týsdagur 4. apríl 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 4. apríl 2006
5
Norðoyingar vænta
nógva ferðslu nú
tunnilin undir
Leirvíksfjørð letur
upp.
Hvannasunds
kommuna fyrireika
seg eisini.
Ferðsla
Orð/mynd: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Múli: Tað er sjáldan at nýggj
tíðindi frættast úr Múla.
Men tey sum í hesum
døgum koyra teir sjey km. úr
Norðdepli norður til Múla,
síggja at her er broyting
hend síðani seinast.
Nærhendis teimum fáu
sethúsunum í bygdini
er nevniliga gjørt eitt
parkeringspláss, sum kann
rúma fleiri bilum.
Óvist er, um tað er roynt
til fulnar enn. Mett verður
tó, at einir 6 til 7 bilar kunnu
standa parkeraðir her.
Nógv ferðsla
Tað
er
Hvannasunds
kommuna sum hevur staðið
fyri hesum arbeiðinum.
Júst Poulsen, borgarstjóri
í kommununi sigur, at hetta
verður gjørt í sambandi
við
upplatingina
av
Norðoyatunlinum.
– Vit vænta nógva ferðslu
norðureftir, og helst fara
nógv eisini at koyra norður
til Múla, sigur hann við
Sosialin.
Sum støðan er í dag ber
væl til at koyra hagar. Tann
fyrsti parturin av vegnum er
góður og væl asfalteraður í
støðum.
Tá ein nærkast bygdini
smalkar vegurin kortini so
mikið, at her kunnu bilar
ikki møtast.
Út frá hesum hevur ein
mett, at tørvur var á einum
parkeringsøki í Múla, sum
er partur av Hvannasunds
kommunu.
Møguleiki skal sjálvandi
eisini verða hjá bilunum at
kunna venda inni í sjálvari
bygdini.
Tað var Sjúrður Joensen
av Viðareiði og hansara
menn sum hava gjørt hetta
snøgga arbeiðið. Arbeiðið
er liðugt.
Sjey bilar rúmast í Múla
Serstakt møti
og framsýning
Nýggjan sløkkiliðsbil
til økt tunnilskrøv
Ætla at endurbyggja
ungmannafelagshúsið
Keldan, Skálafjørður:
Komandi
sunnukvøld
verður enn eitt forvitnisligt
møti í samkomuni.
Limirnir í samkomuni
hava hesar seinastu tíðina
havt eina serstaka 40 daga
ráðstevnu við heitinum
“Eitt málrættað lív”.
Tey eru nú farin at
nærkast
endanum
á
hesi ráðstevnuni, og
sunnudagurin komandi
verður tann næstseinasti
sunnudagurin.
Til hetta møtið er evnið
tænastur og her serliga
tænasturnar í samkomuni
um tænastur. Í hesum
sambandi verða settir upp
22 básar í kafeteri’uni
í bygninginum sum ein
kreativa
framsýning
av øllum tænastunum,
sum longu nú eru í
samkomuni.
Eftir møtið sunnudagin
tá talan er liðug verður
høvið at síggja hesa
framsýning, har ein fær
eitt yvirblikk av breiddini
í samkomuarbeiðinum hjá
Kelduni.
– Her kunna folk so
ganga runt, hyggja og
seta fram spurningar.
Og kanska onkur verður
vaktur upp at luttaka í
onkrari tænastu, sum ein
brennur fyri, sigur Pauli
Høj, samkomuleiðari.
Henda framsýningin
kemur at standa uppi til
næsta vikuskifti.
sb.
Leirvík:
Nú
Norð-
oyatunnilin letur upp
í næstum, setur tað
samstundis økt krøv til
kommununa.
Leirvíkar kommuna
hevur tí samtykt at keypa
ein nýggjan sløkkiliðsbil,
fyri at lúka brunakrøvini.
Nýggi sløkkiliðsbilurin
og útgerðin til hann
kostar 1,7 mió. kr. Hann
er av slagnum MAN og
er keyptur frá sp/f Kjartan
Simonsen.
Samstundis
hevur
kommunar játtað pening
til at gera aðrar íløgur í
sløkkiliðið í bygdini.
sb.
Mykises: Hóast talið av
íbúgvum í Mykinesi ikki
er tað størsta í løtuni, so
hevur tað kortini ikki tikið
dirvið frá fólki.
