Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. apríl 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

S oslalurin Nr. 68 - 5. apríl 2006 Skúlin er liðugur og í dágunum 26-28. juni hátíðarhalda vit tað saman við tær, tínum klassa- feløgum, Showmonnum, DJ 1 | Tummix, Thår Simonsen, Skunk og eini rúgvu av ødrum ungum. Thór Simonsen Elin H. í Stórustovu skipar fyri, og tónleikur verður frá morgni til myrkurs um alt skipið, umframt fitnesstiltgk og dansur. Vakurleikaserfrgðingur og frisgrar luttaka eisini. Prísurin er galdandi fyri 1 pers. í couchettu, um bílagt verður áðrenn 15. mai 2006. Um bilagt verður eftir 15. mai er eykakostnaðurin kr. 120 fyri hvann. Ung undir 18 ár skulu hava váttan frá foreldrum/verja fyri at kunna luttaka. 16 ára aldursmark. WWW.SMYRIL-LINE.COM4 TLF 34 59 00 Skapandi umhvorvi n — Vit bera náttúruna og havið fram í tveimum stórum hornum. Hetta hevur verið ein mennandi verkætlan, ið vit avgjort fara at gera aftur, sigur Jensa Højgaard Andreassen, leiðari á barnagarðinum á Flat Í býlingshúsinum á Flat í Hoyvík hevur skapandi umhvorvi verið í hásæti seinasta mánaðin. Bornini í barnagarðinum hava havt læruríkar og stuttligar lotur í haganum og fjöruni. BORN Lív Hojsted Horsdal horsdalsosialurin.fo Bornini í barnagarðs- stovununum, Ritustovu og Lundastovu, í býlings- húsinum á Flat hava seinasta mánaðin sett fokus á náttúruna og havið. Um 40 born hava arbeitt dúliga saman við starvsfólkunum á stovunu við tveimum verkætlanum. Tey hava teknað, málað, límað og klipt list í hópatali. Verkætlanin hevur síðan verið sýnd fram í barnagarðinum. Seks ára gamla Malena heldur, tað hevur verið stuttligt at verið í barnagarði seinasta mánaðin: — Eg havi málað hús og klipt tjøldur, id eg havi hongt á eina grein. Tað hevur verið sera stuttligt — serliga at heinta steinar og goggur í fjoruni. Öll foreldrini hava eisini verið og hugt eftir framsýningini, og skjótt fara vit at hava ein *pitsadag'. Í Ritustovu hava tey arbeitt við eini verkætlan, ið kallast "Náttúran og havið'. Hvonn dag seinasta mánaðin hava bornini arbeitt í smáum bólkum og verið í fjøruni og leitað eftir goggum, rekaviði, tara, steinum, fiskum 0.9.. I haganum hava tey leitað eftir fuglum, mosa, lingi og gróti: Vit hava málað steinar, ið vit síðan hava evnað til troll og fiskar. Síðan hava vit stáplað eina bygd upp á beinini í einum horni, har vit hava sett náttúruna og havið saman. Hetta hevur verið ein mennandi verkætlan fyri bæði stór og smá, leggur Birita Weihe afturat. Lundastova og hagi Í Lundastovu hava bor- nini serliga arbeitt við haganum: Fyrst gjørdu vit eitt fjall úr pappírsdeiggi. Eftir hetta fóru vit niðan í hagan at leita eftir ull og steinum. Síðan hava vit fortalt bornunum um harurnar, seyðirnir og fuglarnar, ið vit somuleiðis hava tilevnað úr pappíri og ull, vit funnu í haganum, sigur Jensa Hojgaard Andreassen, leiðari í barnagarðinum. Bornini í Lundastovu bert arbeitt við verkætlanini í eina viku, men tó sera intenst: — Vit hava arbeitt í bólkum, og tað hevur verið sera hugnaligt og effektivt, leggur Jensa afturat. Liv og sál í arbeiðnum Í barnagarðinum á Flat nýta tey dagliga náttúruna sera nógv — um summarið eru tey minst fýra ferðir um vikuna túrar í haganum, og tískil heldur Jensa Hojgaard Andreassen, tað hevur stóran tydning, at bornini læra um náttúruna, og at tað eitt nú ikki er rætt at kasta burturkast í náttúruna: — Endamálið við verk- ætlanunum hevur veirð at geva bornunum innlit í náttúruna og at læra tey at vernda um hana. Tað hevur verið stuttligt at sæð bornini arbeitt so dúliga — tey hava veruliga lagt lív og sál í arbeiðið og hava glett seg at koma í barnagarð hvønn morgun, leggur Jensa Højgaard Andreassen at enda afturat. Endabresturin av verk- ætlanini verdur vid einum *pitsadegi' í komandi viku: — Tá vit byrjaðu verk- ætlanina tóku vit eina mynd av hvorjum barni, ið foreldrini síðan keyptu frá børnunum, tá framsýningin lat upp. Pengarnir, ið komu inn, fara bornini í næstum at brúka til ein *pitsadag' í komandi viku, sigur Birita Weihe, ið starvast í Ritustovu.