fríggjadagur 7. apríl 2006síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 70 - 7. apríl 2006
Pedagogur/
stuðulsfólk
Søkt verður eftir stuðli til barnagarðin í Leirvík, at
byrja 1. mai 2006.
Arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna.
Arbeiðstíðin hjá stuðlinum verður at stimbra
einum barni motoriskt og annars vera um barnið í
gerandisdegnum.
Arbeiðið verður gjørt í samstarvi við familjuna.
Ynskiligt er, at tann ið settur verður, hevur hóskandi
útbúgving ella royndir.
Setan sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til leiðaran,
Gunnvu Thomsen á tlf. 743125.
Umsóknir saman við møguligum avritum av prógvi
skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. apríl
2006.
Leirvíkar Kommuna
Postboks 42
520 Leirvík
El-Teknik
søkir eftir fólki
Søkt verður eftir fólki at byrja skjótast gjørligt.
Krøv:
Elektrikkari ella tilsvarandi útbúgving.
Ert fyrikomandi og ágrýtin
Góð samstarvsevnir
Vit arbeiða við:
Virkisinstallatiónum
PLC-stýringum
Yvirvakin við PLC og SCADA
El-Teknik kann bjóða tær
Stóra avbjóðing í arbeiðinum
Fjølbroytt arbeiði
Samstarv við nógvar ymiskar kundar
Hevur hetta tín áhuga, ring so til Jákup Tróndheim
594419.
El-Teknik Sp/f
Tlf. +298 44 33 13 · Fax nr. +298 44 33 14
E-mail: elteknik@elteknik.fo
FO-520 Leirvík
Føroyar
Eitt starv sum sosialráðgevi á Stuðulsskipanini fyri
vaksin, undir Heimarøktini og Serforsorgini, verður
hervið lýst leyst.
Stuðulsskipanin fevnir um stuðul til umleið 114
heimabúgvandi brúkarar, svarandi til umleið 42
fulltíðarstørv.
Talan er um avloysarastarv í tíðarskeiðnum: 1.
juni – 31. desember 2006.
Starvsuppgávur:
• At ráðgeva og vegleiða
• Samskipa stuðulin, tá fleiri stovnar eru inni í
myndini
• Viðgera nýggjar umsóknir
• Ráðgeva feløgum og stovnum
• Endurmeta ta hjálp, sum er veitt einum brúkara
Vit søkja eftir einum starvsfólki, ið:
• Hevur vitan og royndir innan sosiala øki
• Hevur áhuga at arbeiða við brekaðum
• Dugir at skapa positivt og virðiligt samband við
brúkaran
• Dugir at arbeiða skipað og miðvíst
• Dámar at arbeiða bæði sjálvstøðugt
og tvørfakliga
• Er sálarliga væl fyri og dámar avbjóðingar
• Er uppfinningarsamur og dugir at umstilla seg
skjótt
Vit bjóða:
• Eitt mennandi arbeiði, har nógv er at gera
• Eitt arbeiðsumhvørvi, har pláss er fyri látri
• Vegleiðing
• Supervisión
Setanar- og lønarviðurskifti:
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Setanarøki fevnir um Heimarøktina og Serforsorg-
ina. Tænastustaðurin í løtuni er Stuðusskipanin fyri
vaksin.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
Stuðulsskipanina á tlf. 354020 og tosa við Odu
Jóhansdóttir, virkandi leiðara ella við Sofíu Jespersen
virkandi varaleiðara.
Umsóknir:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum
v.m. skulu sendast til:
Stuðulsskipanin fyri vaksin
Stílað: Oda Jóhansdóttir
Løkjatún 1
160 Argir
Umsóknarfreist: 24. apríl 2006.
Heimarøktin
og Serforsorgin
Stuðulsskipanin fyri vaksin
Endurlýsing
Sosialráðgevi
til stuðulsskipanina fyri vaksin
Línumaður søkist
til norskan bát skjótast gjørligt.
P/F Jógvan Weihe
Tlf. 553897