týsdagur 4. apríl 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Nr. 67 - 4. apríl 2006
VIT ERU SKÝRR
skyrr.is
Skýrr er íslensk fyrirtøka av fremstu altjóða veitarum av ymiskum
dátugrunnskyldum forritaloysnum, kunningartøkni, ASP og
samskipaðum alnótstænastum. Okkara forrit, tillagaði fyritøkuna, verða
nýtt av bæði handilsfyritøkum og almennum stovnum.
Tær loysnir, Skýrr veitir, hava staðið teirra roynd í umfatandi nýtslu á einstøkum og fleirtáttaðum
stjórnardeildum og í fyritøkum við margfaldari fyriskipan. Við ISO 9001 váttanini er Skýrr umboð
fyri og styðjar altjóða viðurkendar vinnuligar skipanir, sum t.d. Oracle, VeriSign, Business Objects
og Microsoft.
Tann stóri vitanargrunnur, sum Skýrr hevur ognað sær i roynd og virki tey seinastu 50 árini,
umfatar eisini menningina av teirri landsumfevnandi forritskipanini til íslendsku stjórnina
sum heild. Støðugt mennandi íslendska bankavirksemi lítir á summi av forritum okkara
at fyrisita ein stórt sæð kontantleysan búskap. Innan heilsu, útbúgving, flúgving og
starvsfólkatilfeingi dregur Skýrr nýtslu av loysnum í hóskandi stødd, skraddara-
seymaðum til einfaldan ella margháttaðan tørv um allan heim.
Skýrr leggur størstan dentin á hesar marknaðir: miðfyrisitingin, kommunalar og lokalar myndugleikar, fíggjar- og tænastufyritøkur. Skýrr hevur fleiri enn 2.000 viðskiftafólk.
Endamálið hjá Skýrr er víttfevnandi virksemi í KT-vinnuni, sum eisini umfatar samstarv við og ogn av øðrum fyritøkum innan somu vinnu.