hósdagur 6. apríl 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 69 - 6. apríl 2006
P/F Heri Thomsen,
sum er eitt felag
undir Eimskip í
Føroyum, hevur
keypt Farmaleiðir,
flutningsdeildina
á landi hjá Strand
faraskip Landsins
FARMAFLUTNINGUR
Tíðindaskriv
Strandfaraskip Landsins er
eitt felag, sum landið eigur
og sum rekur farma- og
ferðafólkaflutning á sjógvi
og landi í Føroyum. Sølan
av Farmaleiðum er størsta
einskiljingarverkætlan,
sum er framd í Føroyum
higartil.
Flutningurin á landi hjá
P/F Heri Thomsen og hjá
Farmaleiðum verða nú
lagdir saman undir navn
inum Farmaleiðir. Saman
lagt verður hetta størsta
flutningsfelag á landi í Før
oyum. Farmaleiðir fer at
veita eina umfatandi tænastu
innan bingjuflutning, trail
araflutning, flutning av
plattum og smápakkum.
Tænastan fevnir um køli-
og frystiflutning, flutning
av feskum og frystum fiski
og saltfiski. Virksemið fer at
verða knýtt saman við altjóða
netverkið hjá Skipafelagnum
Føroyar og Eimskip – sum
er móðurfelagið hjá Skipa
felagnum. Skipafelagið
varð stovnað 1919 og hevur
síðani verið leiðandi flutn
ingsfelag í Føroyum. Við
samanleggingini við Skipa
felagið Føroyar og P/F Heri
Thomsen og nú Farmaleiðir,
er Eimskip ført fyri at veita
eina víðfevnandi tænastu
innan flutning og logistik
til føroyska marknaðin.
Rakstrarinntøkan
hjá
Farmaleiðum var í 2005 20
milliónir kr. Felagið rekur 19
lastbilar í ymiskum støddum,
harafturat nakrar vørubilar,
trailarar og gaffiltrukkar.
21 fólk hava starvast hjá
Farmaleiðum.
Um Eimskip
Eimskip veitir heildarloysnir
innan flutningstænastur.
Flutningskervið fevnir um
54 skrivstovur í Evropa,
Norðuramerika, Suður
amerika, og Asia, umleið
30 skip og 15 frystihús.
Eimskip eigur somuleiðis
nøkur dótturfeløg og er í
samstarsfelagsskapum.
Um Avion Group
Avion Group er móðurfelag
ið hjá Eimskip, og er eitt
holdingfelag, sum hevur
serkunnleika í altjóða flutn
ingi. Samtakið rekur 85
skrivstovur um allan heim
og hevur umleið 4.500 fólk
í starvi. Avion Group veitir
sínum kundum álítandi, skjót
ar og kappingarførar heild
arloysnir innan futning.
Eimskip keypir
flutningsfelag á
landi í Føroyum
Landið fær 40 mió kr
frá Føroya Tele
Aðalfundur hevur
verið í Føroya Tele
samtakinum, har
ársroknskapurin
fyri 2005 varð lagdur
fram og góðkendur.
Landið fær 30 mió kr
í vinningsbýti og 9,6
mió kr í skatti
VINNINGSBÝTI
Samlaðu inntøkurnar hjá
samtakinum vóru 307,2
mió. kr. í 2005, meðan
úrslitið gjørdist 50,1 mió.
kr. eftir, at 9,6 mió. kr eru
settar av til skatt.
Á aðalfundinum varð
avgjørt, at 30 mió. kr. verða
goldnar partaeigaranum, t.
e. Føroya Landsstýri, sum
vinningsbýti. Eginpen
ingurin í felagnum var 331
mió. kr. við árslok 2005.
Á aðalfundinum fór Tage
M. Iversen úr nevndini
og inn kom Rikke Berg
Larsen. Rikke Berg Larsen
er verkfrøðingur og starvast
dagliga á Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni.
