Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 69 - 6. apríl 2006 Í hesum døgum fara føroyingar í hópatali til Danmarkar at halda páskafrí. Við Norrønu seinnapartin í dag eru ikki færri enn 1320 ferðafólk Ferðavinna Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í farnu viku kunngjørdi Smyril Line ársroknskapin hjá sær fyri farna ár. Úrslitið var ikki av tí besta, men samstundis var sagt, at árið í ár sær munandi betur út, tí bókingarnar eru nógv fleiri í tali. Hetta sæst eisini aftur í talinum av ferðandi, sum í dag og í komandi viku fara til Danmarkar í páskafrí. Vaksandi undirtøka fyri pakkaferðum Áki Jespersen, sølu- og marknaðarleiðari á Smyril Line sigur, at í kvøld fara ikki færri enn 1.320 ferðafólk og umleið 300 bilar við Norrønu, og tað er ómetaliga nógv fyri hesa ársins tíð. – Ein stórur partur av hesum skal til Danland í Blokhus, so tað verður talan um heila føroyska koloni, sum verður har næstu vikuna, sigur Áki Jespersen. Eisini í komandi viku fara nógvir føroyingar av landinum við Norrønu. Komandi hósdag, tá ið kósin verður sett móti Danmark, verða ferðafólkini 940 í tali, og gott og væl 250 bilar verða við. Aftur tá fer ein stórur partur av ferðafólkunum í Danland í Blokhus, sum føroyingar veruliga hava tikið til sín. Áki Jespersen sigur, at tað er ein støðugt vaksandi áhugi fyri pakkaferðum millum føroyingar, og hetta sæst eisini aftur í hesum døgum. – Gongdin hesi seinnu árini hevur verið tann, at fólk spyrja meira og meira eftir pakkaferðum, og tað eru fyrst og fremst barnafamiljurnar, ið eru áhugaðar í slíkum ferðum. Tað er jú so ómakaleyst at pakka sær bilin, sigla niður og síðani koyra til frítíðarstaðið og pakka bilin út, greiðir Áki Jespersen frá. Komandi sunnudag ella mánadagin kemur Atlantic Navigator til Klaksvíkar at landa Norðlýsið skrivaði í gjár á heimasíðu sínari, at skipið í løtuni roynir onkustaðnis millum Rockall og Føroyar, og at fiskiskapurin hevur verið nøktandi. Blaðið skrivar, at Atlantic Navigator hevði umleið 1.100 tons av surimi inni og eini 400 tons av mjøli. tn Norrøna fullsett til Danmarkar Norrøna verður fullsett av føroyingum, sum skulu til Danmarkar í páskafrí, tá ið hon fer av Havnini seinnapartin í dag savnsmynd Gongur væl hjá Atlantic Navigator