Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. apríl 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ársins fløga 2005, Morning Dew hjá Høgna Lisberg, hevur vakt ans í Íslandi seinastu vikurnar. Hann er at hoyra í ís- lendskum útvarpi nógvar ferðir hvønn dag. Í Reykjavík verður hann mettur sum høvuðsnavnið á AME Reykjavík, sigur føroyavinurin Jens Guð AME REYKJAVÍK Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leygardagin fara seks før- oyskir og ein íslendskur bólkur á pallin í kendasta spælistaðnum í Reykjavík NASA. Hóast bólkarnir: Marius, Makrel, Lena, Gestir og Deja Vu allir eru stór nøvn í Føroyum, so er tað Høgni Lisberg, ið er høvuðsnavnið í Reykjavík. Hetta sigur heimildarmaður okkara í Íslandi Jens Guð. Jens Guð hevur í útvarpi og í bløðum vist íslending- um á føroyskan tónleik í nógv ár. Fyrstu árini, var á- hugin ikki stórur, sigur Jens Guð. Men síðan Ormurin Langi hjá Týr legði Ísland fyri sínar føtur á vári í 2002, hevur talan verið um sanna eina føroyska aldu, ið enn skolar yvir Ísland nú skjótt á fimta ári. Høgni er nýggjasta hittið Nýggjasta føroyska navnið, ið veruliga ger vart við seg í Íslandi er Høgni Lisberg. Lagið Morning Dew sein- astu vikurnar verið í sokall- aðari A-rotatión á stóru út- varpsstøðini Rás 2. Hetta merkir, at lagið verður spælt 4-5 ferðir um dagin á støðini, og eisini aðrar útvarpsstøðir geva tí ans. Eitt nú alternativa rokk og tungmálms útvarpsstøðin X-fm. Hesa vikuna er fløgan Morning Dew, "Fløgan hesa vikuna" hjá Rás 2. Hetta merkir, at øll løgini verða spæld hesa vikuna. Fløgan verður ummæld av tónleikaserfrøðingum hjá Rás 2. Hon er somuleiðis vinningur í spurnarkapp- ingum, ið snúgva seg um júst Høgna Lisberg. Áhug- in fyri Høga er alsamt vaks- andi, og tí er hann eisini boðin at syngja í bæði al- mennu sjónvarpsrásini Sjónvarpið og í óheftu sjón- varpsrásini Skjár 1, meðan hann er í Íslandi. Hann spælir somuleiðis konsert á Rás 2. Gott ískoyti Íslendski marknaðurin er ikki risa stórur, men fleiri føroyskir bólkar hava selt rættiliga fitt av fløgum har. Jens Guð nevnir størstu før- oysku stjørnuna Eivør Páls- dóttir, ið hevur selt umleið 10.000 eintøk av hvørjari útgávu í Íslandi, meðan Týr seldi umleið 4.000 eintøk av How Far To Asgaard. Hetta er eitt gott íkast hjá einum føroyskum bólki, tí í Føroyum er tað bert hend- inga fløga, ið selur yvir 3000 eintøk. Nógv føroyskt til oyruni Men tað er ikki bert Høgni Lisberg, ið er at hoyra í ís- lendsku miðlunum. Can’t Erase It hjá Lenu, er somu- leiðis á A-rotatión á Rás 2, meðan Confused hjá Deja Vu og Filthy Tongue hjá Makrel eru í B-rotatión og verða spæld 2-3 um døgnið á støðini. Filthy Tongue er somu- leiðis nógv at hoyra á X- fm. Makrel var upprunaliga ein av bólkunum, ið settu gongd á føroysku alduna. Makrel var eitt kent navn í Íslandi, áðrenn Føroyar tók bólkin til sín. Hetta var um sama mundið, sum Týr gav Ormin Langa út, tá luttók Makrel í íslendsku tónleik- akappingini Músíktilraunir. Teir gjørdust nummar trý í kappingini og gittarleikarin Rasmus Rasmussen varð valdur besti gittarleikari í kappingini. Vinningurin var nakrir dagar í upptøkuhøli, ið vórðu brúktir til at spæla inn og ljóðblanda fyrstu fløguna Makrel Stinkar. Henda fløga varð spæld rættiliga fitt í íslendskum útvarpi. Tí eru tað eisini sambært Jens Guð, fleiri, ið gleða seg til at síggja Makrel aftur á íslendskum palli. Guð fær egna sending Jens Guð hevur sjálvur merkt, at aldan er farin at skola eitt sindur ógvislig- ari, nú AME Reykjavík er komið í lag. Útvarpsrásin Útvarp Saga, hevur sett tveir tímar um vikuna á sendiskránna, har Jens Guð sleppur fer at spæla før- oyskan tónleik fyri íslend- ingum. Hann sigur seg gleða seg óført til hetta, ið byrjar um fáar vikur og sig- ur »Ímynda tær, eg sleppi at spæla tveir heilar tímar av føroyskum tónleiki um vikuna!