hósdagur 6. apríl 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 - 6. apríl 2006
5
– Vandin fyri at
fuglakrím kemur
til Føroyar, er
vaksin, heldur
landsdjóralæknin.
Men hann staðfestir,
at vandin fyri at fólk
verða smittað, er
ógvuliga lítil
Fuglakrím
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vandin fyri at fuglakrím
eisini kemur til Føroyar, er
nú munandi øktur.
Tað ásannar Bjørn Harlou,
landsdjóralækni.
Orsøkin til hesa niður
støðuna hjá landsdjóra
læknanum, er, at nú er
fuglakrím eisini staðfest í
Skotlandi.
– Sostatt er fuglakrím
eisini komið munandi
tættari Føroyum, sigur
landsdjóralæknin.
Tað er ein svanur í lítla,
Norðurskotska
býnum,
Fife, sum nú hevur fingið
fuglakrím.
Fife er beint norðanfyri
Edinburgh, tætt við Perth
og Dundee.
Í morgun varð ikki
staðfest, um talan var um
tað vandamikla H5N1
fuglakrími. Fleiri enskir
fjølmiðlar siga, at alt
bendir á, at talan er um tað
vandamikla slagið, sum
hesin svanurin hevur fingið,
men tað verður nú kannað.
Bretskir serfrøðingar siga,
at teir hava avbyrgt ein
tríggja kilometra breiðan
trygdargeira runt um økið,
har svanurin varð funnin og
teir vænta, at fleiri sjúkir
fuglar fara at verða funnir
har í næstum. Samstundis
er ein 10 kilometra breiður
yvirvøku-geiri
gjørdur
rundanum økið.
Fuglakrím komið
nærri Føroyum
Í Føroyum hava vit annars
hildið ondini og vóna, at
fuglakrímið ikki kom til
Onglands og Skotlands.
So leingi fulgkarím heldur
seg fastlandinum í Evropa,
hevur vandin fyri at tað
breiðir seg til Føroyar, ikki
verið so stórur.
Men serfrøðingar hava
ásannað, at kemur fuglakrím
til Onglands og Skotlands,
er munandi størri vandi
fyri, at tað eisini kemur til
Føroyar, tí ein stórur partur
av tí flytifugli, sum kemur
hendavegin, kemur júst úr
Stóra Bretlandi.
Og nú er so fuglakrím
staðfest fyrstu ferð hjá villum
fugli í Skotlandi og tað ger
so eisini, at fuglakrím er
komið væl nærri Føroyum,
enn tað hevur verið, sigur
Bjørn Harlou.
Og hann sigur, at fugla
krímið er nú so nær, at tað
er sannlíkt at tað eisini fer at
koma til Føroyar í ár.
– Men nær og hvussu ber
ikki til at siga.
Landsdjóralæknin mælir
kortini til at vit lata okkum
ikki taka av fótum.
– Tað er ein fittur teinur úr
Skotlandi til Føroyar og er
talan um sjúkan fugl, er tað
eisini sannlíkt, at hann ikki
orkar at flúgva til Føroyar,
men dettur í havið.
– Tað eru bara nøkur fá
samdøgur frá tí at ein fuglur
er smittaður, til hann verður
sjúkur, so verður ein fuglur
í Skotlandi smittaður, kann
hann verða so avmaktaður,
at hann ikki vinnur upp land
í Føroyum.
Men tað eru eisini fuglar
í Skotlandi, sum flúgva
framvið Føroyum, til Íslands
og Grønlands og sum sostatt
ongantíð koma til Føroyar.
Skal nógv til
Samstundis vísir lands
djóralækin staðiliga á, at
fuglakrím er ein djórasjúka
og ikki ein sjúka, sum smittar
ímillum menniskju.
– Og vandin fyri, at fólk
verða smittað, er ómetaliga
lítil, tí tað skal nógv til at fáa
smittuna.
Hann vísir á, at tað eru
milliónir av fólki, sum hava
verið í smittuvanda, men enn
eru tað bara eini 200, sum
hava fingið sjúkuna.
Men av teimum, sum fáa
sjúkuna, er helvtin deyð av
henni, so hon er reiðiliga
vandamikil hjá teimum, sum
fáa smittuna.
– Men tey, sum eru smitt
að, hava verið í ógvuliga
tøttum sambandi við flog
fenað. Onkur av teimum
hava etið sjálvdeyðum hósn
arungum.
– Veruleikin er, at virussið
hevur vánalig livilíkindi
uttanfyri fuglin og tað doyr
rættiliga skjótt uttanfyri
fuglin. Verður vanligt
reinføri brúkt og vísa fólk
vanligt varsemi, er ongin
vandi.
Tað er tí ongin vandi at
eta stoktan ella kókaðan
flogfenað.
