Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-19, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. apríl 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 75 - 19. apríl 2006 Almanna- og Heilsurøktara- felagið Aðalfundur felagsins verður hósdagin 20. apríl 2006 á Hotel Føroyum. Byrjað verður við morgunmati kl. 9.30. Skrá sambært lógum felagsins. Klokkan 14.00 heldur Elisabeth Akursmørk fyrilestur undir heitinum: Finn tína styrki! – og skapa tað lív tú ynskir tær. Nevndin Sølufólk Vit sóknast eftir tveimum sølufólkum til Vøruhúsið á Hjalla. Eitt innan búnýti og eitt innan máling, trægólv og hvítvørur. Arbeiðið umfatar m.a. avgreiðslu av kundum og røkt av handlinum. Ert tú fyrikomandi, dugir væl at samstarva, men eisini arbeiða sjálvstøðugt, so send okkum eina skrivliga umsókn innan 22. apríl 2006 til P/f Litaval Postboks 1019 110 Tórshavn Meira fæst at vita við at venda sær til Gunnvá, tlf. 342500. Sosialurin 341800 Í samband við, at Heimarøktin og Serforsorgin fer undir eina verkætlan, verður søkt eftir pedagogi til setan 1. mai 2006, ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstarv, og arbeiðs- tíðin er 40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og rokn- ast skal við morgun-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisarbeiði. Starvið Talan er um eina verkætlan, har ein persónur fyrst í 20’unum, sum hevur autismu, skal flyta heimanífrá, og læra at skipa sín gerandisdag í egnari íbúð og við føstum arbeiði so sjálvstøðugt sum gjørligt. Í verkætlanini koma ætlandi at starvast 6 fólk í einum toymi. Tín uppgáva verður, umframt at virkað sum stuðul í gerandisdegnum, at verða kontaktfólk í verkætlanini. Hetta inniber, at tú verður bindiliðið í samskiftinum ímillum starvsfólkini í toyminum, og í samskiftinum ímill- um toymi, avvarðandi, leiðslu og brúkaran. Toymið skal í felag leggja til rættis og skipað gerandisdagin bæði praktiskt og fakliga. Øll størvini í verkætlanini vera tó bygnaðarliga skipað undir eini av verandi stovnsleiðslum undir Serstovnadeildini. Førleikakrøv Tú skalt hava útbúgving sum peda- gogur ella aðra líknandi útbúgving. Ynskiligt er at tú hevur ávísa servitan um autismu, men hetta er ikki nakað krav. Tú mást vera sálarliga væl fyri og kunna taka eina professionella støðu og halda fast við hesa. Tú mást hava góð eygleiðingarevnir, og duga væl at skipa og brúka tínar eygleiðingar í sambandi við menning av tilboðnum. Tú mást duga væl at samskifta og hava evni til at motivera fólk uttan um teg. Annars vænta vit at tú ert sinnað/ ur støðugt at luttaka í relevantari eftirútbúgving, og annars hevur áhuga í støðugt at dagføra tína fakligheit, so hon allatíðina samsvarar við nýggjastu vitanina innan økið. Vit bjóða í hesum sambandi fakliga supervisión og fakliga ráðgeving viðvíkjandi autismu. Setan og løn: Um pedagogur verður settur, verður starvið lønt sambært sáttmála mill- um Fíggjarmálaráðið og Føroya Peda- gogfelag og er lønt stigini 11 til 18. Annars verður starvið lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til Jóanes N. Dalsgaard, deildarleiðara á tlf. 304020 Umsókn: Umsókn við CV og avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu sendast til: Heimarøktin og Serforsorgin Postrúm 3037 Eirargarður 2, 2. hædd 100 Tórshavn Freistin at søkja starvið er mánadagin 24. apríl 2006. HEIMARØKTIN OG SERFORSORGIN SERSTOVNADEILDIN Pedagogur til Verkætlan i