mánadagur 10. apríl 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 71 - 10. apríl 2006
Alt um stóra dagin
Brúdleypshýrur
var leygardagin í
Miðlon. Nógv, ið
ganga við ætlanum
um at giftast og onnur
forvitin høvdu leitað
sær niðan at hyggja
at brúdarkjólum,
háruppsetingum,
borðum og bukettum
Brúdleyp
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Brúdleypstónar ljómaðu
longu tá ein kom inn um
dyrnar í Miðlon leygardagin.
Trappan var pyntað við
sløri, og uppi á vóru vakurt
uppdekkað borð og stílfull
brúðarpør víst fram.
Súsanna frá Fríðkuni setti
hár upp, og runt í Miðlon
gingu fleiri kvinnur, ið hon
hevði sett hárið hjá.
– Tað tekur mær alt frá
fimm minuttum til tveir
tímar, at gera eina brúður,
sigur hon.
Tað kostar umleið 1000
krónur at fáa hárið gjørt.
Súsanna ger eisini smyrsl og
kostar tað 250 krónur.
Millum alla dukkurnar, ið
vístu vakrar háruppsetanir
og brúdarklæði fram, var
eisini eitt livandi brúðarpar
– Beinta Lundsberg og Boaz
Jacobsen. Beinta skal giftast
í september, men tó ikki við
Boaz. Hann var bara læntur
til hetta endamálið.
– Summi fólk blíva kløkk,
tá tey síggja okkum, tey hildu
at vit eisini vóru dukkur,
sigur Beinta.
Fleiri søgdu eisini tillukku
við tey bæði – “Vit siga bara
takk” flentu tey bæði.
Beinta hevur ikki avgjørt,
hvussu hennara brúðarkjóli
skal síggja út, men henni
dámdi sera væl kjólan, hon
var í leygardagin.
– Eg vil, at tað skal vera
loyniligt, hvussu eg fari at
síggja út.
Beinta Lundsbjerg og Boaz Jacobsen vóru brúdarpar
leygardagin í Midlon
Fjaðrar vóru nógv nýttar til
bukettirnar
Súsanna frá Fríðkunni gjørdi brúðarhár.
Tríggir heysthalar vóru undir
hesi uppsetan