týsdagur 11. apríl 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 72 - 11. apríl 2006
Islamisma kann
gerast ein nýggj
global hóttan á
sama hátt sum
kommunisman, men
vit vesturlendingar
gera eisini nógv fyri
at halda henni á
lívi, t.d. við okkara
handilssamstarvi
við totaliterar
stjórnir, sum traðka
á øll grundleggjandi
mannarættindi.
Hetta var ein
kjarnuboðskapur
hjá danska
journalistinum
Martin Krasnik,
sum mánakvøldið
í einum stúgvandi
fullum Miðlahúsi helt
fyrilestur um Islam
sum politiska hugsjón
Fyrilestur
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
Vesturlendskur
dupult-
moralur
og
muslimsk
ekstremisma ganga hond
í hond. Tað helt Martin
Krasnik, korrespondentur
á
Weekendavísini
og
fyrrverandi sjónvarpsvertur
á Deadline á DR2, tá hann
mánakvøldið
í
einum
stúgvandi fullum Miðlahúsið
helt fyrilestur um ferð sína
gjøgnum arabiska heimin,
sum hann fór í holt við á
sumri í 2004, og sum hann
síðani eisini hevur skrivað
eina bók um.
Umleið 200 fólk sótu sum
sild í tunnu í umleið tveir
tímar og lurtaðu, bíðirøðin
gekk heilt út í tún, og tey,
sum komu í seinastu løtu,
máttu tí fara aftur til hús sum
av torvheiðum.
Islamistisk framgongd
Meðan vesturheimin fekk
toyggið fyri sítt hyklarí,
spardi Krasnik heldur ikki
uppá krútið, tá hann bar
fram sínar hugsanir um tær
politisku kreftir, sum síggja
út til at vaksa í arabiska
heiminum.
Sambært Krasnik eru
islamistarnir, tað vil siga
víðgongdu muslimarnir, ikki
bert ein minniluti í arabiska
heiminum, sum nógvir
sjónligir debattørar annars
vilja vera við. Í Palestina
valdi ein meiriluti Hamas
til valdið fyri stuttum, í Iran
hava teir sitið við valdið
síðani kollveltingina í 1979,
Í Pakistan er islamistiski
andstøðuflokkurin
Jaa-
mat
e-Islami
einasta
alternativið til hernaðarligu
einaræðisstjórnina hjá for-
setanum Pervez Musharaf,
í Irak eru víðgongdir
shiamuslimar í meiriluta
í parlamentinum, í Saudi-
Arabia
situr
saudiska
kongafamiljan og dømir
ótrúgvar kvinnur til deyðan
o.s.fr.
Og henda framgongd hjá
islamistiskum rørslum metti
Krasnik vera ein vanda, sum
vit vesturlendingar skulu
vera á varðhaldi fyri, ikki
minst við at tvíhalda um
okkara frælsisrættindir, sum
eftir hansara tykki veruliga
skuldu standa sína roynd í
sambandi við stóra málið um
tekningarnar av profetinum
Muhamed. Og hann metti,
at islamisma kann gerast ein
nýggj global hóttan á sama
hátt fascisma, kommunisma
og nazisma.
– Talan er avgjørt um
líkleikar, og radikaliseraða
útgávan av Islam hevur eitt
potentialið, sum kann minna
um tað, sum hevur elvt til
hópdráp og ræðuleikar í
farnum tíðum.
Grázonan
Men Krasnik legði dent á, at
tað er stórur munur á einum
praktiserandi muslimi og
einum militantum islamisti,
og tað er í grázonuni
millum hesar báðar pólar,
at loyndarmálið um sonnu
muslimsku
fólkasálina
liggur fjald. Spurningurin
um, hvussu ekstremisman
trívist millum sivilfólkið -
tí tigandi meirilutanum - í
muslimska heiminum, er
framvegis ósvaraður. Og
sambært Krasnik er bert
ein háttur at svara hesum
spurningi.
– So leingi, sum vit ikki
hava fræls demokratisk val
í øllum arabisku londunum,
fáa vit ikki at vita, hvat
meirilutin í muslimska
heiminum í veruleikanum
ynskir. Í løtuni tykjast
víðgongdu rørslurnar at hava
viðvind, ikki minst tí tær eru
eitt alternativ til korruptar
stjórnir, sum vesturheimurin
stuðlar, og sum ikki gera
nakað við stóra stættarmunin
og fátækradømið, staðfesti
Martin Krasnik.
Vantandi mótspæl
Samanumtikið kann sigast,
at Martin Krasnik hevði
atfinningar og spark til bæði
vesturheimin og muslimska
heimin. Stóra hóttanin úr
muslimska heiminum er
ein vaksandi ekstremisma,
men sama ekstremisman
er í ein mun ein avleiðing
av
vesturlendskum
dupultmorali. Á henda hátt
var ein javnvág at hóma, so
allir áhoyrarar - frá tí mest
islamofobiska til tann mest
anti-amerikanska - kundu
taka undir við í øllum førum
onkrum av øllum tí, sum
Krasnik var inni á.
Krasnik kom sera víða, og
hetta elvdi í ein mun til, at
nógvir sentralir spurningar
eisini stóðu ósvaraðir, tá
fólkið leitaði sær út aftur
í kuldan og regnið. Hann
kundi saktans fingið meiri
mótspæl frá bæði orðstýrara
og áhoyrarum, tí nógvir
pástandir vórðu lanseraðir,
sum
høvdu
uppiborið
eina neyvari og meiri
atfinningarsama viðgerð.
Men
stóri
áhugin
fyri
tiltakinum
vitnar
í øllum førum um, at
føroyingar
sanniliga
hava áhuga fyri øðrum
enn lokalum konfliktum
í okkara lítla dunnuhyli
í Norðuratlantshavi, og
vónandi eru tí fleiri líknandi
tiltøk á veg.
Sitat frá
Martin Krasnik:
Ósemjan um
atomorkuna í Iran
fer ikki at elva til eina
amerikanska innrás,
men møguleikin fyri
bumbuálopum er tó til
staðar
Vit skulu kvetta alt
handilssamstarv við
Saudi-Arabia skjótast
gjørligt og biðja teir
drekka sína egnu olju
Islamisman kann gerast
ein global hóttan á sama
hátt sum kommunisman
So leingi, sum arabiskar
stjórnir ikki viðurkenna
statin Ísrael, meti eg, at
amerikanskar herdeildir
skulu vera verandi í
økinum
ST hevur als ikki livað
upp til krøvini um at
skapa dialog millum
vesturheimin og
muslimska heimin
Samstarvið millum
vesturheimin
og korruptar
einaræðisstjórnir í
arabiska heiminum er ein
orsøk til framgongdina
hjá islamistiskum
rørslum
Muslims ekstremisma
og vesturlendskur dupultmoralur
Umleið 200 áhoyrarar sótu og stóðu sum sild í tunnu í Miðlahúsinum mánakvøldið
– So leingi, sum vit ikki hava fræls demokratisk val í øllum arabisku londunum, vita vit ikki,
hvat meirilutin í muslimska heiminum í veruleikanum ynskir. Í løtuni tykjast víðgongdu
rørslurnar at hava viðvind, ikki minst tí tær eru eitt alternativ til korruptar stjórnir, sum
vesturheimurin stuðlar, og sum ikki gera nakað við stóra stættarmunin og fátækradømið, segði
danski journalisturin Martin Krasnik í Miðlahúsinum mánakvøldið