hósdagur 6. apríl 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 69 - 6. apríl 2006
Studentaskúlin og
HF-skeiðið í Eysturoy
og
Klaksvíkar HF-skeið
Treytað av góðkendum undirvísingarvirksemi verða
– alt eftir lærigreinasamanseting – frá 1. august
2006 4-7 størv sum, adjunktur/lektari leys at søkja
í hesum lærugreinum:
Alisfrøði, donskum, enskum, føroyskum, ítrótti,
latín, miðlakunnleika, sponskum, støddfrøði,
søgu og tónleiki.
Harumframt eru 2 ársvikariat leys í lærugreinun-
um:
Donskum og føroyskum (møguliga saman við
lærigrein nevnd omanfyri)
Umsøkjarar skulu tilskila, í hvørjum lærugreinum
(høvuðsgrein, hjágrein ella annað), teir hava
undirvísingarførleika og um teir hava námsfrøðiliga
útbúgving. Umsøkjarar, ið ikki hava námsfrøðiliga
útbúgving, og sum verða settir, skulu í august
mánaði taka námsfrøðiligt innleiðsluskeið, sum
Mentamálaráðið skipar fyri.
Skúlin fer í tilmæli sínum um setan í fast starv at
leggja dent á, at umsøkjararnir hava kunnleika til
føroyskt mál og føroysk viðurskifti, og um teir ikki
hava tað, í hvønn mun teir eru sinnaðir at ogna
sær innlit og vitan um hetta. Harumframt fer skúlin
at leggja dent á, at umsøkjarar virknir fara at taka
lut í menningini av einum góðum námsfrøðiligum
skúlaumhvørvi, har samstarv, nýggir arbeiðshættir
og KT eru týðandi tættir.
Umsøkjarar kunnu fáa meiri at vita um endamál
skúlans við at venda sær til leiðslu skúlans ella við
at vitja heimasíðu skúlans: www.shey.fo
Starvssetanin verður sambært sáttmála millum
Yrkisfelag studentaskúla- og HF-lærara (YF) og
Fíggjarmálaráðið. YF-umsóknarbløð fáast frá Yrkis-
felagnum ella frá skúlanum
tlf. 44 40 24, fak 44 47 97.
Umsóknin skal stílast til rektaran, og sendast til
Studentaskúlan og HF-skeiðið í Eysturoy
att.: Sámal í Skorini, rektara
Kambsdalur, 530 Fuglafjørður
í seinasta lagi 26. apríl 2006.
Avrit av prógvum ella úrskrift úr próvtøkubók skal
sendast saman við umsóknini. Setanarsamrøður
verða fyrst í mai.
Lýsing frá Vágs Havn
Allir teir sum hava órudd liggjandi á økinum inni
á Oyrunum verða bidnir um at beina tað burtur
áðrenn 1. mai 2006.
Tað sum ikki er beint burtur nevnda dag verður
beint burtur fyri eigarans rokning.
Vágs Havn
HEILSUFRØÐILIGA
STARVSSTOVAN
Kemikari
F O O D , V E T E R I N A R Y A N D E N V I R O N M E N T A L A G E N C Y
Falkavegur 6, 2. hædd
FO-100 Tórshavn
Faroe Islands
Tel. +298 35 64 00
Fax. + 298 35 64 01
E-mail: hfs@hfs.fo
www.hfs.fo
Kemiska kanningarstovan søkir eftir einum
kemikara til eitt avloysarastarv.
Starvslýsing
Tú skalt vera við til at menna og stovnseta kann-
ingarhættir innan umhvørivs- og matvøruøkið
og tryggja, at kanningarnar eru í samsvari við
akkrediteringina. Spurningar viðvíkjandi kemisk-
um evnum, trupulleikar við kemiskum tólum og
kemiskum greiningum verður eisini ein partur av
tínum uppgávum, eins og tú skalt verða við til at
dagføra og víðarimenna góðskuskipanina.
Krøv til útbúgving og kunnleika
Tú skalt hava lokið prógv sum cand. scient,
akademi- ella sivilverkfrøðingur í evnafrøði. Tú
skalt helst hava kunnleika til nútímans evnafrøðilig
tól og hava kunnleika um góðskustýring og hag-
frøðiligar hættir.
Góður kunnleiki krevst til framkomnar EDV
skipanir. Tú skalt hava góð samstarvsevni, vera
nærlagdur/nærløgd og duga at arbeiða miðvíst
og sjálvstøðugt.
Umsøkjarar við starvsroyndum hava fyrimun.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur koyrikort.
Tíð- og setanarviðurskifti
Starvið er fyri tíðarskeiðið mai 2006 til 31. mars
2007; avtala kann gerast um fyrsta starvsdag.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið, sí
www.lnd.fo
Umsóknin
Umsóknir til starvið, við avriti av prógvum og
viðmælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
hósdagin hin 20. apríl 2006.
Kemiska kanningarstovan
À kemisku deildini starvast íalt 6 fólk.
Kemiska kanningarstovan er altjóða góðkend
kanningarstova (sí www.danak.dk akkr.nr.: 303).
Kanningar og sýnissløg fevna víða. Arbeiðsøkið
hjá kemisku kanningarstovuni er m.a. tengt at
løggildingum innan matvøruframleiðslu og
umhvørvisgóðkenningum. Serliga er talan um
kanningar av drekkivatni, framleiðsluvatni, spilli-
vatni, svimjihylsvatni, mold, grasi, fiski og fiska-
úrdráttum.
Nógv av hesum hevur samband við høvuðsvinnu
okkara, fiskivinnuna. Men eisini kommunur og
dálkandi virki hava nógv samskifti við kann-
ingarstovuna.
Kemiska kanningarstovan bjóðar seg eisini fram
innan sýnistøku á sínum virkisøki.
Lýsingin er eisini at síggja á heimasíðuni hjá
Heilsufrøðiligu starvsstovuni, www.hfs.fo, har tú
eisini kanst finna tær fleiri upplýsingar um stovnin,
deildina og virkisøkið, sum heild.
Fleiri upplýsingar um avloysarastarvið fáast við at
venda sær til Rikke Berg Larsen, deildarleiðara, ella
Bárð Enni, stjóra, á tlf. 356400.
Tórshavnar kommuna
Kapellið í Kirkjugarðinum
við Velbastaðvegin
Kapellið verður afturlatið í tíðarskeiðinum frá 5. apríl til 21.
juli 2006 vegna høvuðsumvæling.
Kunngerð
Arbeiði
Arbeiðið at stoypta ein betonggarð/múr fram við
Stórá í Sumba verður hervið boðin út.
Nærmari upplýsingar fáast við at venda sær til
Sumbiar kommunu á tlf. 370344 ella 570538.
Tilboðini skulu vera kommununi í hendi 19. apríl
2006, og tilskilar sær rætt til at taka av onkrum av
tilboðunum ella at vraka tey øll.
Sumbiar kommuna