Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-18, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. apríl 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 - 18. apríl 2006 29 Tilboð ynskist uppá at skifta takið á bygdarskúlanum í Miðvági. Tilboðini skulu vera inni í seinasta lagi 24. apríl 2006 kl. 16.00. Áhugað kunnu venda sær til umsjónarmannin á tlf. 219429. Miðvágs kommuna Sølufólk Vit sóknast eftir tveimum sølufólkum til Vøruhúsið á Hjalla. Eitt innan búnýti og eitt innan máling, trægólv og hvítvørur. Arbeiðið umfatar m.a. avgreiðslu av kundum og røkt av handlinum. Ert tú fyrikomandi, dugir væl at samstarva, men eisini arbeiða sjálvstøðugt, so send okkum eina skrivliga umsókn innan 22. apríl 2006 til P/f Litaval Postboks 1019 110 Tórshavn Meira fæst at vita við at venda sær til Gunnvá, tlf. 342500. Kunngerð frá útskiftingarnevndini í Sumba Útskiftingin av Blæing, Heimaraparti, Sumbiar bygd, varð endað við úrskurði sagdur á fundi á Matrikulstovuni 8. mars 2006. Hesin úrskurður verður latin til ákæru frá 11. apríl 2006, sbrt. kap. 9 í útskiftingarlógini frá 27. mars 1939. Møguligar kærur skulu vera skrivligar og stílast til Yvirútskiftingarnevndina, Sorinskrivarin, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn. Kærufreistin er 3 mánaðir frá 11. apríl 2006. Gerðabókin er send eigarunum. Útskiftingarskjølini liggja frammi á Matrikulstovuni í Tórshavn, til kærufreistin er úti. N. v. Øssur Á. Midjord, útskiftingarformaður Jarðarstykki í Nólsoy til sølu Um hóskandi boð fæst, verður ognin matr. nr. 129 b, Nólsoy til sølu. Ognin er eitt jarðarstykki, ið er 1178 m2 til víddar og liggur úti á Eiðinum. Nærri fæst at vita á tlf. 327130 ella 281130 Aðalfundur Lýst verður til aðalfundar, leygardagin 20. mai 2006, samb. lógum okkara um aðalfund. Tíð og stað verður kunngjørt seinni. Ítróttasamband Føroya Sosialurin 341800 Almanna- og Heilsurøktara- felagið Aðalfundur felagsins verður hósdagin 20. apríl 2006 á Hotel Føroyum. Byrjað verður við morgunmati kl. 9.30. Skrá sambært lógum felagsins. Klokkan 14.00 heldur Elisabeth Akursmørk fyrilestur undir heitinum: Finn tína styrki! – og skapa tað lív tú ynskir tær. Nevndin Fólk søkist Vit søkja eftir fólki at byrja skjótast gjørligt. Tey, ið hava royndir innan matgerð hava fyrimun. Tlf. 321618