Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. apríl 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 - 4. apríl 2006  Íleggjarar hjá Atlantic Petroleum kunnu fegnast um nýggjan sáttmála, sum fevnir um leigu og rakstri av einum risastórum framleiðsluskipi á Ettrick oljuleiðini. Við avtaluni er Atlantic Petroleum komin eitt týðandi stig nærri veruligari oljuframleiðslu, sum verður fyrst í 2008 Oljuvinna Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Á tíðindafundi, sum felagið Atlantic Petoleum helt í gjár, vóru tað ikki sørt bjartskygd skoðsmál fyri framtíðina, ið stjórin í felagnum, Wilhelm E. Petersen, bar fram. – Hetta er ein av teimum avgerandi hendingunum í menningini av felagnum. Út­byggingin av Ettrick leiðini er ógvuliga týðandi fyri Atlantic Petroleum og tess íleggjarar, av tí at Ettrick leiðin er størsta aktivið hjá Atlantic Petroleum, segði Wilhelm Petersen millum annað, samstundis sum hann vísti á, at nýggj tøkni og høgi oljuprísurin hevur skundað undir eina tilgongd, soleiðis at vit í dag eru eitt til tvey ár framman fyri upprunaligu ætlanina. Og hann greiddi síðani meira nágreiniliga frá, um nýggjastu avtaluna, sum felagið, saman við hin­ um samstarvsfeløgunum, hevur undirskrivað. – Talan er um eina týð­ andi avtalu viðvíkjandi út­bygging og framleiðslu á Ettrick oljuleiðini, sum varð funnin í 1982, og sostatt hevur ligið og bíða líka til nú. Nýggja avtalan fevnir um, at eigararnir í Ettrick oljuleiðini, harav føroyska felagið Atlantic Petroleum eigur 8,27 prosent, hava undir­skrivað ein sáttmála við Bluewater Ettrick Petrol­ eum (UK) Limited, um leigu og rakstri av einum framleiðsluskipi. Stór verkætlan Hóast Atlantic Petroleum bert eigur 8,27 prosent av Ettrick oljuleiðini, er tað ikki so galið kortini, tí talan er um eina av teimum størstu boringunum í Norðsjónum seinastu árini, og er hetta eisini ein av størstu verk­ ætlanunum í bretskum høpi seinnu árini. Tilsamans verða íløgur gjørdar áljóð­ andi 2,5 mia. d.kr, og kem­ ur Atlantic Petoleum at standa fyri 200 milliónir av hesum. Sambært felagnum, skulu møguligar inntøkur av boringunum nýtast til íløgur á føroyskum øki, so tað uppá sikt, verða føroysku økini, sum koma at tryggja framtíðina, greiddi Wilhelm E. Petersen millum annað frá á tíðindafundinum. – Við avtaluni er útbygg­ ingin av Ettrick oljuleiðini, ið er størsta oljuleiðin, sum Atlantic Petroleum luttekur í, komin eitt týðandi stig nærri at framleiðslu, sum verður fyrst í 2008. Flótandi eind Sambært felagnum, skal Bluewater útvega og reka eina flótandi fram­ leiðslu-, goymslu-, og av­­skip­­ingareind, eina so­kall­­aða FPSO (Floating Production, Storage and Off­load­ing). Í fyrsta umfari í eitt 5 ára tíðarskeið, men við møguleika at leingja tíðar­skeiðið. Uppgávan hjá Blue­water fevnir bæði um at standa fyri byggingini og um raksturin av fram­ leiðsluskipinum. Framleiðslueindin verð­ ur sett á nýbygda skrokk­in ‘Aoka Mizu’, ið Blue­water eigur, og sum í hes­um sam­ bandi skal um­­byggj­­ast til enda­málið. Fram­leiðslu­ orkan verður 30.000 tunnur av olju um dagin, 35 milliónir SCF av gassi, og 55.000 tunnur av vatninnspræning. Eftir ætlan skal Aoka Mizu byrja at framleiða úr Ettrick í fyrsta ársfjórðingi av 2008. Ettrick oljuleiðin liggur í tí sonevnda uttara Moray Firth økinum, umleið 120 kilometrar í landnyrðing úr Aberdeen, í teigunum 20/2a og 20/3a. Leiðin verður útbygd við trimum fram­ leiðslubrunnum, og trimum vatninnspræningarbrunnum, ið allir verða knýttir upp í framleiðslueindina og oljan verður flutt við tanga­bát­ um. Luttøkufeløgini í Ettrick oljuleiðini eru: Nexen Petrol­ eum U.K. Limited (fyri­støðu­ felag) 79.73%, Bow Valley Petroleum U.K. Limited 12%, og Atlantic Petroleum UK Limited 8.27%. Í skrivandi stund er kurs­ urin á partabrøvunum hjá Altlantic Petroleum 619,00 d.kr. Atlantic Petroleum: Fyrsta oljan um tvey ár Sjúkrasystrar í norð­ urlondum hava nógv felags áhugamál og kunnu í mongum før­um stuðla hvørji aðrari Sjúkrarøkt Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Í síðstu viku var forkunn­ ug vitjan í Føroyum, tá for­­kvinnurnar í norð­ur­ lendsku sjúkra­systra­fe­løg­ un­um vitjaðu til stýris­fund í norðurlendska fe­lag­s­skap­ inum SSN, Syke­pleier­nes Samarbeid i Norden. Viðgera felags evni Vit prátaðu við tríggjar av kvinnunum, um tað, sum upptekur norðurlendsku sjúkra­systrafeløgini í løtuni. Tær, sum vit prátaðu við, vóru: Bente