mánadagur 3. apríl 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 66 - 3. apríl 2006
Vikuskiftið hevur
verið friðarligt, sigur
løgreglan, men hóast
hetta er listin langur
yvir hendingar, har
løgreglan er boðsend:
Rúsdrekkakoyring í
Suðuroynni og Vest
manna, motorsúkkla
útav og útflýgjan av
tablettum er nakað av
tí, ið løgreglan hevur
at arbeiða við
Løgreglutíðindi
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Vakthavandi á politistøðini
sigur seg ikki hava nakað
yvir tað vanliga, tá hann skal
greiða frá vikuskiftinum,
men tó er listin langur. Her
er nakað av tí, ið løgeglan
hevur at arbeiða við eftir
vikuskiftið:
Fríggjakvøldið
hendi
herverk í Havn og smærri
ferðsluóhapp vóru í J. C.
Svabosgøtu í Havn, í Runa
vík, í Vágum og millum Vest
mann og Kvívík koyrdi ein
111 km. um tíman og missir
koyrikortið við treytaðum
dómi.
Við Áir fór ein motor
súkkla útav og maðurin fekk
álvarsligan skaða. Hann
endaði á Landssjúkrahús
inum og er nú sendur niður
til Danmarkar til kanningar
í beinum og ryggi, men hann
er ikki í lívsvanda. Blóðroynd
er tikin av manninum.
Annars eru smálutir á
listanum hjá løgregluni, so
sum fullir menn, ið gera eitt
sindur um seg, prutl til ampa
í Sumba og í Guttormsgøtu í
Havn kom eldur í eina grytu,
men stórvegis meira hendi
ikki.
Leygardagin
Á morgni varð boðað frá
minni ferðasluóhapi í Klaks
vík og í Havn var sagt frá eitt
sindur av fullamannalótum í
býnum og ein maður spark
aði ein hýruvogn og varð
tikin á støðina.
Ein maður, ið ikki var rús
aður, varð tveittur út av dansi
stað, tí hann varð mettur at
vera ómøguligur. Løgreglan
tók mannin og okkurt hevur
eftir øllum at døma verið
um metingarnar hjá durða
vørunum, tí hann er nú
ákærdur fyri ólag í almenn
um reglulag, sum tað eitur.
Leygardagin varð boðað frá
gróti á Tjørnuvíkarvegnum
og varð hetta burturbeint.
Um dagin komu fólk á
politistøðina í Havn við
tablettum, sum tey høvdu
fingið frá einum útlendingi
náttina fyri á einum dansistað
í Havn. Løgreglan kannar
málið og ávarar ímóti at taka
ímóti slíkum, tí ein veit ikki
hvat slag slíkt kann vera.
Klokkan 4 sunnunáttina
varð ein bilførari tikin við
kenning í Vági.
Klokkan 9 sunnumorgun
tók løgreglan ein á støðina, ið
lá og svav við Vesturkirkjuna
í Havn.
Klokkan 15 sunnudagin
tók løgreglan ein bilførara
við kenning í Vestmanna.
Arbeiðseftirlitið
gjørdi eina óhugna
liga uppdaging á
Eystaru bryggju í
Havn fríggjadagin,
visti ÚF at siga
Spreingievni
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Í eini bingju mitt á havnar
lagnum fann eftirlitið 16
tons av spreingievni, sum
hevur staðið á havnarlagnum
í tveir mánaðir. Hetta er
beinleiðis brot á reglunar
um innflutning og goymslu
av spreingievni, sum siga at
spreingievni skulu goymast
á góðkendari goymslu langt
burtur frá fólki og bygdum
øki.
Bingjan við teimum 16
tonsunum av spreingievnum
stendur nú á tryggum stað á
Glyvursnesi, men sambært
stjóran á Arbeiðseftirlitinum
kundi hetta fingið álvarsamar
avleiðingar. – Um hesi
spreingievnini fóru í luftina,
so var eingin Havn longur,
sigur Karl Joensen.
Sambært reglurnar eigur
spreingievnið at verða flutt
burtur, so skjótt tað kemur til
landið. Og tað eigur síðani
at vera goymt á serligari
goymslu, sum Arbeiðseftir
litið hevur góðkent. Tað
var ein innflytari, sum átti
spreingievnið, sum varð flutt
til landið við Skipafelagnum.
Arbeiðseftirlitið fekk meira
ella minni av tilvild eitt tipp
um bingjuna við tí vanda
mikla innihaldinum, og
eftirlitsfólk fóru beinanvegis
á stgaðið, samstundis sum
málið varð lagt fyri politiið,
visti Útvarpið at siga fríggja
dagin.
Ferðsla
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Fríggjadagin hendi eitt minni
ferðsluóhapp í Vágunum,
men stórur persónsskaði
stóðst ikki av óhappinum.
Talan var um ein eldri
mann, ið varð ákoyrdur av
einum persónbili. Lækni og
sjúkrabilur komu á staðið,
men løgreglan sigur, at talan
var um smásnuddir.
Óhappi hendi við Missi
ónshúsið í Sørvági.
Vikuskiftið friðarligt
hóast nógv var at
gera hjá løgregluni
Bingja funnin á Eystaru bryggju
við 16 tonsum av spreingievni
Ferðsluóhapp í Vágum