fríggjadagur 7. apríl 2006síða 1
Tekstur á síðuni
Hugflogið millum ting-
menn var stórt, tá ið teir í
sambandi við eykajáttan-
arlóg viðgjørdu ætlanina
hjá landsstýrinum at geva
80 ára gamla strand-
ferðsluskipið til Íslands
SKIPASØLA
Barsskor er farin í søguna sum
strandferðsluskip. 80 ára gamli
báturin, sum røkti siglingina mill-
um Klaksvík og Kalsoy, liggur
framvegis í Klaksvík. Men har
verður báturin ikki at síggja
leingi afturat, um tað verður, sum
landsstýrið ætlar.
Barsskor varð bygd í Akranesi í
Íslandi, og nú eru íslendingarnir,
sum bygdu, áhugaðir í at fáa bátin
aftur. Hetta er mál, sum longu var
á skránni, tá ið Anfinn Kallsberg
var løgmaður og var á almennari
vitjan í Íslandi.
Onkrir tingmenn vóru ikki so
fegnir um, at Barsskor skal til Ís-
lands. Boð er komið úr Føroyum
upp á einar 70 túsund krónur. Á
tingfundinum fyrrapartin í dag
vóru tað onkrir, sum talaðu fyri at
føroyingar varðveita skipið í Før-
oyum.
Aðrir vóru avgjørt fyri, at skip-
ið verður latið íslendingum. Teir
mettu, at orðaskiftið var óvirðiligt
fyri gávuna, sum skal sendast til
Íslands.
– Eg havi verið borgarstjóri í
Klaksvík í sekstan ár. Eg kenni
nógv dømi um gomul skip og bát-
ar, sum vórðu løgd við bryggju í
Klaksvík við tí ætlan, at tey
skuldu setast í stand. Endin var
ofta, at havnamyndugleikarnir
noyddust at taka sær av sovornum
bátum, segði Jógvan við Keldu.
Kári P. Højgaard segði seg eis-
ini vera sera áhugaðan fyri, at
báturin skal fara til Íslands, og
hann bjóðaði sær til at føra bátin
til Íslands. Henrik Old hevði
frammanundan bjóðað seg fram
at syrgja fyri hesum.
Tingmenn
sveimaðu
víða.
Spurningurin varð eisini havdur á
lofti, um tað ikki hevði verið gott
hugskot at sett Dúgvuna upp á
land og nýtt hana sum konserthøll
í Klaksvík.
Eykajáttanarlógin varð beind til
viðgerðar í fíggjarnevndini. Ting-
fundurin varð niðurlagdur kl.
12.30. Hann varð uppaftur tikin
kl. 13.30. Tá vóru eitt nú útbygg-
ing av tekniska skúla í Klaksvík
og skúladepli í Marknagili á
skránni.
Nr. 70 • Vikuskiftið 7.–12. apríl 2006 • 80. árgangur • Kr. 15,00
Ítróttur 17
Krasnik í Miðlahúsinum:
Undir húðina
á Islam
Síða 27
Eli Smith við rullandi atelieri:
Til Spania at granska
holumálningar
Síða 25
Mr. Supertramp
á Summarfestival
Síða 8
dfgdfgdfg:
dfgdfgdf gdfg dfg dfg
FM finala í hondbólti:
Risarnir berjast
um gullið
Síða 26
Barskor seld fyri eina krónu
Íslendingar, sum fyri 80 árum síðani bygdu Barskor, fáa eftir ætlan skipið aftur fyri eina krónur
Lesið meira á síðu 49