Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-18, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. apríl 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 - 18. apríl 2006 33 apríl Hvønn dag í apríl mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika hevur tú at vinna. Sendið okkum loysnirnar innan 3. mai kl. 10.00 og viðmerkið brævbjálvan “Sudoku”. Vinningurin er ein Fujitsu Siemens Amilo Pro V2035 fartelda frá Formula.fo, virði 7.995,- kr. Fujitsu Siemens Amilo Pro V2035 hevur m.a.: · Intel Celeron M380 Processor · 1,6 GHz Celeron proccessor · 1 MB Cache · 512 MB DDR2 RAM PC533 · 60 GB S-ATA Harðdisk · DVD+/-RW DL Brennara · VIA N800 Grafikkkort upp til 64 MB · Ljóðkort & Stereo Hátalarar · 10/100 Mbit netkort · 4 x USB 2.0 · 15” WXGA TFT skíggja · Tráðleyst netkort GemTek 802.11 BG · 56K V.90 modem MDC1.5 · Windows XP Pro DK (MUI) Drigið verður fyrstu vikuna í mai. Fyri at vera við í kappingini, skulu allar uppgávurnar verða loystar Tórsgøta 1 · P.O. Boks 76 · FO-110 Tórshavn · Tel 34 18 00 Fax 34 18 01 · post@sosialurin.fo · www. sosialurin.fo NAVN: Sendið til: Sosialurin · Box 76 · 110 Tórshavn. Merkið brævbjálvan “Sudoku” BÚSTAÐUR: SUDOKU KAPPING SERA LØTT MIÐAL TRUPUL LØTT Ísrael fer at hevna sjálvmorðsatsóknina, sum kravdi níggju mannalív ÍSRAEL Árni Joensen fartekst@mail.dk Mamma tann 21 ára gamla Sami Salim Hamed, sum var úr Jenin á Vestara Áarbakka, visti ikki betur, enn at sonurin var farin til arbeiðis, men seinnapartin í gjár sprongdi hann seg í luftina við einari sjálvmorðsbumbu uttan fyri eina matstovu við eina bussstøð í Tel Aviv. Hann tók átta ísraelsmenn við sær í deyðan, og 65 onnur vórðu særd. Tveir palestinskir felagsskapir kannaðu sær atsóknina, og stjórnarflokkurin Hamas kunngjørdi, at palestinar hava rætt til at fremja slík álop, so leingi ísraelsmenn søkja at palestinum. Mahmoud Abbas, forseti, fordømdi harafturímóti atsóknina. Bumban brast, júst sum ísraelska tjóðartingið helt sín fyrsta fund síðani valið herfyri, og Ehud Olmert, forsætisráðharri, segði, at Ísrael fer at koma við tí, sum kann lýsti sum eitt hóskandi svar. Tað hevur vakt ans, at Hamas sigur palestinar hava rætt til at fremja slík álop. -Støðan er broytt. Tann gamla palestinska stjórnin styðjaði ikki yvirgangin, men tað ger Hamas, og vit fara nú at gera av, hvat vit gera við eina slíka stjórn, segði ein ísraelsk stjórnarkelda í gjárkvøldið. Fáa hóskandi svar Palestinski sjálvmorðsbumbumaðurin tók átta ísraelsmenn við sær í deyðan. Tað, sum hendi tann 18. apríl í 1906, kann henda aftur, og næstu ferð verður skaðin uppaftur størri enn tá JARÐSKJÁLVTI Árni Joensen: fartekst@mail.dk Klokkan í San Fransis- co var 05.12 tann 18. apríl í 1906, tá ein harð- ur jarðskjálvti brádliga skakaði býin. Sjálvur skjálvtin og eldurin, sum stóðst av honum, kostaðu meiri enn 3.000 mannalív, og umleið 250.000 gjørdust heim- leys. Jarðskjálvtin tann 18. apríl í 1906 var 7,9 á Richter-stiganum, og jarðfrøðingar eru á ein- um máli um, at tað sama kann henda aftur. Tann stóri spurningurin er, nær tað verður. Ameri- kanski jarðfrøðistovnur- in U.S. Geological Sur- vey heldur, at tað er stórur vandi, at "thr Big One" fer at raka San Fransisco innan 2035. Amerikanarar hava kannað, hvat kann henda, um ein líka harð- ur jarðskjálvti verður í San Fransisco, sum í dag meiri enn tíggju ferðir so nógvar íbúgvar sum fyri hundrað árum síðani. Metingin sigur, at ein so harður jarð- skjálvti fer at leggja 130.000 hús og bygn- ingar í oyði, umleið 700.000 fólk verða heimleys, og talið á deyðum fer upp um 3.000 eins og í 1906. Metingarnar siga eis- ini, at tað fer at taka nógv ár at endurbyggja býin, og at ein so umfat- andi vanlukka fer at á- virka kaliforniska bú- skapin í mong ár. 100 ár síðani jarðskjálvtan í San Fransisco