týsdagur 4. apríl 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 67 - 4. apríl 2006
Avrikini hjá skúla
næmingum batnaðu
við nærum 30 pro
sentum, tá inniluftin
í flokshølinum
varð betrað, vísir
nýggj kanning frá
danska granskingar
stovninum DTU
INNLÆRIng
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Um inniluftin ella inni
klimaðið í skúlunum var eins
gott og tað er á skrivstovum
hjá vaksnum, so høvdu
avrikini hjá næmingunum
verið upp í 30 prosent
betri enn í dag. Tað vísir
ein nýggj kanning, sum
granskarar frá Danmarks
Tekniske Universitet hava
staðið fyri.
Kanningin var soleiðis
skipað, at granskararnir
fóru inn í ein vanligan
danskan fólkaskúla, sum
lúka núverandi donsku lógar
krøvini til undirvísingarum
hvørvið. Í eina viku í senn
hava granskararnir eyg
leitt og kannað tvey 4.-6.
flokkstig.
Næmingarnir vistu ikki av,
at granskararnir tvífaldaðu
ventilatiónina og lækkaðu
hitan í flokshølinum, so tey
svaraðu til krøvini, ið sett
verða til innandura arbeiðs
umhvørvið hjá vaksnum.
– Næmingarnir fingu
seks til átta uppgávur, í eitt
nú støddfrøði, málsligum
førleika, fyrisøgn og førleik
anum at loysa trupulleikar.
Og úrslitið var ikki sørt skelk
andi. Tá luftin var betrað,
kláraðu næmingarnir í miðal
15 prosent fleiri uppgávur
uttan at gera villur. Og
nakrir næmingar megnaðu
at loysa upp í 30 prosent
fleiri uppgávur, uttan at gera
villur, sigur Geo Clausen,
professari frá Danmarks
Tekniske Universitet við
B.T.
BRÚKARATORGIÐ
Klókari næmingar
av frískari inniluft
Um tú tosar í fartele
fon ella tráðleysari
telefon í ein tíma
um dagin, tvífaldast
vandan fyri at fáa
krabbamein í heilan
um
Fartelefoni
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Ein nýggj svensk kanning
vísir, at vandin fyri at fáa
krabbamein í heilanum
økist við 100 prosentum hjá
teimum, sum tosa í fartelefon
ella tráðleysari telefon í ein
tíma hvønn dag.
– Hetta er fyrsta kann
ingin í heiminum, sum
fevnir um ein bólk av sjúk
lingum, sum hevur nýtt
fartelefon gjøgnum nógv
ár, sigur Lennart Hardell,
professari við Örebro Uni
versitetssjúkrahús, og ein
av granskarunum aftanfyri
kanningini, við Ritzau.
Kanningin stendur í and
søgn við einari eldri danskari
kanning, sum vísti, at vandin
fyri krabbameini ikki var
størri hjá teimum, sum tosa
í fartelefon.
– Tá eg komi fram til eitt
annað úrslit, er tað grund
að á, at eg havi kannað
sjúklingar, sum gjøgnum
nógv fleiri ár hava tosað í
fartelefon. So her síggja
við langtíðarárinini, sigur
Lennart Hardell.
Svenska kanningin varð
gjørd í árunum 1997 til 2003
og fevnir um 905 sjúklingar,
sum hava krabbamein í heil
anum. Kanningin vísir eisini,
at vandin fyri krabbameini
er størstur á tí síðuni av
høvdinum, sum verður
brúkt til fartelefoni.
Fartelefoni økir nógv um
vandan fyri krabbamein
Arbeiðsloysið fyri
februar 2006 er
gjørt upp til 3,4%
av arbeiðsfjøldini.
Hetta er ein minking
upp á 0,2 prosentstig
síðani januar, tá
arbeiðsloysið var
3,6%
Hagtøl
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Arbeiðsloysið fyri februar
2006 er gjørt upp til 3,4
prosent av arbeiðsfjøldini.
Hetta er ein minking upp
á 0,2 prosentstig síðani
januar, tá arbeiðsloysið var
3,6 prosent
Hetta er fyrstu ferð
síðani 2002, at tað vóru
færri fulltíðararbeiðsleys í
februar enn í januar. Síðani
arbeiðloysið aftur fór at
vaksa á heysti 2002 hevur
arbeiðsloysið í februar
annars vanliga verið um
0,2 prosentstig hægri enn
í januar. Tað er tí líkt til,
at hetta boðar frá góðum
og er ein ábending um eina
veruliga vend í gongdini. Á
sama borð ber tað, at tey
árstíðarjavnaðu tølini fyri
fulltíðarebeiðsloysi nú eru
minkað 5 mánaðir upp í
røkur.
Størsta minkingin
í Suðuroy
Minkingin í arbeiðsloys
inum sást aftur í øllum
sýslunum uttan í Vág
um, har talið av fulltíðar
arbeiðsleysum fór úr 49
upp í 58. Tann størsta mink
ingin var Suðuroy, har full
tíðararbeiðsloysið minkaði
við 35 fólkum niður í 160
í februar.
Arbeiðsloysið í reinum
tølum er nógv størst í
Streymoyar sýslu, ið hevur
43% av øllum teimum
arbeiðsleysu. Hinvegin
búgva her 46% av fólkinum
í aldrinum 16-66 ár, so
arbeiðsloysið er lutfalsliga
minni í Streymoyar sýslu
enn í øllum landinum.
Rokna vit talið av full
tíðararbeiðsleysum fyri
hvørjar 1.000 íbúgvar í
aldrinum 16-66 ár, fáa vit
eitt mát fyri, hvussu stórt
arbeiðsloysið er lutfalsliga.
Hetta er gjørt fyri hvørja
sýslu í myndini niðanfyri,
har tølini eru roknað sum
miðal av undanfarnu 3 mán
aðunum fyri at fáa eina
róligari mynd.
Minst í Eysturoy
Myndin vísir, at arbeiðs
loysið seinastu 4 árini
hevur verið lutfalsliga
minst í Eysturoynni og
(nógv) størst í Suðuoy.
Men
arbeiðsloysið
í
Suðuroy er eisini heilt
nógv minkað. Tá tað fyri
einum ári síðani var mest
(nítiárini undantikin), taldu
tey fulltíðararbeiðsleysu í
Suðuroynni 88 av hvørjum
1.000, meðan talið nú er
komið niður á 50.
Annars líkist serliga
gongdin fyri Norðoya
sýslu burturúr. Norðoya
sýsla hevði í mai 2002 tað
lutfalsliga minsta arbeiðs
loysið í landinum har 14
av hvørjum 1.000 vóru
arbeiðsleys. Hetta talið er
síðani tá so líðandi vaksið,
og var í februar 2006 kom
ið upp á 37, ið er tað næst
hægsta í landinum.
Kelda: www.hagstova.fo
Arbeiðsloysið
minkaði í februar
Avrikini hjá skúlanæmingum sigast at betrast við upp móti 30 prosentum, tá inniluftin er betri
Hagstovan sigur, at arbeiðsloysið minkaði í februar
Strálurnar frá tráðleysum og fartelefonum sigast vera sera
vandamiklar