Nógv drekkivatn í Før
oyum er yvirflatuvatn og tað
kann verða dálkað av fugli.
– Á pappírinum kann tað
verða ein smittuvandi, men,
sum sagt, livur virus ikki
leingi uttanfyri fugl.
Sum støðan er nú, har
fuglakrím ikki er staðfest,
er heldur ongin orsøk til
at mæla fólki frá at eta
bleyttkókað egg, sigur Bjørn
Harlou.
Trygdartiltøk klár
Samstundis sigur Bjørn
Harlou, at verður fuglaskrím
staðfest í Føroyum, verða
somu tiltøk sett í verk her,
sum aðrastaðni.
Tað merkir, at verður
fuglakrím staðfest í Føroyum,
verður ein tríggja kilometra
breiður trygdargeiri verður
lagdur rundanum staðið, har
tað er funnið.
Samstundis verður eisini
ein 10 kilometra breiður
yvirvøkugeiri lagdur rund
anum staðið.
Innanfyri hendan geiran
skal allur flogfenaður hald
ast innandura og tað verður
ikki loyvt at flyta flogfenað
ímillum, umframt at aðrar
reglar verða settar í gildið
á ymsum øki, sum hava
við flogfenað, djórahald og
flutning, at gera.
– Men verður fuglakrím
ein álvarsligur trupulleiki,
kann kravið verða, at allur
flogfenaður í landinum skal
haldast innandura, sigur
Bjørn Harlou.
Sannlíkt at fuglakrím
kemur til Føroyar í ár
Fuglakrím er nú so nær Føroyum, at landsdjóralæknin heldur, at tað er sannlíkt, at tað eisini kemur til Føroyar í ár. Tað hevur
nú eisini funnið í villfugli í Skotlandi og tí hevur vandin ongantíð verið so stórur sum nú fyri, at tað kemur til Føroyar við flytifugli
Heilsufrøðiliga Starvsstovan
hevur gjørt eina leiðbeining fyri,
hvussu vit eiga at bera okkum
at í sambandi við vandan fyri
fuglakrími
Ráðini frá Heilsufrøðiligu Starvs
stovuni fevna um, hvussu vit eiga
at bera okkum at í samband við fugl.
Men Starvsstovan hevur eisini nøkur
góð ráð til reinførið
Í sambandi við sjálvan fuglin, eru
ráðini hesi:
Tann, sum finnur deyðan ella sjúkan
fugl, skal boða Heilsufrøðiligu
starvsstovuni frá. Heilsufrøðiliga
starvsstovan er serliga áhugað í at
fáa fráboðanir, um so er at:
• 5 ella fleiri deyðir ella sjúkir fitju-
og vaðfuglar verða funnir á einum
strekki uppá 200 metrar í fjøruni,
í vátlendi ella við vøtn. Fitjufuglar
eru m.a. svanir, dunnur, gæs, likkur
og onnur másasløg, ternur, álkur,
vaðfuglar, hegrar ella skarvar.
• 2 ella fleiri deyðar ella sjúkar krákur
ella ravnar verða funnir á einum
strekki uppá 200 metrar í fjøruni, í
vátlendi ella við vøtn.
• 5 ella fleiri deyðir ella sjúkir fuglar
verða funnir á sama stað við
vátlendi (eitt nú har krákusløg
halda til um náttina)
• 1 ella fleiri deyðir ella sjúkir
rovfuglar verða funnir
Í sambandi við reinføri, hevur
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hesi
ráðini:
• Nem ikki við sjúkan ella deyðan
fugl
• Greið børnunum frá, at tey ikki
mugu nerta ella spæla við sjúkan
ella deyðan fugl
• Nem ikki við teg sjálvan ella onnur
við dálkaðum hondum (serliga um
nøs og eygu)
• Um
ein
einstakur
fuglur
skal burturbeinast, skal hetta
gerast av einum vaksnum.
• Slepp undan beinleiðis at nema
við fuglin. Nýt eingangshandskar
(møguliga fyriklæði/arbeiðsklæði)
og legg fuglin í ein plastposa (sum
tá ið tikið verður upp eftir hundi).
Bind um posan og koyr hann í
skrell.
• Eisini ber til at grava fuglin niður.
• Vaska hendurnar væl við vatni og
sápu. Eisini kanst tú brúka spritt
(70-80%), har tað ikki ber til at
vaska hendurnar nærhendis.
• Tað ræður eisini um at vaska
hendurnar væl, um tú av óvart
hevur nortið við sjúkan ella deyðan
fugl.
• Vaska skitnar skógvar ella stivlar.
• Vaska skitin klæðir.
À heimasíðuni hjá heilsufrøðiligu
Starvsstovuni
á
alnetinum,
stendur nógv at lesa um fuglakrím.
Heimasíðan sæst á www.hfs.fo
FAKTA