hósdagur 20. apríl 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 76 - 20. apríl 2006
Leirvíkar Bygdarráð
hevur samtykt at keypa
nýggjan sløkkiliðsbil
og sløkkiliðsútgerð.
Samtykt er at keypa ein
MAN-sløkkiliðsbil frá
Sp/f Kjartani Simonsen
í Klaksvík
Leirvík
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á heimasíðuni hjá Leirvíkar
kommunu verður sagt, at
saman við nýggja sløkki
liðsbilinum fer kommunan
eisini at keypa aðra útgerð
til eldsløkking, eitt nú royk
kavaraútgerð.
Leirvíkar
kommuna
hevur í løtuni ein gamlan
sløkkiliðsbil, sum annars
lýkur krøvini til Leirvíkar
kommunu.
– Orsøkin til, at vit keypa
nýggjan bil og útgerð er, at
kommunan eftir avtalu við
Norðoyatunnilin eisini skal
taka sær av sløkkiliðsupp
gávum í Norðoyatunilinum,
og tað setir størri krøv til
sløkkiliðið, sigur Leirvíkar
kommuna.
Á heimasíðuni veit komm
unan at siga, at nýggi bilurin
verður uppbygdur, sum tað
verður rópt, hjá Rosenbauer
í Eysturíki og í Ringe í Dan
mark.
Leveringstíðin uppá ein
slíkan sløkkiliðsbil er hálvt
ár.
– Orsøkin til, at vit keypa nýggjan bil og útgerð er, at
kommunan eftir avtalu við Norðoyatunnilin eisini skal taka
sær av sløkkiliðsuppgávum í Norðoyatunilinum, sigur Leirvíkar
kommuna
Leirvíkar kommuna
nýggjan sløkkiliðsbil