mikudagur 19. apríl 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 75 - 19. apríl 2006
Edmund Joensen, tingformaður,
fegnast um, at arbeiðslagið í tingi-
num er batnað, og at uppskotini
koma niðan í einum javnari streymi
LØGTINGIÐ
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Teknari: Claus Seidel
Fyrr var vanligt, at tingfólk um hesa tíðina,
nú einar tær vikur eru eftir av tingsetuni,
fingu tíggjutals uppskot, sum skuldu
skrumblast ígjøgnum, viðgerðast og avgreið-
ast í síðstu løtu, áðrenn tingið fór í summ-
arfrí. Hetta ávirkaði sjálvsagt arbeiðið og
fólk høvdu mangan hug at illnast inn á
standin.
Tí hava vit spurt Edmund Joen-
sen, tingformann, hvussu seinasta
tingskeiðið hevur hilnast. Og
hann greiðir frá, at tað gongur
tann rætta vegin, og at tað av-
gjørt hevur loyst seg at leggja
arbeiðið betur til rættis. So-
statt eru bert uppskotini, sum
liggja úti í nevndunum eftir
og formaðurin væntar ikki,
at landsstýrið fer at bera
fleiri størri mál niðan í ting-
ið nú. Og hóast nøkur stór-
mál eru eftir, so sum mál-
ini um Íslandssáttmálan og
orðaskiftið um EFTA, so
roknar tingformaðurin
við, at tingið verður lið-
ugt at avgreiða nevndar-
málini innan fyrstu viku
í mai.
– Eg haldi at tingar-
beiðið virkar betur nú, tí
uppskotini verða borin
niðan í einum javnari
streymi. Hetta skuldu tær
ymsu umsitingarnar í ráð-
unum eisini venja seg við,
men eg haldi, at tað gong-
ur betur, hóast tað avgjørt
kundi verið enn betur, sigur
tingformaðurin. Og hann
vónar eisini, at hetta, saman
við tí at tinglimir nú fáa fulla
løn fyri arbeiðið.
– Avleiðingin er vónandi, at
tingarbeiðið fær hægri
góðsku og er meira effek-
tivt sum heild, sigur hann.
Tinghúsið liðugt
Edmund Joensen
greiðir frá, at annað
er, sum ger seg
galdandi í ár, og
sum skundar undir
at fáa avgreitt máli-
ni sum skjótast. Og
hann vísir á, at tað er
eitt krav at tingið heldur
tíðarætlanina, í mun til at
nógva byggivirksemið, sum er í
tingumhvørvinum.
– Hetta er seinasta byggistigið í
sambandi við, at gamla tinghúsið
verður bygt upp í gamla telefon-
verkshúsið, og tað skal vera liðugt í
desember í ár. Tá verða arbeiðsum-
støðurnar hjá nevndum og tinglimum
nógv betur, tí flokkarnir fáa hvør sítt
arbeiðsrúm, umframt at tinglimir
kunnu arbeiða í smáum klivum, har
tøknilig útgerð og annað verður tøk,
sigur Edmund Joensen, tingformaður at
enda.
Pappírsdungarnir eru lægri