G.H. Slaatten, frá Norsk Sykepleierforbund, ið er forkvinna í SSN, Katriina Laaksonen, Finlands sjuk­ sköterskeförbund og Jana H. Dalsgaard, í føroyska Sjúkra­ røktar­frøðinga­felagnum. Og tær leggja fyri við at greiða frá, at tað eru komandi sátt­málasamráðingarnar, sum hevur fremstu raðfesting­ina hjá øllum feløgunum í løt­uni. – Sjúkrasystrar starvast á einum ómetaliga saman­ settum og krevjandi øki, sum krevur nógvar førleikar – hetta, samstundis sum tær verðu sera lágt mettar, sigur Bente G.H. Slaatten forkvinna í SSN og í norska felagnum. Og hon greiðir frá, at í øllum londunum eru trupulleikar av, at deildirnar eru undimannaðar, at starvs­ fólkini verða skjótt niðurslit­ in og at sjúkrafráveran er ov høg. Og Jana Dalsgaard, for­ kvinna í føroyska felagnum fyri sjúkrarøktarfrøðingar, sigur, at tað, sum tey í fyrsta lagi fara at savna seg um til samráðingarnar, verður at fáa hækkingar í endalønunum. – Um samanborið verð­ ur við endalønarstigini hjá lærarum, so eru sjúkra­ systrarnar eftirbátar, so tað stendur eftir. Og tað líkist púrasta ongum, sigur Jana H. Dalsgaard. Javnstøðumál Bente G.H. Slaatten sigur, at í norska felagnum hava tey avgjørt, at tað er alt ov lítið at tjena færri enn 300.000 norskar krónur árliga. – Mannfólk, sum hava eina líka langa útbúgving, tjena í miðal 20 prosent meira enn sjúkrasystrar, sigur Bente G.H. Slaatten, og hon nevn­ ir verkfrøðingar sum dømi um eina vinnugrein, ið tjenar nógv meira enn sjúkrasystrar, sum hava eina sergrein. – Vit hava so nógva ábyrgd og kortini liggur tað í luftini, at talan bert er um menniskju og omsorgan, og tað verður ikki virt rætt. Hetta, samstundis sum norsk gransking vísir, at eitt nú deildarsjúkrasystrar hava ábyrgd ájavnt einum leiðara fyri eini miðalstórari norskari fyritøku, hvat umræður fíggjarstýring, starvsfólkum og uppgávusamanseting annars, sigur Bente G.H. Slaatten. Og hon vísir á, at í leiðslunum innan heilsu­ verkið, eru tað eisini oftast menn, sum sita í leiðslun­ um. – Tey sum taka avgerðirnar eru læknar ella mannligar sjúkrarøktarfrøðingar. Hetta er ein javnstøðuspurningur, tá lønarlagið hjá monnum er so nógv hægri enn tað hjá kvinnum, sigur Bente G.H. Slaatten. Brain-drain Annað, sum fyllir nógv í hugheiminum hjá norður­ lendsku sjúkra­systra­ feløgunum er etikkur, bæði lokalt í sjálvari røktini, og í altjóða høpi. Til dømis er stórur tørvur á sjúkrasystrum við ymiskum sergreinum, innan eitt nú narkosu, opera­tión, intensiva røkt og røntgen. Í hesum sambandi er ein gjørgnumgangandi trupulleiki, at nógvar spar­ ingar hava verið innan hægru og dýraru útbúgvingarnar á heilsuøkinum, og at hetta eisini sæst aftur í starvs­­fólka­ saman­setingini úti á deildun­ um. Har starv­ast alt fleiri fólk við lægri útbúgvingum, sum taka yvir uppgávurnar hjá sjúkrasystrunum, umframt at fólk úr triðja heiminum manna fyrrverandi sjúkra­ systrastørvini. Heilsustarvsfólk úr triðja heiminum er eitt evni, sum SSN hevur sett á evropeisku og altjóða dagskránna. Hugtakið verður rópt brain-drain, og snýr seg um, at undirmanning er ein trupulleiki í øllum vesturheiminum, og tí koma nógvar væl útbúnar sjúkra­ systar úr eystureuropa til norðurlond at arbeiða. – Vesturheimurin tømir Afrika og eystureuropeisku londini fyri starvsfólk inn­an heilsuverkið, bæði lækn­ar og sjúkrasystrar. Sostatt sleppa okkara egnu politikarar undan at útbúgva fólk við høgum førleikum, og kunnu noyðast við lægri pleygaraútbúgvingar, samstundis sum londini, ið veruliga hava tørv á høgt útbúnum heilsustarvsfólki, missa starvsfólkini, sigur Jana Dals­gaard. Og hon heldur hetta vera ógvuliga óetiskt, tá hugsað verður um tann ovurhonds stóra tørv, sum triði heimurin hevur á heilsustarvsfólki. Risastóra framleiðslueindin er líka long sum nýggja og gamla Norrøna tilsamans Norðurlendskar forkvinnur á stýrisfundi Stýrið hjá SSN er hægsti myndugleiki í Sykepleiernes Samarbeid i Norden. Tað er mannað við forkvinnunum úr teimum seks landsfeløgunum. SSN er í fyrsta umfari eitt forum fyri limafeløgini, har til ber at taka upp evni og mál, sum hava felags áhuga innan fakfelagsøkið, samfelagspolitiska økið og áhugamál annars. Harumframt skal SSN leggja seg eftir at samskipa tiltøkini hjá limafeløgunum í øðrum norðurlendskum, evropeiskum og altjóða samanhangi. Málið, sum verður brúkt í SSN er skandinaviskt. FAKTA Bente G.H. Slaatten úr Noregi, forkvinna í norska felagnum fyri sjúkrarøktarfrøðingar og í SSN