Í nevndini eru:
Hákun Steingrímsson,
formaður
Reidar Nónfjall,
næstformaður
Rikke Berg Larsen
Ulla Steenberg,
starvsfólkavalt umboð
Janus Djurhuus,
starvsfólkavalt umboð
Setrið á ferð: Risiko og
trygd í samfelagnum
Firouz Gaini, antro
pologur, fer at halda
níggju og fjørutiundA
fyrilesturin í røðini
»Setrið á ferp«, sum
verður á bókasavn
inum í Klaksvík týs
kvøldið 18. apríl kl. 20
SETRIÐ Á FERÐ
Tíðindaskriv
Tá fer Firouz Gaini,
antropologur at halda fyri
lesturin »Risiko og trygd í
samfelagnum. Nýggj sosio
logisk sjónarmið«.
Týski sosiologurin Ulrich
Beck sigur okkum liva í
einum risikosamfelagi,
har øll royna at tryggja
sær ímóti óvissum og
vandum, ið tó eru vorðin
partur av gerandisdegnum.
Samfelagið roynir áhald
andi at basa ótryggleikum,
fáa tamarhald á øllum tí
óvæntaða, men tað globala
risikosamfelagið gongur
sínar egnu leiðir. Hugtakið
risiko umfatar her alt
frá náttúruvanlukkum,
fólkaheilsu, terror, kríggj
og altjóða fíggjarkreppur.
Firouz Gaini er antropo
logur, granskari og høv
undur. Hann er útbúgvin
á universitetunum í Oslo
og
Keypmannahavn,
men hevur síðan 2001
verið knýttur at Søgu- og
Samfelagsdeildini á Fróð
skaparsetri Føroya.
Týskur hermaður
á Torginum í Rás 2
ÚTVARP
Walter Schneider, týski
hermaðurin frá seinna
heimsbardaga, ið gjørdist
føroyingur.
Undir hertænastu síni
í Danmark 1944-45 hitti
Walter eina unga føroyska
gentu, ið gjørdist kona
hansara. Tey búsettust í
Føroyum í 1949.
84 ára gamli Walter
greiðir í sendingini frá
barnaárum og uppvøkstri
í Týsklandi, krígsárunum
og lívi sínum til dagin í
dag. Sendingin verður send
leygardagin 8. apríl kl 13
á Rás 2. Svenning av Lofti
leggur til rættis.
Trupulleikar, við at
allýsa hvør er stak
ur uppihaldari, var
orsøkin til, at ein
meiriluti í Løgting
inum valdi at vraka
eitt uppskot um at
tvífalda barnafrá
dráttin fyri stakar
uppihaldarar
POLITIKKUR
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Í aðru viðgerð í gjár av
uppskoti hjá Tjóðveldis
flokkinum um at tvífalda
barnafrádráttin hjá støkum
uppihaldarum, kom fram,
at við verandi skrásetingum
tykist trupult at fáa hugtakið
’stakir uppihaldarar’ allýst.
Hetta gjørdist grundgevingin
til at eini meiriluti í Løg
tinginum valdi at fella upp
skotið.
Fíggjarnevndin hevði undir
viðgerðini av málinum fund
við Føroya Kommunufelag,
Kommunusamskipan Før
oya, Hagstovnuna, Bárð
Nielsen, landsstýrismann í
fíggjarmálum, Hans Paula
Strøm, landsstýrismann í
almanna- og heilsumálum,
og Annitu á Fríðriksmørk,
løgtingsmann, og øll tyktust
samd um trupulleikan í at
lýsa, hvør er stakur uppi
haldari, og hvør ikki er.
Samd men ósamd
Hóast øll fíggjarnevndin
tyktist samd um, at nógvar
góðar grundir eru fyri at
gera tiltøk fyri summar
stakar upphaldarar, og øll
nevndin var eisini samd um,
at tað kan vera ringt at fáa
hugtakið ’stakur uppihaldari’
allýst og tí trupult at fáa teir
røttu persónarnar at verða
umfataðir av uppskotinum.