«. At hesin Føroya vinur hevur eitt hjarta, ið bukar fyri okkara tónleiki, er eyðsæð. 2 Nr. 74 - 18. apríl 2006 Høgni er høvuðsnavnið Morning Dew hjá Høgna Lisberg vann planetina fyri bestu fløgu, nú leggur hon Ísland fyri sínar føtur Mynd: Símun Jóanesarson Í meira enn tíggju ár hevur Norðurlanda- húsið og serliga Fróði Vestergaard arbeitt fyri at fáa føroyskan tónleik út um land- oddarnar, nú byrjar úrslitið av hesum ar- beiði veruliga at síggjast aftur TÓNLEIKUR Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Hetta vikuskiftið verður Atlantic Music Event hild- ið í Reykjavík, seks før- oyskir bólkar fara á pallin í best umtókta spælistaðnum í Reykjavík, Nasa, og longu nú eru íslendskir miðlar á tremur við føroyskum tón- leiki. Hetta er nýggjasta sólskinssøgan um føroysk- an tónleik í útlandinum. Men eisini søgan um Høgna Lisberg, The Dreams og 200, ið spæla á Spot Festivalinum. Petsi Tvørfoss og Messell í spæla á Nibe Festivalinum. Eivør Pálsdóttir á Jelling Festivalinum, vísa høga støðið á føroyskum tón- leiki. Men hesar søgur eru somuleiðis úrslit av miðvís- um arbeiði fyri at fáa før- oyskan tónleik út um land- oddarnar. Her hevur eingin einstak- lingur, felagsskapur ella til- tak havt eins stóran týdn- ing, sum Prix Føroyar, Norðurlandahúsið, og ser- liga samskiparin Fróði Vestergaard. Her er talan um miðvíst arbeiði í meira enn eitt ártíggjund, ið nú veruliga byrjar at geva úrslit. Serliga Jelling Festivalurin og Nibe Festivalurin hava tikið føroyskan tónleik til sín. Hetta eftir at festivalarnir hava vitjað í sambandi við Prix Føroyar. Nibe bjóðaði í 2001 og 2002 Prix vinn- aranum Clickhaze á pallin. Árið eftir var tað Prix vinnarin 2003 Gestir, ið luttók, eins og Brandur Enni, ið hevði spælt á sýn- isgluggakonsert fyri út- lendsku gestunum í sam- bandi við Prix Føroyar. Síð- an hava Guðrun Sólja Jac- obsen, Teitur, Eivør og Høgni Lisberg spælt á fest- ivalinum. Jelling Festivalurin hevur somu árini havt Týr, Deja Vu, Brand Enni, Teitur, Guðrun og Eivør á palli. Nógv av nøvnunum eru vald út á tiltøkum hjá Norð- urlandahúsinum og Føroya Undirhaldstónleikarafelag, og onnur eru óbeinleiðis avleiðingar av tí áhuganum, ið festivalarnir hava fingið fyri føroyskum tónleiki á sínum vitjanum í Føroyum. Eisini Spot festivalurin hevur vitja í sambandi við Prix Føroyar nakrar ferðir. Spot bjóðaði í 1999 MC- Hár at luttaka, eftir at bólk- urin gjørdist nummar trý í Prix Føroyar finaluni, eis- ini Teitur luttók hetta árið og hevur vitja aftur fleiri ferðir síðan. Eitt nú Eivør og Lena hava somuleiðis spælt á Spot, ið er ein ídn- aðarfestivalur, har fleiri hundrað fólk úr tónleika- ídnaðinum savnast fyri at uppliva, tað besta innan nýggjan tónleik. Í ár eru Norðurlandahúsið og Spot festivalurin farin í beinleið- is samstarv, ið higartil hev- ur víst seg við, at trý før- oysk nøvn eru avdúkaði á festivalinum. Miðvísa arbeiðið sæst aftur Prix vinnararnir Clickhaze vóru í 2001 fyrsti føroyski bólkurin á Nibe