harvið
skapa eitt nýtt samstarv.
Vit vilja so fegin hava eitt
blómandi vinnulív í Íslandi
og Føroyum, og tískil er
tað gleðiligt, um vit síggja
okkurt nýtt samstarv taka
seg upp”.
Tað eru nógvir møguleikar
at gera íløgur í báðum lond
um, og tað er eyðsæð, at her
er tað næstan bara hugflogið
sum setur avmarkingina,
heldur Jón Ásbergsson.
Heimurin minkar
Tað er týdningarmikið at
hava í geyma, at heimurin
minkar í heilum, vil Jón
vera við. “Vit síggja eitt rák
runt um í heimi, at fyritøkur
víðka um sín heimamarknað,
og hetta eru vit eisini farin at
síggja her uppi hjá okkum.
Globaliseringin ella inter
nationaliseringin er komin
fyri at verða, og vit mugu
taka ímóti hesum rákum
heldur enn at ræðast tey”.
Hann vísur á, at onkrar
íslendskar fyritøkur longu
hava voksið seg ov stórar
til heimamarknaðin, men at
hesar fyritøkur altíð syrgja
fyri, at tann lokali kundin
í Íslandi, ikki kennir seg
gloymdan, hóast fyritøkan
einamest arbeiðir á altjóða
marknaðinum.
Íslendski marknað
urin er opin
“Ofta hoyri eg føroyingar
og íslendingar skemta um,
at Íslendingar fara eta allan
føroyska marknaðin. Men
tað verður neyvan veruleiki”,
sigur Jón Ásbergsson flenn
andi.
“Vit skulu hava í geyma,
at tá ið londini samdust um
fríhandilsavtaluna, gjørdist
íslendski marknaðin eisini
víðopin, so har er onki til
hindurs fyri, at føroysk
vinnufólk kunnu keypa seg
inn har. Íslandssáttmálin er
eitt tekin uppá, at vinnulívið
í Íslandi og Føroyum hevur
tað gott. Vit skulu fegnast
um, at hesi grannalondini
samstarva so væl”, sigur Jón
Ásbergsson at enda.
Jón Ásbergsson
“Íslendingar ætla ikki at
eta føroyska marknaðin”
Løgmaður bjóðar
íslendskari vinnu
lívsnevnd og for
sætisráðharranum í
Íslandi vælkomnum
til Føroya
Vinnusamstarv
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
– Tað kann tykjast sum
talan er um eina íslendska
innrás til Føroya, men tað er
væl eisini eitt gott høvi hjá
føroyskum vinnulívi at skapa
sambond og fáa samband
við møguligar vinnuligar
samstarvspartnarar hinu
megin og eisini at vísa á
føroyskar loysnir í tí vinnu
teir arbeiða við. So hetta er
væl ein felags møguleiki hjá
bæði føroyskum og íslendsk
um vinnulívi at skapa sam
bond.
Sigur Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, nú ein stór
íslendsk sendinevnd kemur
til Føroya í næstum.
Løgmaður bjóðar íslend
ingum vælkomnum. Hann
leggur dent á, at tað er gjøg
num samstarv, at vit skulu
blíva sterk. Men tað er greitt,
at vit mugu ikki bara fokusera
uppá teirra møguleikar
her men so sanniliga eisini
uppá okkara møguleikar har.
Íslandssáttmálin letur upp
okkara heimamarknað, sum
er ein av heimsins minstu
marknaðum til at blíva seks
ferðir so stórur. Tað skuldi
verið eitt øgiligt lop fyri før
oyskt vinnulív.
Jóannes
Eidesgaard
heldur vit kunnu læra av
íslendingum, tá ræður um
at skaffa sær nýggjar markn
aðir. – Henda vitjanin hjá
íslendska vinnulívinum
er bert ein av mongum,
og hetta fær meg eisini at
hugsa um týdningin, at vit
sjálvir fara út í onnur lond,
sum eitt nú til India. Tað er
týdningarmikið, at eitt land
sum Ísland ella Føroyar,
tekur ovasta leiðaran við
sum duraopnara, tá talan
er um skapa nýggjar sam
starvsmøguleikar. Eftir tað
kemur so vinnulívið og troyt
ir møguleikar.
Løgmaður heldur tað vera
sera áhugavert fyri okkum at
gera sum íslendingar, nevni
liga at troyta møguleikarnar
fyri samvinnu við eitt nú
eysturstrond USA. – Her
er ein marknaður, sum
vit høvdu áður men sum
vit tíverri hava mist, men
íslendingar eru á veg inn aft
ur har og eg ivist ikki í, at
tað ber hjá okkum eisini til
at fáa eitt samstarv upp at
standa, og tað var væl eitt
av endamálunum við ferðini
hjá Bjarna Djurholm í USA
herfyri.
Løgmaður heldur tað tí
vera eitt gott hugskot, at vit
og íslendingar í felag fara út
í verðini at vísa fram okkara
vinnulív.
Hittast
Tað er greitt, at løgmaður og
íslendski forsætisráðharrin
fara at hava samrøður, nú
stór sendinevnd kemur til
Føroya. Løgmaður sigur,
at hann ætlar sær eisini at
fáa eina frágreiðing um,
hvussu er stætt við íslendska
búskapinum, nú so nógv
hevur verið frammi í miðl
unum seinastu tíðina um
íslendska búskapin.
– Eg vil sjálvandi nýta
høvi at hitta íslendingar
og vita, hvussu støðan er
hjá teimum og hvussu teir
kunnu menna samvinnuna
við Føroyar.
Jóannes Eidesgaard vís
ir til Hoyvíkssáttmálan,
sum gevur nógvar nýggjar
møguleikar fyri samvinnu
millum londini. Eitt nú vís
ir hann á, at tað er gott, at
íslendingar duga at síggja
møguleikar fyri samvinnu
við føroyskt vinnulív.
– Vit mugu nú taka Hoy
víkssáttmálan upp og vita,
hvat er skilagott í næstum.
Íslendingar væl
komnir til Føroya
Løgmaður bjóðar íslendskari vinnulívsnevnd og forsætis
ráðharranum í Íslandi vælkomnum til Føroya
Jón Ásbergsson á vinnuráðstevna í Kina
Jón Ásbergsson – leiðari í
útflutningsráðnum