týsdagur 4. apríl 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 67 - 4. apríl 2006
– Eg vænti, at hóast
ein partur av virk
seminum hjá Intrum
Føroyar verður at
heinta inn ágóðar
hjá viðskiftafólki utt
an fyri Føroyar, fer
størsta virksemið hjá
felagnum kortini at
liggja innan fyri land
oddarnar, sigur stjórin
í Intrum Føroyar,
Jákup Bech Jensen
Íslendskt átak
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyritøkan, Intrum Justitia
í Íslandi, sum verður við í
íslendska vinnuátakinum í
Føroyum, er partur av altjóða
innheintingarfyritøkuni
Intrum Justitia.
Hetta er fremsta fyritøkan
í Evropu innan miðvísa áogn
arstýring, sum á enskum
verður rópt Credit Manage
ment Services.
Á hvørjum ári viðger
Intrum milliónir av málum
fyri fyritøkur og stovnar
kring allan heim.
Eini 3000 fólk í 22 londum
í Evropu starvast hjá Intrum
Justitia, og haraftrat hevur
fyritøkan fleiri enn 120 um
boðsskrivstovur víða um
heimin.
Hjá Intrum í Íslandi starv
ast stívliga 120 fólk á átta
skrivstovum kring landið.
Heildarloysnin
Benjamín Axel Árnason hev
ur tann leiklut í íslendska
felagnum, sum róptur verður
”projekt manager” – ella
verkstjóri.
– Vit bjóða fyritøkum og
stovnum heildarloysnir á
innheintingarøkinum. Hes
ar loysnir fevna eitt nú um
innkrevjing (inkasso), eftirlit
við áogn, millumlanda inn
krevjing, rættarinnkrevjing,
skuldarupplýsingar, mvg-
endurgjald og ráðgeving,
sigur hann.
Í tilfari, vit hava fingið um
Intrum í Íslandi, verður víst
á, at kunningartøkni er ein
stórur partur av virkseminum
hjá fyritøkuni.
Kunningartøkni og miðvís
menning av starvsfólkunum
hava størstan týdning fyri tann
serstaka innheintingarhátt,
sum Intrum hevur lagt seg
eftir at nýta.
– Vit bjóða eisini viðskifta
fólki atgongd til umfatandi
heimasíðu, har tey betur
kunnu fylgja við, hvat líður
innheintingini, sigur fyri
tøkan.
Intrum Føroyar
Longu nú er eitt partafelag
stovnað í Føroyum, Intrum
Føroyar, sum fer at hava
skrivstovu í Havn. Fyribils
er allur partapeningurin í
felagnum íslendskur, men
ætlanin er, at føroyskir íleggj
arar eisini skulu eiga lut í
felagnum.
Stjóri í Intrum Føroyar er
32 ára gamli, Jákup Bech
Jensen.
Jákup lærdi í Skemmuni
í Havn og gjørdist dagligur
leiðari longu, tá ið hann hevði
lært í eitt ár. Hann hjálpti
eisini til í Rumfatallagurin,
sum svarar til Skemmu-
handlarnar í Íslandi, ið
Jákup á Dul Jacobsen eisini
eigur. Jákup var eisini við til
at leggja lunnar undir handl
arnar hjá føroyska vinnu
lívsmanninum í Íslandi.
Jákup starvaðist í Skemm
uni í Havn í eini 6-7 ár. Í
byrjanini arbeiddi hann um
dagin og gekk í handilsskúla
um kvøldarnar, og seinni
tók hann eisini merkonom-
lærugreinar.
– Tá ið eg gavst í Skemm
uni, avgjørdi eg at fara til
sjós. Eg helt, at hetta líka
sum er eitt slag av skyldu
hjá einum føroyingi, sigur
Jákup.
Hann sigldi sum dekkari
við Ennibergi í eini tvey ár
og fór síðan á hægri hand
ilsskúla, samstundis sum
hann tók fyrsta partin av HD
um kvøldarnar.
Skipsmeklari
Næsta stigið í lívinum hjá
Jákupi, var at byrja eina
fyritøku í Føroyum, Arctic
Import. Henda fyritøka
er í dag ein partur av JB-
Trade, ið bjóðar seg fram
sum heildarveitari av stórt
sæð øllum, sum stovnar og
skrivstovur hava fyri neyð
ini – tað veri seg heilt frá
innbúgvi til reingerð av høl
um.
– Eg var umboðsmaður
fyri hesa fyritøku í eini
tvey ár og fór síðan niður til
Danmarkar at arbeiða sum
skipsmeklari.
Jákup var í starvi hjá felag
num, Atlantic Shipping í
Keypmannahavn, í eini fýra
ár.
– Vit seldu fiskiskip um
allan heimin. Eg ferðaðist
nógv. Hetta var eitt læruríkt
og spennandi arbeiði, har eg
møtti nógvum fólki um ein
stóran part av heiminum.
Fyri hálvum ári síðan
avgjørdi Jákup og familja
hansara at flyta heimaftur
til Føroya.
– Mær stóð í boði eitt
starv á vinnulívsdeildini hjá
Føroya Banka, og har havi
eg starvast, til eg nú tók
við starvinum sum stjóri í
Intrum Føroyar, sigur hann.
Samstundis, sum hann
hevur átikið sær hetta starv,
er Jákup eisini í holt við at
taka seinna partin av HD
lesnaðinum innan strategiska
leiðslu á Copenhagen Busi
ness School.
