Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-07, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. apríl 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 70 - 7. apríl 2006 Móttøka Miðlahúsið var fullsett tann dagin Óli Petersen, ella Óli P, fylti 70 ár. Óli kennir nógv fólk og er kendur um alt landið fyri sínar skemtitekningar, serliga tær hann í mong ár teknað á baksíðuni á Sosialinum. Fleiri av hansara ”ofrum” nýttu eisini høvi at ynskja honum tillukku. Teir, sum hildu røðu undir sjálvari móttøkuni vóru, Niels Petersen frá Føroya Skúlabókagrunni, og Jan Müller, blaðstjóri á Sosialinum. Niels Petersen segði m.a.: Óli P er mest kendur fyri sínar skemtitekningar, men at hann eisini ger tekningar til undirvísingartilfar er kanska ikki so kent. Hann ger m.a. prentlutir hjá Føroya Skúlabókagrunni, ymiskar faldarar og mangt annað. Høvuðsuppgávan hevur verið at lýst ymisk evni innan fleiri lærugreinar. Her hevur hann eftir okkara meting verið sera heppin og við sínum penni dugað at greinað evnið, so myndirnar hava stuðlað upp undir tekstin og verið við til at gjørt trupul evni lættari at skilja hjá næmingunum. Jan Müller segði m.a. at Óli er sermerktur sum listamaður. Hansara øki er karikatururin, oftast ein sera vinarlig men tó avskeplað og skemtilig mynd av veruleikanum. Blaðteknarar, sum nýta karikatur, eru samfelgsins eygleiðarar og viðmerkjarar. Óli er meistarin á hesum øki. Óli dugir betur enn nakar blaðmaður ella politiskur viðmerkjari at lýsa kjarnuna í einum máli ella eini hvørji støðu. Hann er sum oftast ómetaliga beinrakin og kemur samstundis sannleikanum nærri enn hann kanska sjálvur er greiður yvir. Óli P. er eitt natúrtalent av teimum heilt sjáldsomu, og vit ynskja øll, at hann framyvir ansar væl eftir hesum talenti. Óli er framum alt stuttligur, men hann kann samstundis vera hvassur serstakliga, tá ið hann avmyndar hykl ella maktmenniskju, ið gera sær dælt av teimum mongu viðbreknu og verjuleysu skipanum í okkara lítla samfelag. Hann hevur sagt meira um føroyska samfelagið enn fleiri doktararitgerðir tilsamans hava megnað. Jú víst kann Óli vera hvassur, men hann er samstundis heilt ómetaliga stuttligur. Hansara sublima humor og hansara geniala satira gera, at fá fólk taka sær tikni av skemtinum og oftast er hann hóast alt tann mildi. Listafólk, sum Óli gera okkum gerandisdagin lættari. Einki er so sunt fyri okkum menniskju sum at flenna, siga læknarnir. Óli fær okkum at flenna at teimum, sum tola tað. Hann fer ongantíð eftir tí veika ella eftir honum, sum liggur niðri. Hann er ein sannur humoristur og satirikari í altjóða klassa. Føroyingar eru vorðnir góðir við Óla og hava tikið hann til síni hjørtu. Vit ynskja hjartaliga tillukku og gleða okkum til nógvar skemtiligar tekningar komandi árini. Óli P 70 ár: Í føðingardag hjá skemtiteknaranum Týsdagin 24. januar var móttøka í Miðlahúsinum í Vágsbotni í sambandi við at skemtiteknarin Óli Petersen, fylti 70 ár hendan dagin Jan Müller heldur røðu Klæmint Weihe og Ól P Heðin Mortensen og Óli P Óli P og Viggo Olsen Óli P og Henrik Old