fríggjadagur 7. apríl 2006síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sambandsflokkurin avgjørdi á
floksfundinum, at viðurskiftini
við ES skulu takast fram aftur.
Alheimsgerð av partur av dagliga
kjakinum. Føroyar eru partur av
sonevndu evropeisku skipanini
fyri samsavnan av uppruna,
eins og arbeitt verður dúgliga
um at gerast partur av EFTA
og EBS, eins og møguleikarnir
fyri at knýta seg uppí ymiskar
samstarvskipanir í ES høpi. Jú
Føroyar arbeiða meira altjóða,
og okkurt framstigið er eisini
at hóma í uttanríkisheimildum,
hóast broytingin ikki er tann
stóra.
Íslendingar
Í næstum kemur ein stór íslensk
sendinevnd til Føroya. Hetta
skal síggjast sum ein partur av
sáttmálanum við Ísland, sum
gera Ísland og Føroyar til eitt
búskaparøki. Nógv kegl hevur
verið um henda sáttmála. Talan
hevur bæði verið um mótstøðu,
hetta broytir jú status quo, men
eisini hevur orrustan staðið um
tað formliga, um kunningar og
broytingar.
EFTA
Samanumtikið tykist tó sum
um at nú er ljósið varpað á
møguleikarnar, hetta sam
starvið letur upp. Tí eins og
íslendingar sleppa inn til
okkum, so sleppa vit eisini inn
til teirra. Jaliga kann sigast
at avtalan gevur okkum eina
størri marknaðarvíðkan, enn
hon gevur íslendingum. Eitt
er hvat avtalan kann geva
teim einstøku virkjunum og
kanska eisini breiðari úrval
til vanliga borgaran. Hitt er at
henda avtalan setur í verk tær
mekanismur og treytir, sum slíkir
fríhandilssáttmálar krevja, og tí
er hetta ein góð fyrireiking til t.d.
at koma uppí EFTA samstarvið.
Hvat málið er, eru flokkarnir ikki
samdir um, men skjøtil er settur
á tilgongdina. At íslendingar taka
hesa avtalu í fullum álvara sæst
eisini, tí forsætismálaráðharrin
við fylgi kemur til Føroyar.
Íslenski búskapurin
Seinastu tíðina hava brotasjógvar
annars skolað yvir íslenska
búskapin. Ein sera hørð frágreið
ing frá Danske Bank vísir
á, at íslenski búskapurin er í
stórum vanda og alt ov heitur. Í
norðurlenskum høpi er Danske
Bank ikki hvør sum helst, og
tí hava orðini eisni vakt ans.
Íslendskar røddir hava áður
verið frammi og víst á at ansast
skal eftir, eins og roynt hevur
verið at koyrt rættarmál ímóti
nýggju fíggjargreivunum. Í
Danmark verður lurtað væl eftir
Danske Bank og ikki minst Peter
Straarup, sum eisini ofta var
frammi í sambandi við føroyska
bankamálið. Okkara egni Sigurð
Poulsen í Landsbankanum
vísir á, at eingi vandi er fyri
Føroyum, eins og at hann ikki
er samdur við ræðumyndunum
hjá Danske Bank. Sum verða
man eru íslendingar í øðini.
Hvat er og ikki, so hevur álit
og trúgv ótrúligan týdning í
fíggjarheiminum, og ikki minst
tá talan er um virðisbrøv. So bara
tað at ein frágreiðing kemur frá
einum stovni, sum t.d. Danske
bank, ger at íleggjarar óttast og tí
ikki gera íløgurnar, og tað kann
í sjálvum sær gera at búskapurin
steðgar.
Álit neyðugt
Fyri okkum, sum eru við at
enduruppbyggja og fulbyggja
føroyska fíggjarkervið, skal hetta
dømið tæna sum ávaring um
hvussu umráðandi álit er. Álit er
bæði álit á fíggjarligu skipanina
í sær sjálvum, men eisini á eina
støðuga politiska skipan, so
til ber at vita hvønn veg leiðin
gongur, m.a. við breiðum
politiskum langtíðarsemjum,
sum eisini røkka inn á
arbeiðsmarknaðin, soleiðis at
vit sleppa undan teim nógvu
arbeiðsteðgunum, sum síggja
út til at hava vunni hevd sum
arbeiðsmarknaðarmentan.
Okkara uttanríkishandil
Um vit hyggja eftir okkara
uttanríkishandli sæst, at ES
lond standa fyri meginpartinum
av okkara samhandli, tó so at
Kina og Japan eru komim upp
í part. Hetta vísir at vit hava
stór áhugamál í ES, men eisini
at vit kanska eiga at umhugsað
at breiðka handilsmynstrið. Ein
upplagdur møguleiki, sum
tó ikki bert liggur í okkara
hondum, er handilsavtala við
Russland. Føroyar hava í fleiri
ár havt eina so at siga lidna
avtalu við Russland, men av
ymsum orsøkum er avtalan
ikki komn heilt uppá pláss
enn. Føroyar gingu undan við
fiskivinnuavtalum við Russar,
og nú kunnu vit eisini ganga
undan við handilsavtalum.
Nýggja heimskortið nú Kalda
Kríggið er liðugt, er við at
mynda seg. Russland er við at
vaknað, og ætlar sær at verða ein
sterkur leikari, bæði regional og
alheims. Vit sígga hvussu stóra
ávirkan russiskur orkupolitikur
hevur á grannalondini, og
hvussu Russland roynir at seta
seg í valdsstólin í spælinum
um orkuna, sum í dag er eitt
av stríðunum handan tjøldini
millum størri londini. Hjá okkum
ræður tí um at raðfesta at fáa
Rusland undir land beinanvegin
og tað skal kunna bera til, tí
alheimsgerð er eisini at duga
at hava fleiri bóltar í luftini
samstundis, og at duga at skilja
hvat framtíðin krevur og bjóðar
av møguleikum. ES marknaðurin
er har, í Asiu eru dyrnar á glopp,
men vit mangla Russland og
USA, sum stórlond, sum heldur
ikki liggja so langt burturi frá
okkum. Okkara heimamarknaður
er sera lítil, og hava vit tí nógv
at vinna við at gera fríhandils
avtalur, og tað eigur eisini at
verða okkara profilur og vøru
merki, eisini til at skap álit.
Alheimsgerð er at hava fleiri
bóltar í luftini í samstundis og
at duga at skilja hvat framtíðin
krevur.
Er tað ikki nógv at skula gjalda
Russland skal raðfestast
cand.scient.pol
Bogi
EliasEn
Alheimsgerð er at
hava fleiri bóltar í
luftini í samstundis
og at duga at skilja
hvat framtíðin krevur.
Álit er sera umráðandi
Nógv verður sagt um Russland og Putin, men vit mugu
leggja okkum eftir at fáa handilsavtalanuna við Russland
lidna
Meginparturin av handli okkara er við ES og tí hava
avgerðir hjá Peter Mandelsen, ið hevur ábyrgd av
handilsmálsøkinum, stóran týdning
Nr. 60 - 24. mars 2006
40