So býtti fíggjarnevndin seg
í ein meiriluta og ein minni
luta.
Ov stór umsiting
Meirlutin við Anfinni Kalls
berg, Vilhelmi Johannesen,
Kaj Leo Johannesen og
Lisbeth L. Petersen helt, at
hetta fór at krevja munandi
umsiting, ið ikki hoyrir
heima hjá skattavaldinum,
men er eitt almannamál. Tí
mælti meirilutin tinginum
Løgtinginum frá at sam
tykkja uppskotið.
Minnilutin við Kára P.
Højgaard, Páll á Reynatúgvu
og Karsten Hansen helt
somuleiðis tað verða óhepp
ið, um hetta varð lagt til
Toll & Skatt at umsita,
men sá hinvegin ikki teir
stóru trupulleikarnar í at
lata almannaverkið umsita
eyðmerkingin av, hvørjir
persónar skulu verða umfat
aðir av rættinum til dupultan
barnafrádrátt. Tí mælti minni
lutin Løgtinginum til at sam
tykkja uppskotið.
Øll vita, hvat ein
stakur uppihaldari er
Í tingviðgerðini funnust Bill
Justinussen og Jenis av Rana
at meirilutanum, fyri ikki at
hjálpa einum bólki, ið, øll
tykjast samd um, hevur tørv á
hjálp, orsakað av, at onkur, ið
ikki hevur rætt til hesa hjálp
fer at misbrúka skipanina.
Bill Justinussen segði, at hann
vónaði, at samgongan fór at
taka stig til, at hesin bólkur
varð hjálptur í almanna skip
anini, um tey feldu hetta
málið. Bill Justinussen vísti
á, at øll vita, hvat ein stakur
uppihaldari er. T átti tað ikki
at vera so trupult at viðtikið
hetta mál. Høgni Hoydal
helt, at tað var merkisvert,
at samgongan skuldi allýsa
júst hetta mál, so væl, tá hon
í so nógvum øðrum førum
tók avgerðir uttan nakra sum
helst allýsing. Bill Justinussen
vísti eisini á, at um onkur fekk
pening av órøttum, so kundi
landið krevja pening aftur.
Undanførslur
Annita á Fríðríksmørk og
Jenis av Rana mettu, grund
gevingarnar hjá meirilutanum
at vera undanførslur, tí at tey
í veruleikanum ikki ynsktu
at hjálpa teimum veikastu.
Annita á Fríðríksmørk vísti á,
at tá meirilutin velur at vraka
hetta uppskotið, tí at tað
ikki er skattamál, men sam
stundis ikki heitur á Lands
stýrismannin í almannamál
um, um at taka málið upp,
so tykist meirilutin ikki
áhugaður í at loysa trupul
leikan fyri henda bólk. Hon
helt tí manglandi allýsingina
vera ein stóran trupulleika,
ið átti at verða loystur sum
skjótast. Hon spurdi eisini,
um hvat samgongan ætlaði
at gera fyri at fremja hesa
allýsing.
Lisbeth L. Petersen vísti
atfinningunum hjá Annitu
á Fríðríksmørk og Bill
Justinussen aftur, hon vísti á,
at bólkurin einsamallur uppi
haldari mátti lýsast fyrst,
soleiðis at býtið varð rættvíst.
Tí lóggávan skal innrættast
soleiðis, at hon rakar tey, ið
veruliga hava ein tørv.
Leitaði eftir semju
Páll á Reynatúgvu harmaðist
um harða orðavalið, ið kjak
ið hevði verið merkt av.
Hann heitti á tingið, um at
arbeiða víðari og royna at
finna semju í hesum málin
um, sum snýr seg um tey
veikastu í samfelagnum,
hann var sannførdur um, at
allir tingmenn hava áhuga í
at hjálpa hesum bólki.
Trupult at skyna á, hvør er stakur
Firouz Gaini