týsdagur 4. apríl 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 67 - 4. apríl 2006
Millum íslendsku
fyritøkurnar, sum
kemur higar til
lands sum partur
av vinnuligu sendi
nevndini úr Íslandi,
verður MS, sum er
eitt virki, ið kann
samanberast við
Mjólkarvirkið
Búnaðarmanna
Íslendskt átak
Vilmund Jacobsen
MS – ella Mjólkursamsalan,
sum virkið eisini verður rópt,
er ein marknaðarfyritøka, sum
kannar tørvin hjá brúkaranum
við tí fyri eyga at bjóða eitt
breitt úrval av sunnum og
góðum matvørum.
– Vit leggja dent á at
framleiða matvørur úr ís
lendskari neytamjólk, eitt nú
ymiskar mjólkardrykkir og
mjólkardrykkir við smakki
evni, jogurt, skýr og róma.
Fyrisitingarstjórin í MS,
Gudbrandur Sigurdsson,
sigur, at felagið framleiðir
eisini sonevndar probiotisk
ar mjólkarvørur og føðslu
drykkir.
– Málið hjá okkum er at
reka fyritøkuna við lønandi
rakstri, øktari sølu og muna
góðari útbýtan, sigur hann.
Íslendskir handlar og brúk
arar hava gjøgnum tíðina
vunnið álit á MS.
– Vit hava fleiri fjølbroytt
framleiðslustøð, og vit
gera tað, vit kunnu fyri at
ganga ynskjunum hjá við
skiftafólkunum á møti.
Fyrisitingarstjórin vísir á,
at MS hevur drúgvar royndir
í at framleiða, menna, markn
aðarføra, selja og býta út
mjólkavørur.
Bjóða seg fram
Gudbrandur sigur, at MS er
eitt lutafelag, sum einir 500
mjólkaframleiðarar í Íslandi
eiga, og felagið hevur seks
framleiðslustøð kring um í
Íslandi.
– Endamálið hjá okkum
við Føroya-ferðini er at
økja um søluna av okkara
vørum í Føroyum, og vit
halda, at vit hava nógv at
bjóða føroyskum brúkarum
– eisini vørur, sum ikki eru
so kendar á føroyska markn
aðinum.
Við sær til Føroya hevur
Gudbrandur eisini stjóran
fyri sølu og útbýtan, Jón
Axel Pétursson og stjóran
á EMMESS, Leifur Ørn
Leifsson.
EMMESS er eitt dóttir
felag hjá MS, og er hin
fremsti ísframleiðarin í
Íslandi.
– Vit ynskja eisini at bjóða
føroyska marknaðinum okk
ara ísvørur, sigur fyrisiting
arstjórin.
Sjálvur hevur Gudbrandur
Sigurdsson fleiri ferðir verið
í Føroyum, og hann kennir
eisini føroyingar.
– Ein av teimum, eg kenni
væl, er Eirikur á Húsamørk,
stjóri á Høvdavirkinum í Leir
vík, sigur fyrisitingarstjórin,
sum er spentur upp á átakið
í Føroyum, sigur fyrisiting
arstjórin í MS.
MS í Íslandi
til Føroya við
mjólkarvørum
MS er eitt lutafelag, sum einir 500 mjólkar
framleiðarar í Íslandi eiga, og felagið hevur seks
framleiðslustøð kring um í Íslandi