Skrivstovu í Havn
Jákup sigur, at Intrum Føroyar
í løtuni er í holt við at leita
sær eftir skrivstovuhølum í
Havn, og somuleiðis skulu
nøkur fólk setast í starv hjá
felagnum.
Hann væntar, at eini fimm
fólk verða í starvi hjá felag
num, tá ið virksemið í Før
oyum byrjar.
Tá ið virksemið hjá
Intrum í stóran mun snýr
seg um innheinting av áogn
fyri fyritøkur og stovnar,
spurdu vit Jákup, um felag
ið fer at kappast við advokat
skrivstovur í Føroyum, sum
frammanundan hava slíkar
uppgávur.
– Jú, sjálvandi fara vit at
bjóða okkum fram í kapp
ingini um viðskiftafólkini,
men í slíkum høpi plaga
vit ikki at tosa um kapp
ingarneytar, men heldur um
”kollegar”, sum hann tekur
til.
80 ára royndir
Hann sigur, at Intrum Før
oyar serliga fer at bjóða seg
fram, har felagið við sínum
altjóða royndum og mongu
skrivstovum kring um í heim
inum, eru sterkir.
– Intrum Justitia hev
ur 80 ára royndir við inn
heintingum í altjóða høpi,
og hetta ger tað lættari at
gera okkara arbeiði. Vit hava
samstarvsfeløg, sum gera
tað einfalt hjá okkum at náa
langt út um landoddarnar
– ja, um allan heimin.
Jákup væntar, at hóast ein
partur av virkseminum hjá
Intrum Føroyar verður at
heinta inn ágóðar uttanfyri
Føroyar, fer størsta virksemið
hjá felagnum kortini at liggja
innanfyri landoddarnar.
– Vit kunnu taka eina lítla
føroyska fyritøku sum dømi.
Talan kann eitt nú vera um
ein handverkara, sum er rask
ur at arbeiða, men sum ikki
torgar skjalaarbeiði. Tá kann
viðkomandi lata okkum alla
innheinting eftir, at fyrsta
fakturan er send viðskifta
fólkinum. Vit kunnu fylgja
kravinum upp við at rykkja
við brøvum, um peningurin
ikki verður goldin – vit
kunnu ringja ella senda fólk
á dyrnar.
Fyrst við ”mildum”
Jákup vísir á, at verður
ágóðin ikki goldin fyritøkuni
rættstundis, verður fyrst tann
sonevnda ”milda” manna
gongdin nýtt.
– Her leggja vit okkum
eftir at vísa virðing fyri skuld
aranum og royna saman við
viðkomandi at finna eina
loysn. Um hetta ikki førir
til, at inngjøld koma, verður
málið latið løgfrøðiligu
deildini hjá Intrum Føroyar.
Tá fer málið frá at vera eitt
vanligt inkasso-mál til at
gerast eitt mál, har rættslig
tiltøk verða sett í verk. Finst
framvegis eingin loysn, end
ar málið í rættinum, har
dómur verður feldur.
Skuldareftirlit og mvg
Jákup sigur, at ein onnur
tænasta, sum Intrum Før
oyar fer at veita sínum við
skiftafólkum, er skuldar
eftirlit.
– Í slíkum føri gera vit,
hvat vit kunna fyri at heinta
inn krøv, sum eru mett
ómøgulig at heinta. Vit halda
fast um krøvini í nøkur ár og
minna skuldaran á, at hann
hevur skuld. Hetta kann t.d.
enda við, at viðkomandi
viðskiftafólk hjá okkum fáa
allan – ella ein part – av ágóð
anum.
Eitt annað, sum Intrum
Føroyar kann hjálpa við
skiftafólki við, er at heinta
inn mvg-endurgjald.
– Hetta kann vera fyri
vørur, sum føroyskar fyri
tøkur keypa uttanlands,
eitt nú á vørumessum ella í
vanligum handilsørindum. Í
nógvum førum halda fólk, at
tað er meira møði enn føði at
fáa mvg aftur, hóast teir eiga
henda peningin. Hetta er
ein tung mannagongd, sum
krevur bæði tíð og orku, og
í slíkum føri bjóðar Intrum
Føroyar seg eisini fram við tí
stóra netverki, sum fyritøkan
hevur.
Stjórin í Intrum Føroyar
vísir á, at Intrum Justitia
hevur eina deild í Finlandi,
sum burtur av tekur sær av
slíkum.
Áhugaverd uppgáva
– Jú, vit eru sera spentir eftir
at sleppa í gongd í Føroyum,
og vit halda, at vit hava
eina góða og fjølbroytta
tænastu at bjóða føroyska
samfelagnum, sigur Jákup
Bech Jensen.
Jákup B. Jensen skal
leiða Intrum Føroyar
– Vit eru sera spentir eftir at sleppa í gongd í Føroyum, og vit halda, at vit hava eina góða og
fjølbroytta tænastu at bjóða føroyska samfelagnum, sigur Jákup Bech Jensen, stjóri í Intrum
Føroyar
Mynd: Álvur Haraldsen
– Verður ágóðin hjá viðskiftafólki okkara ikki goldin
rættstundis, verður fyrst tann sonevnda ”milda”
mannagongdin nýtt. Her leggja vit okkum eftir at vísa virðing
fyri skuldaranum og royna saman við viðkomandi at finna
eina loysn, sigur Jákup Bech Jacobsen