mikudagur 5. apríl 2006síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 68 - 5. apríl 2006
Ùtvið 10 prosent
færri hava ferðast um
floghavnina í Vágum
í mars. Minkingin er
vegna páskini, sum í
fjørð vóru í mars, og í
ár eru í apríl.
Flúgving
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Tilsamans 11.127 ferðafólk
fóru og komu um floghavnina
í mars mánaða í ár. Hetta er
9,8 prosent færri enn í mars
í fjør, tá ferðafólkatalið var
12.337.
Nógvir føroyingar koma
heim, og fara út at ferðast
á páskum, og vænta tey tí
á flogvøllinum, at ferða
fólkatølini fyri apríl vera
munandi størri enn í fjør.
Higartil í ár hava tilsamans
31.995 fólk ferðast um
floghavnina. Hetta er 5,2
prosent fleiri enn sama tíð
arskeið í fjør, tá talið var
30.400.
Í mars eru 387 flogfør
komin og farin um flog
havnina. Hetta er eitt prosent
færri enn í mars í fjør, tá
talið var 391. Higartil í ár
eru 1.132 flogfør komin og
farin um floghavnina, ella
9,7 prosent fleiri enn sama
tíðarskeið í fjør.
Færri ferðafólk í mars