hósdagur 6. apríl 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 - 6. apríl 2006
7
Á samkomu í
eldrasambýlinum,
Giljagarði í Leirvík
týskvøldið, hand
aði Lions Eysturoy
búfólkunum á
heiminum ein
massagustól
Røkt
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var Jógvan Elias Joen
sen, sum vegna Lions
Eysturoy handaði eldrasam
býlinum stólin, og vegna
heimarøktina tók Eydna
Justinussen ímóti gávuni
til búfólkini.
Umboðið fyri heimarøkt
ina nýtt i eisini høvi at takka
fyri massagustólin, sum
kostar einar 30.000 krónur.
Lions Eysturoy hevur
latið gávur til onnur sam
býli, men í Leirvík siga
tey, at hett a er fyrstu ferð,
at felagsskapurin letur ein
slíkan stól.
At stuðla
Endamálið við virkseminum
hjá Lions er at savna inn
pening, sum síðan verður
veitt ur sum stuðul til ymisk
tiltøk og verkætlanir, ið
limirnir í felagsskapinum
vilja stuðla.
Giljagarður fingið
massagustól frá Lions
Her verður massagustólurin
á fyrsta sinni royndur á
Giljagarði í Leirvík
Mynd: Leirvíkar kommuna
– Eg trúgvi ikki, at
Danske Bank nak
rantíð hevur verið í
Íslandi og sæð, hvussu
íslendska samfelagið
er samansett. Hava
teir ikki tað, mugu
tað vera ógvuliga
gløgg fólk sum
arbeiða í Danske
Bank, segði íslendski
forsætisráðharrin,
Halldór Ásgrímsson
Ráðharravitjan
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eftir fund í morgun millum
Jóannes Ejdesgaard, løg
mann og íslendska forsætis
ráðharran, Halldór Ásgríms
son, var stutt ur tíðindafundur
í Tinganesi.
Løgmaður segði, at teir
á fundinum høvdu kunnað
hvønn annan um politisku-
og búskaparligu støðuna
hjá hvørjum øðrum, og
somuleiðis høvdu teir tosað
um Hoyvíkssátt málan, sum
løgmaður vónaði verður sam
tyktur á Føroya løgtingi og
í Altinginum nú í vár. Eisini
tosaðu starvsbrøðurnir um
felagslýsingina um land
ingarnar hjá hvørjum øðr
um.
Góðir í ráðum
– Vit tosaðu eisini um ES
og EFTA. Ísland er limur í
EFTA, og tí kunnu íslend
ingar vera góðir í ráðum, um
vit í Føroyum skuldu komið
so langt.
Jóannes segði, at teir eisini
tosaðu um havið – ikki bara
um tað, sum er í havinum,
men eisini hvussu um,
hvussu havið og tilfeingi
verða umsitið.
Løgmaður segði at enda,
at hann hevði kunnað
íslendska forsætisráðharran
um tað menningarsamstarv,
sum Føroyar eru farnar undir
út i í heimi.
Í hesum sambandi vísti
hann á, at íslendingar hava
stovnin Iceida, sum svarar til
danska stovnin, Danida.
– Íslendski stovnurin hev
ur verið góður í ráðum og
hjálpsamur, legði løgmaður
aftrat.
Ongantíð regn!
Íslendski forsætisráðharrin,
Halldór Ásgrímsson, segði,
at hett a ikki er fyrstu ferð,
at hann hevur vitjað í Før
oyum.
– Men hett a er fyrstu
ferð, eg havi verið her sum
forsætisráðharri.
Áður
havi eg verið her sum fiski
málaráðharri og sum utt an
ríkisráðharri.
Hann legði aftrat, at hann
altíð hevur verið væl mót
tikin í Føroyum.
– Eg havi ongantíð sæð
regn í Føroyum, ei heldur
toku, men nú havi eg so sæð
kava her, segði Halldór.
Stórur áhugi
Hann segði, at íslendska
vinnuátakið, sum er í Føroy
um í hesum døgum, vísir, at
stórur áhugi er í Íslandi fyri
Føroyum.
– At sjeyti fólk úr Íslandi
eru her, vísir, at íslendingar
hava áhuga fyri at vita, hvat
hendir í Føroyum. Eg haldi,
at hett a er gott fyri bæði
londini.
Spurdur, hví íslendskar
fyritøkur venda sær til ein
so lítlan marknað, sum Før
oyar eru við einans 48.000
fólkum, vísti Halldór á, at
íslendski marknaðurin er
ov lítil, og tí ynskja íslend
ingar við nýggja handils
sátt málanum at veksa um
sín ”heimamarknað”.
– Londini líkjast, og grund
arlagið líkist eisini.
Forsætisráðharrin segði
seg vóna, at føroyingar eis
ini kunnu fáa nakað burt
ur úr teirri avtalu, sum er
undirskrivað millum lond
ini.
– Íslendskt vinnulív
hevur seinastu árini verið
fyri stórum vøksti, men
búskapurin hevur brúk fyri,
at út lendskar íløgur verða
gjørdar í landinum. Tí er
tað mín vón, at føroyingar
hava hug at koma til Íslands
at gera íløgur, segði hann.
Danske Bank
Halldór Ásgrímsson varð
eisini spurdur, um hann
hevði nakrar viðmerkingar
til tað, sum Danske Bank í
seinastuni hevur ført fram
um íslendskan búskap, men
her svaraði hann ógvuliga
stutt :
– Eg trúgvi ikki, at Danske
Bank nakrantíð hevur verið
í Íslandi og sæð, hvussu
íslendska samfelagið er
samansett . Hava teir ikki
tað, mugu tað vera ógvuliga
gløgg fólk sum arbeiða í
Danske Bank, segði íslendski
forsætisráðharrin.
Íslendski forsætisráðharrin:
”Gløgg” fólk
sum arbeiða
í Danske Bank
– Vit hava tosað um ES og EFTA. Ísland er limur í EFTA, og tí kunnu íslendingar vera góðir í ráðum, um vit í
Føroyum skuldu komið so langt, segði Jóannes Ejdesgaard á tíðindafundi í morgun
Mynd: Jens Kr. Vang
Í Norðurlandshúsinum í morgun, har vinnuliga íslendska
átakið er. Átakið er skipið í tríggjar verkstovur, 1)
Hoyvíkssáttmálin, 2) Hátøkni ídnaður í Íslandi og Føroyum og
3) Endurnýtsluídnaður
Mynd: Vilmund Jacobsen