fríggjadagur 7. apríl 2006síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 - 7. apríl 2006
45
Tórshavnar kommuna
Samanbygd hús í Hoyvíkshaganum – verkætlan at fullføra
Tórshavnar kommuna lýsir við hesum part av matr. nr. 135fe, Hoyvík, alment til sølu.
Um ognina
Ognin, ið er partur av útstykkingini Hoyvíkshagin Suður, er býtt í 10 lonir, hvør lonin við
millum 2 og 6 húsum. Talan er um tilsamans 43/45 samanbygd hús í 4 ymiskum sniðum við
tilhoyrandi úthúsi.
Lendisarbeiði og sokklar eru gjørd til øll húsini.
Lendið liggur sambært almennu byggisamtyktini í A3-øki í 3. grundumráði, og sambært kap.
4, § 7, í byggisamtyktini er heildarætlan gjørd fyri byggingina í økinum.
Søluprísur
Ognin verður seld undir einum. Søluprísurin er settur til kr. 18.000.000,-.
Sølutreytir annars
Tá kommunan miðar móti at útvega borgarunum dygdargóðar bústaðir fyri ein bíligan
kostnað, verður ognin seld tí keypara, ið umframt at bjóða ásetta prísin, sí omanfyri, eisini
hevur lægsta søluprís at selja víðari.
Projekt er gjørt fyri ein part av byggiætlanini, og keyparin skal lata gera projekt fyri restina av
byggiætlanini samsvarandi hesum projektinum.
Keyparin skal binda seg til at selja lidnu húsini víðari til tann prísin, ið tilboðið til kommununa
er grundað á.
Byggingin skal byrja innan 1 ár frá tí degi, at sáttmáli er undirskrivaður millum keypara og
seljara, og øll bygging skal verða liðug innan 3 ár. Keyparin skal saman við tilboðnum lata
kommununi útgreinaða tíðarætlan, har víst verður, nær einstøku húsini ætlandi verða liðug.
Samanbygdu húsini kunnu bara verða seld persónum, ið standa á bíðilista hjá Tórshavnar
kommunu.
Innkomin tilboð
Tilboð saman við útgreinaðari tíðarætlan skulu sendast kommununi í afturlatnum brævbjálva,
merktur »Samanbygd hús í Hoyvíkshaganum Suður«, og verða hesi hildin í trúnaði, til avgerð
er tikin í málinum.
Kommunan hevur ikki skyldu at selja ognina, og tí verður gjørt vart við, at kommunan skilar
sær rætt til frítt at velja millum innkomnu tilboðini ella einki at velja.
Útboðstilfar og spurningar
Útboðstilfar, ið nágreiniliga sýnir verkætlanina og krøvini til einstøku húsini, fæst við at venda
sær til snarskivuna frá 18. apríl 2006. Fyri tilfarið verður goldið kr. 1.000,-.
Eru spurningar til søluna og projektið, kunnu tilboðsgevarar venda sær til Tórshavnar
kommunu ella Arkitektar 99.
Freist
Keypstilboð skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi 29. mai 2006 kl. 12.00.
Alment útboð