Á fundi í Sørvágs
kommunu
í
farnu
viku var nevniliga eitt
mál til viðgerðar frá
ungmannafelagnum
“Súlan” í Mykinesi.
Felagið
søkti
um
stuðul frá kommununi
til tess at endurbyggja
ungmannafelagshúsið í
bygdini.
Eingin støða varð kortini
tikin til hesa umsóknina,
tí fíggjarnevndin hjá
Sørvágs kommunu mælti
til at beina málið aftur í
trivnaðarnevndina.
Og tað varð so samtykt
av bygdaráðnum.
sb.
Ætlanir eru nú frammi
um at endurbyggja
ungmannafelagshúsið í
Mykinesi
– Vit vilja gera alt
fyri at ferðslan skal
kunna ganga lætt
gjøgnum tunlarnar
á Borðoynni, sigur
Oyvindur Brimnes,
stjóri á Landsverki.
Ferðsla
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Borðoy: Nógv er hent innan
føroyska ferðslu, síðani teir
báðir tunlarnir á Borðoynni
vórðu skotnir ígjøgnum fyri
40 árum síðani.
Nú stendur ein nýggj
avbjóðing fyri teimum
við teirri nýggju og øktu
ferðsluni, tí bert 25 dagar
eru eftir til Norðoyatunnilin
letur upp.
Eitt er, at fólk í Klaksvík
vænta nógva ferðslu har.
Men fólk norðanfyri vænta
eisini at ein stórur partur av
hesi ferðsluni fer at koma
tann vegin.
Hinvegin vita tey eisini, at
ein sonevndur fløskuhálsur
er á leiðini hagar – teir
báðir tunlarnir á Borðoynni.
Spurningurin er, um hesir
báðir einsporaðu tunlarnir
kunnu
svølgja
allari
ferðsluni sum fer at ganga
báðar vegir.
Fólkið óttast fyri, at ferðslu-
proppar fara at sermerkja
gjøgnumkoyringina hjá
teimum, sum ætla sær
norðureftir og hjá teimum
sum ætla sær aftur til
Klaksvíkar, kanska á fyrsta
sinni.
Hetta
vita
teir
hjá
Landsverki eisini, og tí hava
teir í eina tíð fyrireikað seg
til hetta.
– Vit ætla okkum at seta
skeltir upp fyri at upplýsa
bilførarar um, hvussu ein
á bestan hátt kann koyra
gjøgnum hesar tunlarnar,
sigur Oyvindur Brimnes.
Fjarstøða neyðug
Tað hava verið ymisk uppskot
frammi um, hvussu ein kann
leiða ferðsluna gjøgnum
tunlarnar á bestan hátt.
Eitt uppskot kom frá
Hvannasunds kommunu,
sum skjeyt upp at seta
ljósreguleringar upp á
báðum síðum.
Hetta uppskotið vann tó
ikki frama hjá Landsverki,
tí teir í fyrstu syftu væntaðu,
at bíðitíðin kundi blíva ov
long – kanska upp í hálvan
tíma hvørjumegin.
Hinvegin so vístu teir
eisini á, at júst hetta við
ljósreguleringini kundi fáa
ávirkan á ferðslutrygdina:
Bilførarar kunnu koma at
taka óneyðugar kjansir í
tunlunum og koyra alt ov
skjótt.
Landsverk ætlar tí ístaðin
at seta skeltir upp, har
kunnað verður um koyring
í tunlunum.
– Her fara vit serliga at
leggja dent á týdningin av
at halda fjarstøðu til bilin
frammanfyri í tunlinum,
sigur hann.
Á henda hátt verður
pláss fyri bilunum á
møtiplássunum í tunlunum.
Soleiðis kann ein í størst
møguligan mun sleppa
undan ferðsluproppum.
Slíkir
ferðsluproppar
hava verið áður, m.a. í
samband við grindadráp í
Hvannasundi. Men vónað
verður, at ein við skeltingini
og kunningini kann sleppa
undan hesum.
Kemur proppur í, er tað
uppgávan hjá løgregluni at
fáa ferðsluna á glið aftur.
Keldan í Skálafirði skipar
fyri serstøkum møti og
framsýning komandi
sunnukvøld
Enn er parkeringsplássið í Múla ikki roynt til fulnar. Her
verður tað í øllum førum roynt av Stavni
Stórar avbjóðingar
vænta smáu tunlunum
– Ferðslan skal fáast at ganga væl gjøgnum borðoya-tunlarnar,
sigur Oyvindur Brimnes