Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-11-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. november 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 29. november 2000 11 10 Nr. 230 - 29. november 2000 Summarsølan og ólavsøku- tiltaki› hjá Lions Tórshavn gav so miki› av sær, at høv- u›sevni› á novemberfund- inum hjá felagnum var at b‡ta út peningin til vælger- andi endamál. Sluppin Westward Ho er í ringum standi og arbeitt ver›ur í løtuni vi› at útvega pening, so at henda gamla sluppin kann setast í n‡ti- ligan stand. Samtykt var› at lata kr. 30.000 til endamáli›. Herbergi› hjá Frelsunar- herinum ger eitt gott ar- bei›i til tess at hjálpa teim- um, sum liva á lívsins skuggasí›u í b‡num. Dag og dagliga hoyra vit um fólk, sum fáa bæ›i mat og song frá Frelsunarherinum. Lions læt Herberginum kr. 17.500,-. Ergoterapiin á Lands- sjúkrahúsinum fekk 4 súkklur og 4 fallhjálmar. Heldur enn at fáa pening, valdu tey, sum standa fyri ergoterapiini, súkklurnar, sum tey kunnu brúka í sín- um dagliga arbei›i. Havnar Hornorkestur, sum mangan hevur dugna› Lions, og sum annars ofta hevur sett sín dám á tiltøk, stór sum smá, fekk kr. 5.000,-. VI‹MERKING Kollafjar›ar barnavernd t. 24.11.2000-11-24 Marian Jacobsen fm. Gu›run Øregaard, skriv. Poula Christiansen, Elsa Rasmussen og Jónas Johnsson Mikudagin 22. nov. kl. 18.30 og kl. 23.00 bar út- varp føroya millum anna› tey tí›indi um barnavernd- irnar í Føroyum, at tær ísta›in fyri at hjálpa børn- unum hava gjørt ta› mót- satta – ta› vil siga hava gjørt børnunum ska›a. Hettar er ein so grov og ljót skuldseting sum vit har›- liga átala. Um hettar er rætt sum sagt bleiv, at hettar var úr eini frágrei›ing sum er komin frá Almanna- og Heilsumálast‡rinum, spyrja vit – nær og hvar og av hvørjum er henda kanning gjørd? Ta› hevur í hvussu so er eingin vent sær til okkum spurt um naka›. Hugsa mi›larnir ikki um hvussu tey foreldur og børn, sum hava naka› vi› barnaverndirnar at gera mugu kenna seg? At tey hava fingi› ein skelk? Hvar skulu tey í framtí›ini venda sær? Hvørjum skulu tey hava álit á? Lions Tórshavn b‡tir út gávur Kurt Hansen frá Lions, Niels Edvard Olsen, umbo› fyri Herbergi› hjá Frelsunarherinum, Finn Nielsen frá Lions, Kári Olsen, Havnar Hornorkestur, Egil Simonsen, umbo›andi Westward Ho, Súsanna Winther Poulsen og Kirsten Ellingsgaard frá ergoterapiini á Landssjúkrahúsinum og Mads Guttesen frá Lions. Kirsten Ellingsgaard takkar fyri súkklurnar til ergoterapiina. Barnabókina Í vøggu- stovu vi› Helenu eftir Maud Heinesen. Annika Lávík myndpr‡ddi. Helena b‡r í Dan- mørk. Omman var eitt summari› og vitja›i hana, og tá slapp hon vi› henni í vøggustovuna at síggja stovurnar, øll leikuni, børnini og konurnar, i› arbeiddu har. Í bókini eru vit vi› tvey ára gomlu Helenu í vøggu-stovuni, og ger- andisdagurin har er ikki ólíkur okkara: Tey ganga túr, og onkur ansar ikki eftir. So spæla tey, og onkur fær karm, og á útfer› uppliva tey okkurt spennandi. Í vøggustovu vi› He- lenu er 24 sí›ur í litum og hevur stíva permu. Hon kostar kr. 90 í bóka- bú›unum. Hestprest stó› fyri prentger›ini. Smábarnabókina Kom og spæl eftir Alix Wood og Jenny Fry. Fitt, snotulig og stutt- lig toybók til tey smæstu, tann fyrsta av sínum slag á føroyskum. Bókin er ætla› at stimbra tey smæstu: Hon er í bjørtum litum, okkurt skramlar, tá i› tú tekur í ta›, og okkurt kann latast upp. Eisini er ein bamsa, fest í ein vogn vil silkibandi, og hana kanst tú spæla vi› og flyta frá sí›u til sí›u. Kom og spæl er 10 polstra›ar sí›ur í litum. Hon er gjørd úr evni, sum ikki er ska›iligt, so barni› fær ikki mein, hóast ta› bítur í hana. Og ver›ur hon skitin, ber til at vaska hana í flógvum vatni. Bókin kostar kr. 90 í bóka- bú›unum. Myndabókina Pippi heldur fø›ingardag eftir Astrid Lindgren. Folt Rettich myndpr‡ddi og Turi› Sigur›ardóttir t‡ddi úr svenskum. Í hesum døgum n‡tist ikki at koma vi› longum frágrei›ingum um Pippi Langsokk, nú sjónleik- urin um hana gongur fyri fullsettum sali í Sjónleikarhúsinum. Nærum hvar tú fert, kenna fólk Pippi, tí ongar a›rar barnabøkur hava vunni› slíka út- brei›slu sum bøkurnar um Pippi. Sí›an tann fyrsta kom út í Svøríki í 1945, eru bøkurnar t‡ddar til næstan 50 ymisk tungumál. Annars eru bøkurnar hjá Astrid Lindgren t‡ddar til 76 ymisk tungumál og seld- ar í stívliga 80 millión- um eintøkum! Í hesari myndabókini heldur Pippi fø›ingar- dagin hjá sær í Villinga- váli. Hon bjó›ar Tumm- asi og Anniku og tey eru sera fegin og spent. Tey hava eisini keypt Pippi eina fø›ingardagsgávu. Tey fáa nógv gott at eta og sjokolátu at drekka, og so fáa tey eisini gávur frá Pippi. Tá i› tey eru li›ug at eta, fara tey at leita eftir spøkilsum uppi á loftinum. Hetta dáma Tummasi og Anniku sera illa, og tey eru eitt sindur bangin. Men Pippi er sterk, so spøkilsini ræ›ast hana. Eftir ein gó›an og langan fø›ingardag fara Tummas og Annika til hús. Pippi heldur fø›ingar- dag er 26 sí›ur, inn- bundin í stíva permu. Hestprent stó› fyri prentger›ini og bókin kostar kr. 90 í bókabú›- unum. Tí›indaskriv: Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givi› út tríggjar bøkur Ein grov skuldseting Vágs Bótfelag ynskir øllum vælkomin Mótasýningar Undirhald Gallashow Jólamaðurin vitjar Nógvir ymiskir framsýnarar Opið verður: Hósdagin 30. nov. kl. 17.30-22.00 Fríggjadagin 01. des. kl. 17.30-22.00 Leygadagin 02. des. kl. 14.30-21.00 Sunnudagin 03. des. kl. 14.30-21.00 Atgongugjald: Vaksin kr. 40,- Børn kr. 20,- Sosialurin - 311820 Jóla sølustevnan 2000 í Vágs Høll Jóla sølustevnan 2000 í Vágs Høll