hósdagur 6. apríl 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 69 - 6. apríl 2006
[2]
Hvussu man gangast í Japan?
Nógv gjørdust ov sein, tá Føroya Banki fyrr
í ár beyð viðskiftafólkum at gera íløgur fyri
100 milliónir krónur í lánsbræv við trygd
ímóti at missa ílagda peningin. Men nú
kunnu íleggjarar aftur halda seg framat í
Føroya Banka.
Frá 20. mars til 7. apríl 2006 ber til at
gera íløgur í nýtt lánsbræv, sum fylgir
gongdini
á
japanska
partabræva-
marknaðinum. Íleggjarar fáa við vissu 1% í
rentu um árið. Í mesta lagi kann rentan
gerast heili 30% árliga í fimm ára
gildistíðini.
Kommuninvest í Svøríki útgevur nýggja
lánsbrævið, og Føroya Banki samstarvar
við Nordea um útgávuna. Teknast kunnu
200 milliónir krónur hesaferð.
Vilt tú vita meira um nýggja lánsbrævið,
set teg so í samband við íløguráðgevarar
bankans.