mikudagur 5. apríl 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 68 - 5. apríl 2006
25
HEILSUFRØÐILIGA
STARVSSTOVAN
Kemikari
F O O D , V E T E R I N A R Y A N D E N V I R O N M E N T A L A G E N C Y
Falkavegur 6, 2. hædd
FO-100 Tórshavn
Faroe Islands
Tel. +298 35 64 00
Fax. + 298 35 64 01
E-mail: feagency@hfs.fo
www.hfs.fo
Kemiska kanningarstovan søkir eftir einum
kemikara til eitt avloysarastarv.
Starvslýsing
Tú skalt vera við til at menna og stovnseta kann-
ingarhættir innan umhvørivs- og matvøruøkið
og tryggja, at kanningarnar eru í samsvari við
akkrediteringina. Spurningar viðvíkjandi kemisk-
um evnum, trupulleikar við kemiskum tólum og
kemiskum greiningum verður eisini ein partur av
tínum uppgávum, eins og tú skalt verða við til at
dagføra og víðarimenna góðskuskipanina.
Krøv til útbúgving og kunnleika
Tú skalt hava lokið prógv sum cand. scient,
akademi- ella sivilverkfrøðingur í evnafrøði. Tú
skalt helst hava kunnleika til nútímans evnafrøðilig
tól og hava kunnleika um góðskustýring og hag-
frøðiligar hættir.
Góður kunnleiki krevst til framkomnar EDV
skipanir. Tú skalt hava góð samstarvsevni, vera
nærlagdur/nærløgd og duga at arbeiða miðvíst
og sjálvstøðugt.
Umsøkjarar við starvsroyndum hava fyrimun.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur koyrikort.
Tíð- og setanarviðurskifti
Starvið er fyri tíðarskeiðið mai 2006 til 31. mars
2007; avtala kann gerast um fyrsta starvsdag.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið, sí
www.lnd.fo
Umsóknin
Umsóknir til starvið, við avriti av prógvum og
viðmælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
hósdagin hin 20. apríl 2006.
Kemiska kanningarstovan
À kemisku deildini starvast íalt 6 fólk.
Kemiska kanningarstovan er altjóða góðkend
kanningarstova (sí www.danak.dk akkr.nr.: 303).
Kanningar og sýnissløg fevna víða. Arbeiðsøkið
hjá kemisku kanningarstovuni er m.a. tengt at
løggildingum innan matvøruframleiðslu og
umhvørvisgóðkenningum. Serliga er talan um
kanningar av drekkivatni, framleiðsluvatni, spilli-
vatni, svimjihylsvatni, mold, grasi, fiski og fiska-
úrdráttum.
Nógv av hesum hevur samband við høvuðsvinnu
okkara, fiskivinnuna. Men eisini kommunur og
dálkandi virki hava nógv samskifti við kann-
ingarstovuna.
Kemiska kanningarstovan bjóðar seg eisini fram
innan sýnistøku á sínum virkisøki.
Lýsingin er eisini at síggja á heimasíðuni hjá
Heilsufrøðiligu starvsstovuni, www.hfs.fo, har tú
eisini kanst finna tær fleiri upplýsingar um stovnin,
deildina og virkisøkið, sum heild.
Fleiri upplýsingar um avloysarastarvið fáast við at
venda sær til Rikke Berg Larsen, deildarleiðara, ella
Bárð Enni, stjóra, á tlf. 356400.
Aðalfundur
Aðalfundurin hjá Judosambandi Føroya verður í
ÍSF-húsinum fríggjadagin 5. mai 2006.
Judosamband Føroya
Starvsfólk søkist
til arbeiði uttanlands 2006
Vit sóknast eftir nógvum dugnaligum fólkum til
arbeiði uttanlands.
Vit søkja eftir maskinmeistarum, maskinsmiðjum,
rørleggjarum ella fólki við royndum innan nevndu
fak.
Upplýsing um arbeiði fáast við at venda sær til:
370 Miðvágur
Tlf. 332 422 • Fax 333 222
Ella skriva ein teldupost til jakup@oilwind.fo
Lesið
-so eru tit við!
-har
tað hendir